Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 60 - 31. mars 2005 Tolin trívst sigur orðatakið. Nú fáa vit so at síggja, hvussu tolin oljufeløgini verða. Enn eru "bara" gingin umleið góð 10 ár, síðani føroyska oljutilgongdin byrjaði við oljulóggávu og seismiskum kanning- um. Kanska verður 2006 – kanska 2007 – gjøgnumbrotsárið.. Ella hevur gjøgnum- brotið longu verið. Nevniliga tá olju- gigantarnir Chev- ronTexaco og Statoil gjørdu Rosebank- fundið hinumegin markið. Kanska var tann hendingin jús t tað, sum skuldi til fyri at varðveita og menna áhugan fyri føroyska landgrunninum, og sum harvið er grund- arlagið fyri framtíðar boringum. Vit fara nú at síggja nógv virk- semi aftur á land- grunninum, fyrst seismiskar kanning- ar, síðani boringar OLJULEITING ANALYSA Jan Müller jan@sosialurin.fo Nú várið nærkast um okk- ara leiðir, er stendur eisini ein spírandi tíð fyri framm- an í leitanini eftir kolvet- num í føroysku undirgrund- ini. Í kjalarvørrinum á loyvunum, sum latin vórðu í 2. útbjóðing, skulu nógvar kanningar gerast á land- grunninum. Seinasta hond verður í løtuni løgd á fyri- reikingarnar til hesar kann- ingar, sum fyri tað mesta snúgva seg um at skjóta seismikk. Men eisini aðrar kanningar verða gjørdar. Eitt nú kanningar á sjálvum havbotninum. Tað eru fyrst og fremst feløgini, ið vórðu tillutað loyvi í 2. útbjóðing, sum fara undir hesar kanningar, eitt nú Statoil og Chev- ronTexaco. Men eisini smærri feløg sum Atlants Kolvetni og Føroya Kol- vetni fara at seta skjøtil á seismiskar kanningar á før- oyaøkinum. Hetta eru so kanningar, sum skulu vísa feløgunum vegin og røttu støðini at seta hol á undir- grundina, um so er, at feløgini frá 2. rundu velja at bora eisini komandi ár- ini. Hesi økini liggja nak- að norðari á landgrunnin- um og út móti markinum, um framt sera áhugaverda Wyville Thomsen ryggin heilt fyri sunnan. Men tað snýr seg so eis- ini um kanningar í loyvun- um feløg fingu tillutað í 1. útbjóðing í ár 2000. Tilsam- ans fýra brunnar eru eftir at bora frá hesi útbjóðingini og skulu teir verða boraðir innan ársenda 2006. Har- aftrat skulu feløgini, sum somuleiðis fingu tillutað 9 ára loyvi í 2000 eisini koma við eini ætlan, har tey gera av, antin tey vilja bora í sínum 9 ára loyvum ella ikki. Velja tey ikki at bora næstu árini fella hesi loyvini so aftur til myndug- leikarnar. Samanumtikið kann sigast, at ein spenn- andi tíð stendur fyri framm- an, tá tað um kolvetni í før- oysku undirgrundini ræður. Statoil og Hess Sum skilst eru feløgini sínamillum og síðani eisini í samráðingum við før- oysku myndugleikarnar við at gera klárt til at bora teir fýra brunnarnar í 2006 tvs. um gott og væl eitt ár. Væl vitandi at feløgini ikki halda tað vera skilagott at bora hesar brunnar í sjálv- um loyvisøkjunum tey fingu tillutað í 2000 - Gullhornið - og sum hava víst vánalig úrslit við teim- um fýra brunnunum, sum longu eru boraðir har, so er tað eitt greitt ynski frá fe- løgunum at kunna flyta teir írestandi brunnarnar til onnur øki á landgrunnin- um. Og her eru so tríggir møguleikar. Ein er at flyta teir í okkurt av 9 ára loyv- unum, ein annar er at fáa pláss í onkrum av loyvun- um, sum eru latin í 2. út- bjóðing og loksins kann ein møguleiki so eisini vera at flyta teir til øki, sum hvørki eru umfatað av 1. ella 2. út- bjóðing. Hesin møguleikin er tó helst bert teoretiskur. Skulu vit so meta um hinar báðar møguleikar er tað mest sannlíkt, at brunn- arnir verða fluttir til 9 ára loyvisøki. Tað ljóðar, at Statoil fer at flyta sín brunn Nógv oljuvirksemi fyri fram Nógv seismikkskip verða at síggja á Føroyaleiðini í summar Sum sæst her so verður nógvur seismikkur skotin á landgrunninum í ár og næsta ár. Her uppskot til arbeiðsskrá frá seismikkfelagnum WesternGeco, sum varð í umsóknartilfarinum til 2. Útbjóðing frá Oljufyrisitingini