hósdagur 31. mars 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 • hósdagur • 31. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tá ið KÍ 2. páskadag
vann 4-3 á HB í
Formuladeildini,
vóru øll spæliloyvi
komin upp á pláss,
men hjá onkum
øðrum felag tykist
okkurt ivamál verða.
SPÆLILOYVIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sosialurin hevði miku-
dagin samband við umsit-
ingina hjá FSF fyri at
kanna, um spæliloyvini
hjá KÍ vóru komin upp á
pláss til dystin í For-
muladeildini móti HB 2.
páskadag. Tá var alt kom-
ið í rættlag, var váttað av
skrivstovuni hjá FSF.
Ivamál hjá B36
Síðani spurdu vit okkum
fyri um aðrar leikarar hjá
øðrum feløgum í fremstu
deildini, ið hava skift
felag í vetur. Tað vísti seg,
at í allarflestu førum var
spæliloyvið komið upp á
pláss.
Eitt undantak var tó.
Tað var B36-leikarin Eyð-
un Højgaard, sum ikki var
skrásettur í leikarayvirlit-
inum hjá FSF. Eyðun Høj-
gaard hevur verið búsit-
andi í Danmark og hevur
leikt við ÌF Føroyum,
men er nú komin heim
aftur á klettarnar. Hann
var við í dystinum hjá
B36 móti NSÍ í Formula-
deildini mánadagin, og
hann var eisini við, tá ið
B36 vann 4-2 á Skála í
steypakappingini herfyri.
Um so er, at spæliloyvið
hjá honum ikki er komið
upp á pláss, er eisini
vandi fyri, at B36 verður
dømt at tapa dystin móti
Skála, og tí verður tað
kanska Skála, sum fær eitt
ókeypis pláss í fjórðings-
finaluni í kappingini um
Løgmanssteypið.
B36 úr steypa-
kappingini?
Ein av teimum leik-
arunum, ið ikki
hevði loyvi til at
spæla fyri KÍ í dyst-
inum móti Fram, er
Heðin á Lakjuni, og
hann heldur tað
verða eina kata-
strofu, um liðið
verður tveitt úr
kappingini
SPÆLILOYVI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Heðin á Lakjuni skifti í
vetur úr HB til KÍ, og
hann skrivaði undir við
barndómsfelagið longu í
november mánað.
- Eg havi ikki havt ill-
gruna um, at spæliloyvið
hjá mær ikki var í lagi. Eg
helt, at tá ið eg hevði
skrivað undir við KÍ, fór
felagið at fáa øll loyvi upp
á pláss, men so var ikki,
sigur hann.
Kviki
vongspælarin
dylur ikki fyri, at eftir
hansara tykki er talan um
sløs, ið ikki eigur at koma
fyri, og hann heldur tað
verða eina katastrofu fyri
felagið, um mistakið fer
at hava við sær, at KÍ ikki
sleppur at halda fram í
kappingini
um
Løg-
manssteypið.
- Eg vænti tó ikki, at vit
verða tveittir út. Tað rætt-
asta er nokk at geva KÍ
eina bót, ella at dysturin
hjá okkum móti Fram
verður leiktur av nýggj-
um, og at vit tríggir, ið
ikki høvdu spæliloyvi upp
á pláss, ikki verða við í tí
dystinum, sigur Heðin á
Lakjuni.
Ein katastrofa
KÍ í klønum tráði í
steypakappingini
UEFA er eirindarleyst
Klaksvíkingar nýttu
tríggjar ólógligar
spælarar í steypadyst-
inum móti Fram, men
kappingarnevndin
tykist ivasom um,
hvussu teir skulu takla
hesa søkina, og teir
hava útsett avgerðina
til seinni í vikuni
SPÆLARASKRÁ-
SETING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Klaksvíkingar hava síðani
2. páskadag, tá ið teir í
fyrsta umfarinum í lands-
kappingini vunnu ímóti
HB, verið í góðum fótbólts-
hýri. Men nú hava teir fing-
ið eitt skot fyri bógvin, og
tað skotið hava teir fyrst og
fremst sjálvir skuldina av.
Á fundi týsdagin við-
gjørdi kappingarnevndin
hjá FSF støðuna, sum er
íkomin, eftir at tað er vorð-
ið greitt, at KÍ í steypadyst-
inum í Gundadali 20. mars
ímóti Fram nýtti tríggjar
spælarar, sum ikki høvdu
pappírini at spæla fyri KÍ í
lagi. Talan er um Heðin á
Lakjuni, Høgna Madsen og
Hjalgrím Elttør. KÍ hevur
fyri langari tíð síðani gjørt
sáttmála við teir allar
tríggjar fyri hetta kapping-
arárið. Men KÍ hevur ikki,
soleiðis sum tað áliggur
teimum at gera í sovornum
førum, syrgt fyri, at spæli-
loyvini eru komin til Klaks-
víkar, og tað er álvarsamt.
KÍ vann 7-1 ímóti Fram,
men nú er møguleiki fyri,
at sigurin fer at gleppa
teimum av hondum, og at
tað í staðin fyri KÍ verður
Fram, sum í fjórðingsfinal-
uni skal eiga heimavøll
ímóti B68.
Formaðurin ivast
Bjarki Mohr er formaður í
kappingarnevndini hjá FSF.
Hann váttar, at nevndin
hevur viðgjørt málið á
fundi. Men nevndin hevur
ikki enn tikið avgerð í
málinum.
- Talan er um trupult mál,
tí KÍ hevur ikki roynt at
snýta nakran. Tað snýr seg
snøgt sagt um eitt stórt
menniskjaligt mistak, har
felagið hevur gloymt at
senda loyvisbrøvini til góð-
kenningar hjá FSF. Øll vita,
at teir tríggir ólógligu spæl-
ararnir eru fluttir til KÍ í
vetur, og gomlu feløgini
hava leysgivið teir, sigur
Bjarki Mohr.
Formaðurin í kappingar-
nevndini sigur seg ikki
duga at síggja, at tað tænir
nøkrum ítróttarligum enda-
máli, at KÍ verður dømt at
tapa dystin, og hann sigur
eisini, at lógirnar hesum
viðvíkjandi kunnu tulkast
soleiðis, at tað veldst um
orsøkina til, at ólógligir
spælarar verða nýttir.
- Vit hava eisini dømir frá
fyrr av, at feløg hava mist
FM, tí at eftirnavnið á ein-
um spælara hevur verið
skrivað skeivt á dómaras-
eðli. Eg haldi, at tað er full-
komiliga burturvið, at lógir-
nar skulu tulkast so fýra-
kantað. Eg havi frætt, at
UEFA onkuntíð í líknandi
málum við ólógligum spæl-
arum hevur dømt bót til
felagið heldur enn at revsa
ítróttarliga. Tað ætli eg mær
at kanna, tí so kann tað
nýtast sum præcedens ella
fyridømi, sigur formaðurin í
kappingarnevndini.
einni í hesi vikuni verður
væntandi endalig avgerð
tikin í málinum. Formað-
urin í kappingarnevndini
sigur, at nevndin fer at ráð-
føra seg við løgfrøðing,
áðrenn
endalig
avgerð
verður tikin.
- Tað er ein møguleiki, at
KÍ verður dømt at tapa
dystin og harvið verður
tveitt úr steypakappingini,
men eg haldi sjálvur, at tað
hevði verið rættast heldur
at revsað umsitingarliga, tí
KÍ hevur ikki roynt at snýtt
nakran. Men tað er altav-
gerandi, hvussu løgfrøðis-
ligi ráðgevin hjá okkum
tulkar lógirnar, sigur Bjarki
Mohr.
Sosialurin royndi eisini at
fáa fatur á leiðsluni í KÍ,
men hetta eydnaðist okkum
tíverri ikki, men vónandi
eydnast tað okkum at fáa
viðmerkingar frá teimum
til blaðið í morgin.
Eitt felag ella landslið,
sum nýtir spælara,
sum loyvini ikki eru í
lagi hjá í dysti, sum
europeiska fótbólts-
samgongan hevur
ábyrgd av, verður utt-
an mun til orsøkina
fyri mistakinum dømt
at tapa 3-0, sigur
UEFA pressustjórin
SPÆLILOYVI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í prátinum við formannin í
kappingarnevndini um KÍ
spælararnar,
sum
ikki
høvdu spæliloyvi verður
víst til UEFA, og at tað skal
kannast, hvussu teir við-
gera sovorna støðu, sum er
íkomin, eftir at KÍ hevur
nýtt fleiri spælarar í steypa-
kappingini, sum ikki hava
spæliloyvi í lagi.
Pressustjóri hjá UEFA er
Frits Ahlstrøm, sum er
dani, og sum eisini er kend-
ur í føroyskum fótbólti. Eitt
nú nýtti FSF hann til
pressutalsmann, tá ið lands-
dystirnir
í
Landskrona
vórðu spældir í 1991 og í
1992.
Tá ið vit greiða UEFA
pressustjóranum frá spurn-
inginum um spæliloyvini,
sum hevur tikið seg upp
eftir steypadystin millum
Fram og KÍ, er eingin ivi,
og hann svarar upp á stand-
andi fót:
- Fyrst skal eg undir-
strika, at tað bara er upp til
FSF at avgera handa spurn-
ingin. UEFA blandar seg
ikki í spurningar og mál,
sum hoyra undir fótbólts-
sambondini. Men tað eru
púra greiðar reglur fyri,
hvussu ein sovorðin søk
hevði verið avgreidd, um
talan hevði verið um sama
mál í landsdysti, Europa
Cup dysti ella dysti av øðr-
um slagi, sum UEFA hevði
ábyrgdina av.
Hvør
hevði
avgerðin
verið?
- At liðið, sum ikki hevði
skil í pappírunum, hevði
verið dømt at tapa 3-0.
Men er tað ikki munur á,
um talan er um snýt, og tá
ið talan er um mistak?
- Í UEFA høpi er eingin
munur. Hjá UEFA ber ikki
til at meta um sovorðið.
Har er tað knívskorðið. Tað
liðið, sum ikki hevyr syrgt
fyri at hava skil í hesum
tingunum verður dømt at
tapa 3-0. Tað vita feløgini,
og tað vita fótbóltssam-
gongurnar. Tað eru dømi
um feløg og landslið, sum
hava tapt, sjálvt um tey
hava vunnið á vøllinum,
sigur
Frits
Ahlstrøm,
pressustjóri hjá UEFA.
Hjalgrím Elttør var ein av
spælarunum hjá KÍ, sum ikki
hevði pappírini í lagi í
dystinum móti Fram í
steypakappingini