Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 31. mars 2005 11 VIÐMERKINGAR Thorbjørn Brochs Mikudagin 6. oktober 2004 var eitt lesarabræv í før- oyskum blaði, undirskrivað Totus Tuus. Eg hevði ong- antíð sæð hetta dulnevni, men onkur gav mær grein- ina, og helt, at eg skuldi lis- ið hana. Tað havi eg gjørt. Eg legði til merkis, at T.T. ikki helt seg hava skrivað nakað "móti Halgubók ella ta katólsku kirkjulæruna." Sum eg havi lisið Halgu- bók, er høvuðsinnihaldið í tí,T.T. hevur skrivað, rættu- liga alternativt. Og tað er um hvussu vit skulu biðja. Eingin skal siga, at hann hevur betri skil fyri tí, enn tað Jesus hevði. T.T. vil, at vit skulu taka fram rósukransin, "sum mælt verður til í Medju- gorje". Bønarkransar av tí slagnum eru væl kendar frá fleiri alternativum trúar- skipanum. Tað var hvørki katólska kirkjan ella nakar annar kristin felagsskapur, sum uppfann bønarkransin. Og hví? Tí hann byggir á tá fatan, at vit við egnum gern- ingum kunnu gerast meira rættvís. Vit verða hvørki meira ella minni frelst við at fremja hokus pokus. Tað, ið verri er: Vit draga yvir okkum eina syndaskuld, tá ið vit vraka ta ókeypis syndafyrigeving, sum Jesus bjóðar okkum. Vit hava ikki loyvi til at skapa nakað egið, sum skal koma afturat - ella ístaðin fyri - tær treyt- ir, ið Jesus hevur sett. Bøn- arkransurin er hvørki frá Jesusi ella frá apostlunum. Um vit nú gloyma teir deyðu lutirnar, hvussu segði Jesus at vit skuldu biðja? Fjallaprædikan er ein veldug lærubók. Umleið mitt í henni - (Matt. 6, 5- 15) - er umframt góð rád, eisini Faðirvár. Matt. 6, 7 sigur nakað, sum er lætt at skilja: "Men tá ið tit halda bøn, tá skulu tit ikki taka upp í saman nøgd av orðum eins og heidningarnir, tí at teir halda, at teir munnu verða bønhoyrdir fyri orða- nøgd sína." Bønarkransur- in er eitt hent amboð, tá ið tú skalt halda skil á hvussu nógv tú hevur biðið, og hvørjar ávísar bønir tú hevur framt. Men hann er til heidnan bønarsið. Hevur T.T. sagt nakað móti "ta katólsku kirkjulær- una"? Kanska ikki beinleið- is, men tó. Nakað heilt grundleggjandi er tagt burt- ur. Tann katólska kirkjulær- an er heilt grei: Eingin frelsa er uttanfyri ta kat- ólsku kirkjuna. Hennara sakramentskipan er ein treyt fyri at tú skalt verða frelstur, so hvat nyttar tað, at pro- testantar og ortodoks taka lut?Um tað passar, at T.T. er katolikk, átti hann heldur at ávarað "tey glataðu". Tí til tess eru vit øll kallað. Sjálvt um Reformatónin er við at vera deyð, kann eg ikki lata vera við at endurtaka tey Jesu orð, ið reformatorarnir - við lívið í vága - prædikaðu til teirra síðsta dag: " - ; tí at ikki er heldur nakað annað navn undir himlinum, givið millum manna, sum vit skulu verða frelstir við." (Aps. 4,12) og "Tí at ein er Guð, ein er eisini millumgongu- maðurin millum Guðs og manna, maðurin Kristus Jesus," (1. Tim. 2,5) Eitt er, at vit skulu meta katolikkar sum trúgvandi kristin fólk, ið teir vissuliga eru, men tað er ikki harvið sagt, at vit skulu taka lut, tá ið teir halda heidnar siðir. Teir halda, at tað er rætt, men vit meta, at tað er eitt misbrot móti Kristi. Og vit mugu ikki goyma tað ljós, ið reformatónin gav okk- um. Heldur ikki tað ljós, ið vil halda fram við at koma, heilt fram til Jesu aftur- komu. Aðrar trúarskipanir - tær, ið virða trúarfrælsið - skulu hava frið til at liva sína trúgv, men tað merkir ikki, at vit gera teirra trúgv til okkara. (2.Kor. 6,14) At løgmaður og sam- gongulimir spæla sjón- leik saman við Per Stig Møller, er teirra val. Men at draga fámjin- ingar, flaggsøguna og føroysku fjølmiðlarnar upp í eina endurtøku av heimastýrislógini ár 2005, er skammiligt Høgni Hoydal Í longri tíð hava vit í Tjóð- veldisflokkinum roynt at latið ivan komið løgmanni og sam- gonguni til góðar í sjálv- stýrismálinum. Fyri góðum hálvum ári síðani reisti Tjóð- veldisflokkurin málið um uttanríkispolitisku heimildar- lógina bæði á løgtingi og á fólkatingi. Gjøgnum Norður- atlantsbólkin fingu vit skjóta kunning um, hvat hendi í Grønlandi og á fólkatingi, og vit kundu tí beinanvegin rópa varskó og vísa á, at roynt varð at selja afturstig sum framstig. Føroysk semja upp undir fólkatingsvalið Í fyrsta umfari skírdu danski forsætisráðharrin og løgmaður atfinningarnar hjá Tjóð- veldisflokkinum fyri rumbul og "skuggaboksing". Men eftir dygt journalistiskt arbeiði frá tíðindamanninum Boga Godtfred í SvF, har hann eisini fekk føroyskar serfrøð- ingar at kjakast og siga sína hugsan um málið, stóð øllum greitt, at talan var um bein- leiðis afturstig fyri Føroyar. Løgmaður og samgongan hálsaðu um, og upp undir fólkatingsvalið var breið semja millum allar flokkar utt- an sambandsflokkin um hesi viðurskifti: - at útspælið frá donsku stjórnini um uttanrík-ispolitiska heimildarlóg er eitt afturstig - at føroyingar eiga at taka uttanríkismál og hernaðarmál á egnar hendur, nú Danmark leggur størri avgerðarrætt í hesum málum til ES. Roynt at hjálpa løgmanni Síðani hava vit í Tjóðveldis- flokkinum gjørt, tað vit kunnu, til tess at draga eina línu fyri Føroyar. Vit hava gjøgnum Norðuratlantsbólkin roynt at hjálpt løgmanni burturúr pín- ligu støðuni, har grønlendska heimildarlógin, ið er løgd fram á fólkatingi, kann binda Før- oyar og samráðingarmøguleik- arnar hjá landsstýrinum. - Vit hava vent okkum bein- leiðis til danska forsætisráð- harran og til allar danskar flokkar og gjørt vart við semjuna í Føroyum. - Størsti andstøðuflokkurin í Danmark, sosialdemokratar- nir, hevur eftir áheitan frá Norðuratlantsbólkinum tikið undir við føroysku ynskjunum og lagt trýst á danska forsætis- ráðharran. - Grønlendsku fólkatings- limirnir í Norðuratlantsbólkin- um hava stuðlað okkara ynskj- um, hóast teir harvið gingu ímóti samtykt í grønlendska landstinginum. - Teir hava eftir føroysku áheitanina, reist málið aftur í Grønlandi, har uttanríkis- nevndin hjá grønlendska landstinginum hevur heitt á sítt landsstýri um at bíða við málinum og tosa við før- oyingar, áðrenn nakað verður gjørt av. Alt hetta er gjørt, tí okkum tørvar í Føroyum at kunna taka beinleiðis lut í einum altjóða- gjørdum heimi og ikki brygja okkum inni í hesum sonevnda ríkisfelagsskapinum. Løgmaður heldur okkum fyri gjøldur Nú skuldu allir møguleikar verið hjá løgmanni og lands- stýri at gjørt nakað munagott við málið. Men hvat ger løgmaður? Hann fer til Fámjins við danska uttanríkisráðharranum og skrivar undir eina yvirlýsing, sum langt síðani er framleidd til at staðfesta hesa somu uttan- ríkispolitisku heimildarlógina, sum vit eru samd um at vraka. "Fámjins-yvirlýsingin"er í innihaldi júst tað sama sum "It- illeq-yvirlýsingin" (eisini ein lít- il bygd), sum grønlendingar skrivaðu undir tann 14. mai 2004. Og hon varð grundarlagið undir uttanríkispolitisku heim- ildarlógini fyri Grønland, sum so nógv rok hevur staðist av. Løgmaður heldur sostatt bæði okkum og seg sjálvan fyri gjøldur. ið hava trúð, at landsstýrið meinti nakað við orð síni um at fáa veruligar uttanríkispolitiskar heimildir. Heimastýrislógin í nýggjum hami Tí hvat er innihaldið í hesum sonevnda "Fámjins-skjalinum"? Har er onki annað enn ein endurtøka av tí sama, sum longu stendur í heimastýris- lógini. Føroyingar skulu spyrj- ast eftir og takast við uppá ráð og sleppa at taka lut í samráð- ingum, sum hava týdning fyri Føroyar – um tað ikki skaðar donsk áhugamál. Um føroysk- ir og danskir myndugleikar eru ósamdir, so hevur Danmark sjálvsagt avgerðarrættin, sum danski uttanríkisráðharrin gjørdi greitt í SvF. Hetta verður selt sum nakað nýtt – ja, enntá sum ein nýggjur kapittul í Føroya søgu. Og tað er eftir mínum tykki beinleiðis skomm, at draga fámjiningar, flaggsøguna og føroysku fjølmiðlarnar við í henda sjónleikin. Skjótt er at staðfesta, at "Fám- jins-skjalið" er ein endurtøka av heimastýrislógini frá 1948 heimastýrislógini frá 1948. Skuldi nakar ivast, so loyvi eg mær at endurgeva burturúr §7 og §8 í heimastýrislógini, so kunnu fólk sjálvi meta um, hvørt talan er um nakað nýtt. Brot úr heimastýrislógini § 7. Fyri at vissa, at Løgtingið fær mest møguliga ávirkan á, hvussu serligar ásetanir fyri Føroyar í lógum, sum ríkis- valdið gevur, verða skipaðar, skulu stjórnaruppskot, ið inni- halda ásetanir, ið bert viðvíkja Føroyum, leggjast fyri føroyska heimastýrið til álitis, áðrenn tær verða settar fram fyri ríkis- dagin. (…) (…) Á sama hátt verður fram- farið viðvíkjandi sáttmálum og øðrum internationalum semj- um, sum krevja ríkisdagssam- tykt, og sum nerta við serlig føroysk áhugamál. § 8. Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verður eftir samráð við lands- stýrið settur í uttanríkisráð- harradeildini ein í føroyskum viðurskiftum serkønur maður til at vera ráðharradeildini til hjálpar við viðgerð av serligu vinnuligu áhugamálum Føroya. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av ríkiskassanum. Um føroyska heimastýrið skuldi sett fram ynski um tað, verða eftir samráð við lands- stýrið settir við tær donsku sendimannastovurnar í teim- um londum, har Føroyar hava serligan vinnuligan áhuga, hjálparmenn, sum serliga skulu umsita hesi áhugamál. Útreiðslurnar av hesum verða goldnar av Føroyum. Eftir samráð við føroyska heimastýrið verður í teimum einstøku førunum givið heima- stýrinum høvi til at røkja Føroya serligu áhugamál við tingingum við útheimin um handils- og fiskivinnusemjur. Svar til Totus Tuus Mótmæli viðvíkjandi umlegging á føðideildini A2 og Ljósmøðraskipanini Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Bræv sent Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar mótmælir harðliga ætlanini hjá leiðsluni á Landssjúkra- húsinum at siga átta sjúkrarøktarfrøðingum á Føðideildini úr starvi og seta ljósmøður í staðin. Felagið mótmælir harð- liga, at leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum tekur sjúkrarøktina frá sjúkra- røktarfrøðingum og letur ljósmøður yvirtaka sjúkra- røktina og leiðsluna av henni á Føðideildini. Føðideildin er ikki bert ein føðideild, men eisini ein sjúkradeild, og kann tí ikki samanberast við føði- deildir í eitt nú Danmark og øðrum Norðurlondum. Hetta merkir, at deildin eisini er ein sjúkradeild fyri barnakonur og ein ne- onatal deild. Ein neonatal deild er ein sjúkradeild, har ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og børn við breki annars eru innløgd. Á neonatalum deildum í Norðurlondum starvast bert sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Eingin ljós- móðir starvast á nakrari neonatalari deild, hvørki í Danmark, Noregi, Svør- íki, Finnlandi ella Íslandi, tí hetta er sjúkrarøktarøki. Felagið mótmælir eisini, at leiðslan á Landssjúkra- húsinum harafturat roynir at billa Føroya fólki inn, at nevnda umlegging fer at geva eina betri góðsku – tað meta vit er beinleiðis ósatt, tvørturímóti fer hon at lækka støðið í sjúkrarøktini. Felagið vil tí hervið heita á tygum at bera so í bandi, at nevnda umlegg- ing ikki verður veruleiki. Vit vilja eisini minna tygum á, at Føroyar fyri nøkrum árum síðan høvdu hægstu barnadeyðiligheit- ina í Norðurlondum sam- bært hagtølum hjá Lands- læknanum, men hava megnað at vent gongdini til nú at hava lægstu barna- deyðiligheit. Hetta er m.a. sera dugnaligu sjúkrarøktar- frøðingunum á Føðideild- ini, ið eru spesialistar á økinum, saman við barna- læknunum og ikki minst Ulrikku Steuerwald barna- lækna fyri at takka. Ætlaða umleggingin hevur ta avleiðing, at ar- beiðið, sum altíð hevur verið røkt av limum í Fel- agnum Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, nú uttan haldgóðar grund- gevingar verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði og er eitt greitt brot á allar ar- beiðsrættarligar reglur, sum partarnir á arbeiðs- marknaðinum hava skyldu at halda. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann als ikki góðtaka, at eitt arbeiðsøki, sum altíð hevur verið væl og virði- liga røkt av okkara limum, á henda hátt við væl fyri- reikaðum snildum verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta er greitt í stríð við allar siðvenjur á arbeiðs- marknaðinum. Hetta stig kann ikki fatast sum annað enn ein krígsavbjóðing móti felagi okkara, og hetta áttu tygum sum landsstýris- maður umboðandi Javnað- arflokkin og sum fakfel- agsvinur at verið tann fyrsti til at fatað. Gjørt verður vart við, at Felagið Føroyskir Sjúkra- røktarfrøðingar ikki undir nøkrum umstøðum góð- tekur nevndu umlegging, og fara vit tí at taka øll neyðug stig til at forða fyri, at hon gerst veruleiki. Ongin er fullspottaður fyrr enn hann spottar seg sjálvan