Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 31. mars 2005 17 frá 6 ára loyvinum til sítt 9 ára .loyvi. Feløgini, sum eru við í hesum samtakin- um við Statoil sum fyri- støðufelag, eru Shell, Dong og Petro Canada. Tað skilst frá summum keldum hjá blaðnum, at tað er ikki óhugsandi, at The Faroes Partnership samtak- ið við Amerada Hess sum fyristøðufelag og við BG, Dong og Atlantic Petrole- um í samtakinum kundi hugsað sær at bora sín brunn í 9 ára loyvinum hjá Statoil. Av tí at tjúkkar basaltfláir eru í hesum økinum er ikki óhugsandi, at vit fara at síggja ein brunn boraðan ístaðin fyri tveir . Tvs. at hesi bæði samtøkini fara at leggja saman sínar bori- skyldur og bora ein dýrari basaltbrunn ístaðin. Her verður so helst talan um risastóra Kappastrukturin, sum serfrøðingarnir hjá Statoil leingi hava longst eftir at sleppa at seta borin í. Í oljuverðini verður mett, at hesin strukuturin í und- irgrundini kann goyma ein oljuelefant. Fundið hjá ChevronTexaco samtakin- um nær føroyska markið á umleið sama breiddastigi sum Kappastruktururin hevur sett uppaftur meira ferð í vónirnar til eina stóra oljukeldu í Kappastruktur- inum. Úrslit næsta heyst Eftir øllum at døma kenna vit úrslitið av tí boringini tíðliga í heyst næsta ár. Verður tosað við fólk í olju- umhvørvinum, so er tað hesin brunnurin, sum hevur teirra stóra áhuga, nettupp tí at tað, sum jarðfrøðingar eru førir fyri at síggja í und- irgrundini undir basaltinum tykist at vera nakað stórt. So hvør veit: kanska gerast Føroyar oljutjóð, tá úrslitið fyriliggur av boringini í Kappastrukturinin í 9 ára loyvinum hjá Statoil oø. einaferð næsta heyst. Hóast oljufólk eru varin at koma við metingum, serstakliga tá tað um øki undir basalti umræður, so eru vónirnar rættiliga stórar til eitt møguligt fund júst her. Talan er um eitt øki á land- grunninum, sum liggur umleið miðskeiðis millum fundið, sum júst er gjørt í bretskum øki og Føroyar. Á jarðfrøðiligum máli verður tað kallað Faroe East High. Men ein fortreyt fyri at oljufeløg kunnu leggja brunnar saman og í felag borari dýrari og váðiligari brunn enn upprunliga sett út í kortið er, at føroysku oljumyndugleikarnir ganga við til hetta. Tað vil so vera ein metan av møguleikan- um at gera fund undir basaltinum heldur enn í tí upprunliga Gullhorninum, sum eftir øllum at døma ikki er so gullrandað long- ur. Her mugu myndugleik- arnir so gera av, hvat tænir endamálinum at finna olju best. Antin at halda seg til upprunaligu avtalurnar og bora brunnarnar í land- synningshorninum av land- grunninum ella at taka til eftirtektar vánaligu boriúr- slitini har higartil og taka tjansin at flyta brunnarnar til onnur øki, sum hóast váðilig orsakað av basaltin- um, kortini kunnu vera við til at lata nýggjar dyr upp inn í eina føroyska olju- framtíð. Sum skilst er hetta tað, sum oljufeløg og myndug- leikar tingast um. Men stór- ar fyrireikingar skulu ger- ast, um brunnar skulu flyt- ast, og tí kunnu vit vænta eina avgerð ikki so langt frammi í tíðini. BP og Anadarko Vit hava nú umrøtt tveir av brunnunum, sum møguliga skulu flytast og blíva til ein. Síðani er tað BP sum sam- an við Shell hevur bundið seg til at bora tveir brunnar frá 1. rundu innan endan av 2006. BP hevur ikki nakað 9 ára loyvi at flyta sínar brunnar á, og tí verður BP noytt til at leita sær eftir partnarum og øki uttan fyri sítt egna 6 ára loyvi at bora sínar írestandi brunnar. Her hevur so verið gitt, at BP fór at hyggja antin eftir 9 ára loyvinum hjá ENI ella tí hjá Anadarko. Eftir hvat blaðið hevur skilt, so eru ítøkiligar ætlanir um eitt samstarv við Anadarko, sum hevur eitt sera stórt 9 ára loyvi longur inni á landgrunninum. Og eisini í hesum før- inum kunnu vit rokna við einum ynski frá BP um at leggja teir báðar brunnar- nar saman til ein brunn, nú tað skal borast gjøgnum basalt. Verður hetta endin, so verða tveir brunnar boraðir á landgrunninum næsta ár og ikki fýra, sum tað annars varð lagt upp til. Og so verða teir boraðir á basalt- øki, sum eisini er nakað nýtt, tí hetta var tað ikki lagt upp til, tá 1. útbjóðing varð fyri. Í hvussu er varð einki loyvi latið tá til at bora á basaltøki, hóast okk- urt av feløgunum varð áhugað í hesum. ChevronTexaco Spurningurin er so, hvat kann koma aftrat av brunn- um í næsta ár ella rættari í 2007 og 2008. Chevron- Texaco hevur longu sagt frá, at tað er ikki óhugs- andi, at tað fer at bora ein brunn á føroyaøkinum í 2007. Hetta hevur so eisini nakað við stóra fundið hinumegin markið at gera. Sosialurin veit, at Chev- ronTexaco og eisini Statoil, sum eru við í tí loyvinum, gera alt tað tey kunnu fyri at finna ein boripall til at bora longu í summar. Tað er sera torført at fáa boripall sum slíkt farvatn í løtuni. Men feløgini eru so uppsett at vita, hvat veru- liga goymir seg í tí stóru kelduni, feløgini hava funn- ið og sum ber navnið Lochanagar/Rosebank, at feløgini halda tað ikki vera nakað at bíða við at bora 3 til 5 avmarkingarbrunnar. Verður borað har í summar kann tað skunda undir boriskráirnar føroysku megin markið. Vil heilt væl til og ein boripallur fæst til í summar, og bor- ingin eydnast væl, so er ikki óhugsandi, at ein brunnur verður boraður føroysku megin markið í loyvinum hjá Chevron- Texaco, Statoil, Dong og OMV næsta summar ella í 2007. Sum skilst, verður nógv virksemi í føroyskum øki bæði í ár, í 2006 og helst eisini í 2007. Umframt at bora fleiri brunnar verða rættiliga umfatandi seism- iskar og aðrar líknandi kanningar gjørdar. Helst fara vit at síggja eini 5 til 10 seismikkskip og onnur kanningarskip á landgrunn- inum hetta tíðarskeiðið. Eitt felag sum Statoil, ið er tað, sum hevur fingið til- lutað flest loyvi á land- grunninum, hevur í um- búnað at fáa eini fýra kanningarskip á landgrunn- in í summar. Gera seg út Hvat hendir so á landi! Enn er ov tíðliga at siga nakað um árin á landi av kom- andi kanningum. Men treyðugt so. Statoil, sum er vorðið leiðandi leitifelagið á føroyaøkinum, nú tað hevur flestu loyvi, er júst flutt til nógv rúmligari umstøður nær Tinganesi. Ella rættari í gamla og nú gula bygninginum á Bryggjubakka, har Fiska- sølan helt til. Rúmligu hølini kundu bent á, at Statoil veruliga ætlar sær at taka uppgávur sínar í størsta álvara, og at her koma at arbeiða nógvir serfrøðingar, tá tað nærkast boring. Í grannalagnum halda tvey onnur oljufeløg til. Føroya Kolvetni og ENI. Sum skilst ætlar italska ENI ikki at gevast í Før- oyum, hóast felagið ikki hevur nakrar boriskyldur eftir. Felagið boraði ein brunn, sum var turrur. Men felagið hevur so eitt 9 ára loyvi. Hugsast kann, at onnur feløg, um so er at gongdin á føroyaøkinum verður positiv, vilja keypa seg inn í 9 ára loyvið hjá ENI og at har verður borað í framtíðini. Men tað vita vit ikki sum nú er. Stóra og nýggja felagið á føroyaøkinum Chevron- Texaco skal sambart regl- unum lata upp skrivstovu í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at tað hevur fingið til- lutað loyvi. Við síni støðu sum fyristøðufelag skal fe- lagið eisini hava eitt um- boð at taka sær av uppgáv- um hjá felagnum í Føroy- um. Loyvið varð latið 17. januar, so felagið hevur minni enn ein mánað at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss. Tolin trívst sigur orða- takið. Nú fáa vit so at síggja, hvussu tolin oljufe- løgini verða. Enn eru "bara" gingin umleið góð 10 ár, síðani føroyska oljutilgongdin byrjaði við oljulóggávu og seismiskum kanningum. Kanska verður 2006 – kanska 2007 – gjøg- numbrotið. Ella hevur gjøgnumbrotið longu verið. Nevniliga tá oljugigantarnir ChevronTexaco og Statoil gjørdi Rosebankfundið hinumegin markið. Kanska var tann hendingin jús t tað, sum skuldi til fyri at varð- veita og menna áhugan fyri føroyska landgrunninum. mman Sigurð í Jákupsstovu og Heri Ziska, tveir av oddamonnunum á Oljufyrisitingini , sum m.a. koma at gera av, hvussu farast skal fram við írestandi fýra brunnunum frá 1. útbjóðing á landgrunninum.