hósdagur 31. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 60 - 31. mars 2005
4. mars 2005 var eitt
ár síðani bussurin
Sóljan hjá »Trivnað-
argrunnurin fyri
Sjúklingahotellið
Tórshavn« var tikin í
brúk. Longu nú hava
góð 2100 fólk verið
túr við honum
Bussurin er serliga ætlaður
teimum sum í drúgva tíð
búgva á Sjúklingahotellin-
um Tórshavn, so tey kunna
stytta sær stundir og upp-
liva okkurt annað enn bert
hotellið og Ríkissjúkra-
húsið. Útferðir verða gjørd-
ar til aðrar býir sum t.d.
Hillerød, Helsingør, Ros-
kilde og Malmø, har tey
kunna vitja søvn ella vera
við til onkur tiltøk.
Bussurin, sum nú hevur
eitt ár á baki, varð tikin í
brúk 4. mars í 2004. Talan
er um brúktan Mercedes-
Benz Sprinter til 9 pers. við
øllum hentleikum.
Tað er »Trivnaðargrunn-
urin fyri Sjúklingahotellið
Tórshavn«, sum eigur buss-
in. Kári Petersen fotografur
í Havn er formaður í grunn-
inum, og hann fekk saman
við øðrum góðum fólki
hendan grunn í lag. Hesin
grunnur rindar allar fastar
útreiðslur av bussinum.
Í Keypmannahavn hevur
Niels Jacob Nielsen, for-
maður í »Trivnaðarnevnd-
ini fyri Sjúklingahotellið
Tórshavn«,
bussin
um
hendi. Hendan nevndin
hevur til endamáls at hava
bussin at koyra regluliga
eini 2-3 túrar um vikuna.
Eisini er ætlanin at nevndin
skipar fyri hugnaløtum av
ymsum slag á hotellinum.
Umleið 2100 fólk hava
koyrt við bussinum, sum
nevndin hevur givið navnið
Sóljan. Ásannast skal at
ikki altíð er lætt at manna
bussin við sjálvbodnum
førarum, men tann stóra
fjøld av fólki, sum hevur
verið við bussinum, bendir
týðiliga á, at hetta tiltak er
komið væl við hjá sjúkling-
unum og teirra avvarðandi.
Formaðurin Niels Jacob
vónar tí at fleiri bjóða seg
til at koyra túrar við hon-
um.
Sóljan fær góða undirtøku
Fólk á myndini: Petur Petersen, bilførari, Tummas Ejdesgaard, Anja Ejdesgaard, Anetta Ejdesgaard, vitjandi á hotellinum, og Niels
Jacob Nielsen, formaður og bilførari
Mynd: Símun J. Hansen
– Eg havi lært, hvussu
fantastiska dugna-
ligur kroppurin er til
leking bert við at
lurta eftir teimum
boðum, hann gevur
okkum, sigur Unn
Dimon, sum í apríl
mánaði skipar fyri
skeiði í sjálvsmenning
í Føroyum
SJÁLVSMENNING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
_ Eg hoyri og merki,
hvussu átroðkandi tað er
fyri hvørt einastakt menn-
iskja at finna frið, hava frið
og vera í friði. Hetta sigur
Unn Dimon, sum 22. og 23.
apríl fer at skipa fyri sjálvs-
menningarskeiði í Føroy-
um. Hon vísir á, at kropp-
urin goymir øll minni, bæi
tey góðu og tey minnu góðu
– heilt frá barnsbeini av.
Sum nýútbúgvin fýsio-
terapeutur undraðist hon
ofta á, hví sagt varð um
sjúklingar, »at henni bagir
einki – hon er hysterisk,«
ella at »hann kemur bara til
viðgerð, tí hann vil hava
massagu«, ella sum tað
varð tikið til, at »blíva be-
rørdur…«. Hetta varð ofta
sagt í einum negativum
tónalag, sum um sjúkling-
urin bara lat sum um, og
hetta skuldu vit lættliga av-
dúkað. Men hetta fall mær
fyri bróstið, sigur Unn
Dimon.
– Tað er hetta, sum hevur
eggjað mær til at ganga
aðrar leiðir og betur skilja
sambandið millum fysiska
og psykiska kroppin, sigur
hon.
At hava eina útbúgving
sum fysioterapeutur hevur
lært Unn Dimon ógvuliga
nógv um kroppin.
– Eg havi lært, hvussu
fantastiska dugnaligur hann
er til leking bert við at lurta
eftir teimum boðum, hann
gevur okkum, sigur hon.
Men sjálvandi er hetta ikki
so einfalt, sum tað ljóðar.
– Trupult er hjá okkum at
síggja allan veruleikan,
sum hann er, tí er tað ógvu-
liga gott, at vit av og á
síggja veruleikan frá einum
øðrum sjónarmiði og har-
við víðka okkara fatan, hel-
dur hon.
Unn Dimon sigur, at vit
vita at kroppurin goymir øll
minni – heilt frá barnsbeini
av.
– Møguleiki er eisini um-
vegis kroppin og professi-
onellum stuðli at lekja og
minka um tey tungu minn-
ini.
Sjálvsagt er tað ógvuliga
umrádandi við samstarvi,
tað verði seg innan tað kon-
ventionella medesinska og
tad alternativa.
Tað
finnast
nógvir
ymiskir vegir at røkka sama
máli,
bæði
munnligt,
kroppsligt, kreativt o.s.fr.,
heldur hon.
– Eg eri sjálv í ferð við
eina útbúgving, sum kallast
»symbolpedagogur«, har
dentur verður lagdur á at
stimbra áhugan hjá tí ein-
staka at vilja skapa, t. d
yrkja, mála, skriva søgur
ella ævintýr, syngja o.s.fr.
Tað er júst via tín egna
skapanarhuga, at tú búnast
og blómar, fær megi at liva
og lættari møta trupul-
leikum í tí dagliga, sigur
Unn Dimon.
– Einki er so gott sum at
fara ein túr í hagan ella
oman í mølina, tá skapast
nakað gott innan í mær.
Endamálið við mínum
skeiði er at lata upp fyri
øllum hesum møguleikum,
sigur Unn Dimon
Kroppurin er dugnaligur til leking