hósdagur 31. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 60 - 31. mars 2005
Einhvør tjóð við virðing fyri sær sjálvari hevur virðing
fyri landsins hægsta embæti. Ja somikið av virðing, at tað
átti at verið heilt náttúrligt eisini, at landsins hægsti
maður, løgmaður, hevur sítt egna sersaka sæti tvs. bústað
og móttøkuhøli. Føroyar megu vera ein av teimum fáu
tjóðunum í heiminum, sum ikki liva upp til hetta so
sjálvsagda mál.
Hetta málið er nú aftur frammi í almenna kjakinum. Og
var tað serstakliga okkara landsútvarp, sum setti ljós-
kastaran á ætlanina at gera Hoyvíksgarð og økið har
nærhendis til løgmanssæti. Vit hoyrdu umboð fyri
andstøðuflokk gera gjøldur burtur úr hesi ætlan, meðan
tingformaðurin á tignarligan hátt, og sum sømir seg fyri
slíkan mann í hesum tignarliga embæti, skilagott vardi
aldargomlu ætlanina at raðfesta løgmansembæti hægri við
m.a. at knýta eitt veruligt sæti í hetta virðiliga embæti.
Hetta eru ikki nýggir tankar. Teir eru fostraðir áður og
vóru eitt nú frammi aftur undir fyrrverandi løgmanni,
Anfinni Kallsberg. Nevnliga at skipa so fyri, at tann so
snøggi og vakri Hoyvíksgarðurin við tí sera hugnaliga og
stórfingna náttúruumhvørvinum gjørdist framtíðar
bústaðurin hjá løgmonnum.
Í orðaskiftinum, sum nú hevur stungið seg upp í kjalarvørr-
inum á, at verandi løgmansumsiting aftur hevur kveikt lív í
málið, kom m.a. fram, at vit hava ikki ráð at fara undir slíka
ætlan. Orð sum "joke" og líknandi niðurgerandi úttalilsi
komu frá annars virðiligum tingmanni, sum eins og aðrir
fólkavaldir til okkara aldargamla ting, áttu at verið teir
fyrstu til at havt virðing fyri hesi ætlan. Tíverri hevði út-
varpið valt at seta fokus á hetta málið vitandi, at løgmaður,
tann sentrali figururin í hesum, var burturstæddur. Hevði
ikki verið betur at bíða til hann var heimafturkomin! Men
her vísti tingformaðurin og samgongufelagin hjá løgmanni
seg sum tann siðiliga og skilagóða eygleiðaran og við-
merkjaran. Sjálvur hevur hann eisini sitið í løgmansem-
bætinum, so hann veit, hvat tosað verður um.
Antin talan er um ein sambandsmann, javnaðarmann ella
tjóðveldismann, so eiga vit øll at havt størstu virðing fyri
løgmansembætinum, so stóra, at vit kunnu taka undir við,
at løgmansembæti skal virðast so mikið høgt bæði av okk-
um sjálvum og ikki minst av teimum mongu, sum vitja, at
hann hevði sítt serstaka sæti. Nevnt hevur verið, at hetta
hevði ligið best í Tinganesi. Tað er eisini ein skilagóður
tanki. Hinvegin so er tað eisini skilagott at skilja millum
gerandis arbeiðsdagin í Tinganesi og so millum tað meira
privata, sum so aftur eisini hevur týðandi skyldur við sær
hjá einum og hvørjum løgmanni. Hann ella hon er okkara
fremst umboð mótvegis umheiminum, og tá eitt nú fram-
standandi fólk vitja henda vegin í fyri okkum týðandi ør-
indum, tá eigur tað at finnast eitt umhvørvi her á landi líkt
tí í Hoyvík, har løgmaður eisini hevur umstøður at taka
ímóti fólki.
Tá hetta er sagt, so skal sjálvandi eisini sigast, at vit eiga
at fara væl um tær ognirnar, sum eru í Hoyvík og um-
hvørvi har og vit eiga at fáa teimum, sum har virka í dag,
hóskandi umstøður at virka undir ístaðin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Løgmanssæti í Hoyvík
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Alfred Olsen
løgtingsmaður
Tað vóru góð tíðindi, tá
Framtaksgrunnurin boðaði
frá, at P/F Faroe Seafood,
skuldi seljast í seinasta lagi
24. okt. 2005.
At Fiskavirking nú verð-
ur selt, eru góð tíðindi fyri
øll okkum sum ganga inn
fyri einum frælsum vinnu-
lívi, sum virkar á privatum
grundarlagi og eftir gald-
andi marknaðarkreftum, og
ikki sum nú, á almennum
hondum og sum eitt óal-
ment monopol.
Skuldi verið gjørt fyrr
Fiskavirking skuldu verið
selt fyri fleiri árum síðani,
tí hetta var ein kreppuloysn,
sum ikki var tillagað einum
fríðum vinnulívi, og átti tí
at verið avtikin so skjótt
kreppan var av.
Harvið vóru tey føroysku
flakavirkini komin aftur á
privatar hendur, og kundu
haft ment og tillagað seg í
teimum góðu tíðunum, til
framleiðslur og foredling
av okkara fiskavørum, sum
marknaðurin í Evropa og
aðra staðir spyr eftir. Men
ístaðin hava tey almennu
fiskavirkini, útviklað seg til
eitt alment monopol innan
fiskavøruídnaðin í Før-
oyum.
Skulu seljast hvørt
sær
Flakavirkini sum hoyra
undir Fiskavirking, skulu
sjálvandi og eiga at vera
seld hvørt sær. Alt annað er
óforsvarligt og viðførir
ikki, at vit fáa eitt frítt
vinnulív í Føroyum, bæði tá
hugsað verður um sjálvt
marknaðarvirðið á tí ein-
staka flakavirkinum, og út
frá tí produktión sum er á
virkinum, sum kann við-
føra, at áhugaðir íleggjarar
saman við lokalum kreftum
koma at bjóða uppá tað
einstaka virkið.
At koyra øll virkini í ein
posa og bjóða tey út undir
einum, soleiðis sum Fram-
taks-grunnurin ætlar, eigur
undir ongum umstøðum, at
vera gjørt aftur.
Um hvørt einstakt virki
verður selt fyri seg, so
skapar hetta størri møgu-
leikar á tí fría marknaðin-
um at keypa flakavirki,
men vera virkini bjóðaði út
sum ein eind, so vera
møguligir keyparar eisini
reduseraðir til "eina eind",
sum keypir øll virkini, og
tað er eitt tað ringasta sum
kann henda, tí tá fáa vit eitt
privat monopol, ístaðin fyri
eitt alment monopol.
Tí eiga virkini at vera
boðin út hvørt sær, so vit
kunnu fáa fleiri eigarar og
ymiskar
framleiðslur,
møguliga "niceproduktir",
sum eisini vil viðføra, at
tað blíva fleiri fiska-keyp-
arar, sum vilja keypa "sína
nøgd" og "sítt fiskaslag og
stødd" til sína framleiðslu,
og tað vil slóða fyri, at vit
fáa eina fría kapping mill-
um øll flakavirkini um rá-
vøruna, sum alt annað líka
vil viðføra, at bátar og skip
fáa hægri prís fyri fiskin.
Alment monopol
Tey almennu virkini, sum í
dag standa fyri uml. 70%,
av framleiðsluni á landi,
hava vitandi ella óvitandi
skapt sær eina monopol-
líknandi støðu innan fiska-
keyp og flakaframleiðslu.
Vit onnur kunnu vera
samd ella ósamd í hesum
útviklinginum, men eg eri
vísur í tí, at ongin heldur at
monopol er tað optimala og
tað mest gagnliga, hvørki tá
talan er um fiskafram-
leiðslu ella fiskaprísir, og
her er upsi 4, tað feskasta
dømið, bæði hvat prísi og
framleiðslu viðvíkur.
Tí er fráboðanin frá
Framtaksgrunninum skila-
góð, um at tey almennu
flakavirkini nú vera seld og
serliga tá hesi vera privatis-
eraði hvørt fyri seg.
Framtaksgrunnurin
Framtaksgrunnurin hevur
átt og rikið Fiskasøluna og
Fiskavirking, síðani krepp-
una fyrst í 1990unum, og
hesi eiga sín part í menn-
ingini av tí Føroyska sam-
felagnum, men tíðin er
farin frá frymlinum um
alment rikin virkir. Besta
dømið um hetta er tað ræð-
andi hallið hjá Fiskavirking
fyri 2004 uppá heilar 39
mió. kr.
Tá eg sigi, at virkini
skulu vera seld hvørt fyri
seg og ikki sum ein eind, so
veit eg væl, at Framtaks-
grunnurin ikki hevur verið
samdur í hesum, men eg
rokni við og møguliga boð-
ar tíðindaskrivið frá, at
leiðslan sær skriftina á
vegginum og tí selur virkini
hvørt fyri seg, fyri at øll
kunnu vera við at keypa.
Framtíðin
Tað eru ymiskar meiningar,
um metingarnar og avgerð-
irnar hjá Framtaksgrunnin-
um higartil hava víst seg at
verið tær mest gagnligu fyri
Føroyskt vinnulív og ser-
liga fiskivinnuna, og tí
fegnist eg um, at Fram-
taksgrunnurin nú vil selja
virkini eitt og eitt og er
gingin burtur frá at selja
Fiskavirking sum eina eind,
sum eftir míni meining
vildi verið til skaða fyri
fiskivinnuna, bæði á sjógvi
og landi í Føroyum.
Tí vil eg geva Framtaks-
grunninum eitt herðaklapp,
og ynskja tykkum góða
eydnu við einskiljingini,
fyri at tit sum teir fyrstu nú
lata upp fyri eini privatis-
eringsgongd av tí einstaka
virkinum, sum kemur at
gagna øllum tí Føroyska
samfelagnum.
Fiskavirking seljast