hósdagur 31. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 • hósdagur • 31. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar og ein møgu-
lig framtíðar føroysk
oljuvinnu fara at
koma á breddan í
heimsins størsta og
mest virda vinnulívs-
blað, Finacial Times,
fyrst í næsta mánaða.
Blaðkvinnan Clare
MacCarthy hevur júst
verið á arbeiðsvitjan í
Tinganesi og í olju-
gøtuni niðanfyri
Bryggjubakka í Vágs-
botni
OLJA
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
– Her er nógv broytt síðani
1999, tá eg vitjaði seinast.
Tá hevði sannur rómur og
veruleikafjart bjartskygni
fastatøkur í føroyingum og
útlendsku oljufeløgunum.
At koma aftur til Føroya nú
fimm ár eftir og síggja, at
hetta er avloyst av einum
meira
veruleikakendum
bjartskygni er áhugavert og
gott at vera vitni til.
So
greið
er
Clare
MacCarthy,
kvinnuligi
journalisturin á einum av
heimsins størstu vinnulívs-
bløðum, Financial Times,
sum júst hevur vitjað aftur
á klettunum til tess at fylgja
upp skrivingini um før-
oysku oljutilgongdina.
Clare var her í 1999 og
skrivaði
fyri
Financial
Times. Tá vóru bæði føroy-
ingar og útlendsku oljufe-
løgini í so bjartskygd held-
ur hon. Tá kendist tað sum
at leiðin til stórt olju-
ríkidømi varð beint um
gøtuhornið. Tað skuldi tó
vísa seg, at tað tekur drúgva
tíð koma á mál í slíkari
nýggjari vinnu. Nú hon
vitjar aftur, í 2005, heldur
Clare MacCarthy, at føroy-
ingar og útlendsku olju-
fólkini hava eina meira
náttúrliga og realistiska
fatan av eini komandi olju-
vinnu.
– Hetta er tað, sum eg
havi fingið burtur úr ferð
míni í Føroyum og við at
tosa við bæði vinnulívsfólk
og politikarar sigur Clare,
sum á stuttu vitjan síni í
Havn, hevði høvi at tosa
við bæði løgmann, lands-
stýrismannin í vinnulívs-
málum og so umboð fyri
tvey av teimum virknu
oljufeløgunum í Føroyum,
ta lítla Føroya Koletni og
tað stóra Statoil.
– Eg havi fingið til upp-
gávu frá mínum arbeiðs-
gevara í London, at eg
skuldi seta fokus á aftur
oljutilgongdina í Føroyum
við eitt nú at tosa við
umboð fyri eitt av teimum
smærri feløgunum og eitt
av teimum stóru. Mín fatan
eftir hesar samrøður er
tann, at bæði føroyingar og
útlendingar hava fingið
eina meira skilagóða støðu
mótvegis eini komandi
oljuframtíð. Tú merkir ikki,
at fólk síggja fyri sær eitt
nýtt Kuwait í Atlants-
havinum og øllum tí luxus
tað kann hava við sær. Eg
havi merkt tað soleiðis, at
tit hava bæði beinini á
jørðini. Nakað bendir á, at
her er talan um ein sunnan
útvikling. Og tað er hetta
eg fari at siga øllum teim-
um mongu, sum lesa Finan-
cial Times um allan heimin.
Annars er Clare sannførd
um, at tað gongur heldur
ikki so øgiliga long tíð, til
Føroyar eru eitt oljuland.
Hetta byggir hon serstak-
liga á stóra áhugan millum
oljufeløgini
fyri
øllum
Atlantsmótinum og her ikki
minst tey fund, sum eru
gjørd í seinastuni. Her sipar
hon so fyrst og fremst til
stóra
oljufundið
Rose-
bank/Lochnagar,
beint
hinumegin
markið
til
Onglands, sum varð gjørt í
fjør.
Í dag kemur Financial
Times út í eini hálvari
millión eintøkum. Clare
stendur á odda fyri skriv-
stovuni í Danmark, har tað
er hennara uppgáva at
dekka Danmark, Føroyar
og Grønland. Greinin kem-
ur í stóra vinnulívsblaðið
fyrst í apríl mánað.
Veruleikakent bjartskygni eyð-
kennir føroyska oljuframtíð
Clare MacCarthy her saman
við Nils Sørensen og Rúna
Hansen í oljuumhvørvinum
á Bryggjubakka, miðskeiðis
millum skrivstovurnar hjá
Føroya Kolvetni og Statoil.
Bretski journalisturin Clare
MacCarthy hevur júst vitjað
tey bæði oljufeløgini, lítla
føroyska felagið, Føroya
Kolvetni og so útlendska
oljugigantin, Statoil.
Mynd Jan Müller