Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 31. mars 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Ítróttarúrslitini á ólavssøku 1937 vóru: Kappróður: 4 mannafør gentur nr. 1 Sílið (Havn) nr. 2 Havfrúgvin (Vestmanna) 10 mannafør (gomul) nr. 1 Nótabáturin (Havn) nr. 2 Heiðabáturin (Havn) 10 mannafør (nýggj) nr. 1 Havnarbáturin nr. 2 Suður- oyingur nr. 3 Stangabáturin (Klaksvík) (gamli Havnar- báturin) nr. 4 Vestmenn- ingur og nr. 5 Klaks- víkingur. Svimjing: Ólavsøku- aftan (Svimlihylurin). Vinnari: Ásmund Olsen, Kollafjørður. Listarligt lop av vippu: Sára Hansen (gentur) Bech (dani?) og Asbjørn Skarð- hamar (menn) Svimjing ólavsøkudag (Eystara vág): Judith, Gertrud og Maria Hammer av Tvøroyri (allar systrar), Laurentse Weihe, Sørvágur, Esther Zachariassen; Hval- vík, Mimi Lindal, Sande- fjord. Menn: Harry Berthold- sen, Vágur, Hans David Matras, Kirkja, Jacob Ellef- sen, Miðvágur, Leivur Han- sen, Ansgar Jensen, Hjør- leif Hansen, Harry Rubek- sen, Hans Karlo Viðstein, Willy Rasmussen og Andrew Petersen, allir úr Havn. Fótbóltur: B36-TB: 1-1 og HB-KÍ: 1-2. Um onkur av lesarum okk- ara hevur okkurt at við- merkja í samband við ólav- søkuna í 1937, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168 1. apríl 1975 byrjaði Sólrun Lisberg sum heimahjálp í Sumba. Tá vóru ikki so nógv eldri fólk, ið høvdu brúk fyri heimahjálp, og tí var Sólrun bert til arbeiðis ein til tveir tímar um dagin. Sólrun hevur altíð verið sera virkin innan heima- røktina í Suðuroyar sunn- aru helvt. Hon hevur víst stóra virðing og áhuga, bæði fyri brúkarum, starvs- feløgum og fyri felagnum sjálvum. Hon hevur við stórum virði passað og pleygað hvønn brúkara upp á besta máta og altíð møtt upp til ymskar fundir, ið felagið hevur hildið. Í 2001, 53 ár gomul, fór hon undir heilsuhjálparaút- búgvingina, ið hon kláraði sera væl, sjálvt um hon bert hevði vanligan fólkaskúla í Sumbiar skúla framman- undan. Út yvir at hava starvast sum heimahjálp í Sumbiar kommunu, hevur hon eisini verið hjá brúkarum í Vági, og ígjøgnum hetta síðsta árið hevur Sólrun m.a. eis- ini arbeitt á Eldrasambýlin- um í Vági. Sólrun Lisberg Sumba: 30 ára starvsdag hjá heimarøktini í Suðuroy Bústovnurin Eirargarður verður 25 ár 1. apríl. Móttøka verður í hesum sambandi frá kl. 14.00–17.00. • • • Bú- og starvsfólk Havnar leksikon: Ólavsøkan og ítróttarúrslit í 1937 Manningin á Havnarbátinum, ið vann 10 mannafarsróðurin á ólavsøku 1937. Aftara rað f.v.: Ludvig Olsen, Arnold Ludvig, Herluf Hansen, Kristian Joensen, Johan við Stein (Polluks) og Petur Lindenskov. Fremra rað f.v.: Chr. Ludvig Wilhelmsem, Martin Kúrberg, Jens Poulsen, Eliesar Johansen á Lag (Lilleba) og Emil Jacobsen. Dagurin 31. mars. Balbina, deyð umleið ár 120. Navnið var við í teimum fyrstu føroysku álmanakkunum, men er síðan lagt burtur. Hon var dóttir rómverska hermannin Kvirinus og bleiv tikin av døgum saman við pápanum. Lesið -so eru tit við!