hósdagur 31. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 - 31. mars 2005
Hevði enski glam-
popp bólkurin Suede
kanska verið so hug-
takandi, so avbjóð-
andi, so kynsøsandi,
so elektriskur, um
Brett Anderson hevði
sungið: "You make me
feel/like a Happy
Meal"?
TÓNLEIKUR OG
VINNA
VINNUKRONIKKIN
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Hevði
"Faroese
Music
Awards" verið til, hevði
"punk"-bólkurin
200
vunnið í flokkinum "Mest
flóvisligani banali tekstur"
og sangbólkurin Salt gjørt
bart og vunnið allar tríggjar
høvuðsflokkarnar, "Minst
orginali andaligi bólkur",
"Mest argandi útvarps-
sangur" og, 'the big one',
"Fløguúttgáva oftast sædd
undir jólatrænum".
Annars hevur tað, í út-
landinum, aldri verið van-
ligt at givið prísir til tey, ið
hava heiðurin uppibornan.
Men sjálvur legði eg líka í
hetta... inntil Justin syfilis
Timberlake – var tað í fjør?
– vann. Tí, ikki bara hevur
hann framleitt ein stápil av
snori, men varð hansara
konsertferð í fjør stuðlað av
"mat"-fyritøkuni
McDo-
nald við risa McDonald’s-
bogum rundanum pallin.
Tak ikki feil. Í mun til ov
nógv føroysk fólk, ið fáast
við list, eri eg, verandi
"kapitalist", ikki læstur í
skilaleysu kult-fatanini "má
ikki fáa vinning, má ikki
fáa vinning; má vera seri-
øsur, má vera seriøsur"!
Men tá ið onkur er so
sjónskt og so ósmæðið til
sølu, hvussu kann teirra
eginliga vøra – tónleikurin!
– birta nakra sum helst
kenslu og, tesvegna, takast í
álvara?
Hevði enski glam-popp
bólkurin Suede kanska
verið so hugtakandi, so av-
bjóðandi, so kynsøsandi, so
elektriskur, um Brett And-
erson hevði sungið: "You
make me feel/like a Happy
Meal"?
Hevði blues-tónleikurin
verið til nakra sum helst
nyttu, hevði Muddy Waters
sungið: "Woke up this
morning, I’m at the end of
the line/thank the Lord for
a
Sausage
and
Egg
McMuffin breakfast, only
1.49"?
Men tað, at talentleys
fólk sum Timberlake og
donsku Nick & Jay ‘vinna
og forsvinna’ er ikki tann
mest órógvandi parturin av
Music Awards-politikkin-
um.
Sjálvandi ikki. Og heldur
ikki at innihaldsfátæka
Celine "I’m soooo happy to
be here with you guuuuys"-
Dion vinnur ein prís ‘her og
dér’; og tað sama ger seg
galdandi fyri diabolsku
Dido við hennara pínu-
linnandi forstaðavellingi,
tónleikur fyri fólk, ið ikki
dáma tónleik, hvør kantur
burturbeindur fyri at ein
100-prosent telduviðgjørd,
nakkleys
penheit
kann
skorra í bakgrundini sum
mamma og babba sym-
metriskt planta ravmagns-
perur í nossliga havanum
ella sum tú og konan velja
eina snøgga dalmatinara-
sofu hjá IDÉ-Birga at
‘matcha’
hin
kolsvarta
jeepin ‘desainaður’ við tí
eittans endamáli at koyra í
_
Fútalág,
Stoffalág,
Tjarnarlág... _. Og vit
kundu hildið á...
Nei, nógv meira órógv-
andi er tað at hin einaferð
kompromileysi hipp-hopp
pallurin eisini tykist hava
verið togaður niður á hetta
støðið. Tað eina árið, til
dømis, upptraðkaði frágera
nýskapandi OutKast við
einum dansibólki ílatin
sum beinagrind. Kanska
royna teir slíkar ‘rutinur’ so
at gera alla list, eisini ta
tónlistaligu, uppaftur fleir-
dimensjonalari; eitt sindur
sum við hasari "ráu" beina-
grindsframsýningini
í
Listaskálanum nøkur ár
síðani. Og førleikamenn-
andi: "A, you’re adorable,
B, you’re so beautiful, C,
you’re a cutie full of
charms, D, you ‘dis me
bitch, E, you’re eatin’ lead
... and S, you’re my only
skelet-on, yeah!, my flesh
and blood, yeah!, my only
mille-on, it’s fun to wander
through the alphabet with
you".
Men ringast av øllum er
at síggja hvussu ídnaðurin
tekur sær av løttum, tá ið
hann stimbrar alheimsliga
ræðið av rapparum sum 50
Cent. Munurin á núverandi
avgrøðini og undanfarna
ættarliðnum av hipp-hopp
superstjørnum er at síðst-
nevndi byrjaði lívsstarv sítt
sum ein mega-ketil av
kenslum og endaði tað við
at vísa fram teirra ríki-
dømi—verandi
størsta
motivatiónin.
Ímóti tí byrjar núverandi
avgrøðin soleiðis og slepp-
ur tí undan at hava eina
meining um nakað handan
teirra
egnu
yrkisleið.
Gaman í, Tupac, til dømis,
glataðist
kanska
vegna
einum einkisigandi stríði,
men hansara fyrsta útgáva
var ein veldugur lovsongur
fyri borgararættindi, lutvíst
fagnandi mammuna, sjálv
ein Black Panther.
Kanska,
saman
við
popularitetinum hjá Spike
Lee og serliga filminum hjá
sær um Malcolm X, spegl-
aði hetta ein endurnýggj-
aðan politiskan brodd mill-
um myrk í Amerika aftaná
ófriðin í Los Angeles.
Men
miðhálvfemsini
vóru ikki meira enn komin,
áðrenn hetta hopaði undan.
Tó, teir mest populeru
rappararnir royndu – um
ikki annað – at bera okkurt
slag av heimsáskoðan fram,
sjálvt um tað tíðum nóg illa
gav nakra meining.
So, fyri eina stund sýntist
tað sum um hvør tann
einasta hipp-hopp útgáva
mátti rúma eina talu ljóð-
andi nakað soleiðis: "Yeah,
like I’m here representing,
ya know what I’m saying,
for the people. ‘Cos the
people’s all we got. You
take away the people and
you just got , like, ya know,
buildings and mud and
polystyrene and shit, and
that’s why every day I thank
the Lord. Hallelujah!"
Harafturímóti hevur Puff
Daddy ongantíð havt áhuga
fyri nøkrum undantikið at
reypa um hvussu ríkur hann
er – gævi onkur, kanska
Morrissey, kundi greitt
honum nágreiniliga frá,
soleiðis, stev fyri stev, júst
hvussu láturverdur hann er.
Tó, rætt skal vera rætt,
hann hevur staðið fyri
einum tónlistaligum bragdi,
sum var at taka til sín ein
Sting-sang og gera hann
verri. Helst burdi hann,
Daddy... ella Diddy, fingið
ein prís fyri tað.
Um ikki leingi fara vit at
hava prísir, sum ikki endi-
liga hava nakað við tónleik
at gera. Hesum viðvíkjandi
ganga vit í Føroyum so
undan við tónlistakvinnuni,
ið er – og tú ert vælkomin
at flenna, ikki at prís-
móttakaranum... tað kann
"man" ikki! – men sjálvum
prísinum, "Ársins føroy-
ingur".
Ja, tú veitst væl hvør hon
er, hon sjálv, hin heilaga...
kvinnan; eg tori ikki so
mikið sum at skriva navnið
hjá henni, – so góð sum
hon er og í øllum tí hon ger
– eisini tá ið tað kemur til
"áhugaverdar setningar".
Forrestin, veit nakar at siga
hvørt trúliga mætir hugsarir
sosum Desmond Tutu ella
Peter Singer hava fingið
tann fjákuta heiður at
kunna kalla seg ávikavist
"Ársins suðurafrikanari" og
"Ársins avstraliari" og, um
ikki, heldur tú tá, at teir
høvdu tikið ímóti "viður-
kenningini"? Nettupp!
Men tað er bara ein
spurningur um tíð áðrenn
eisini útlandið fer at geva
ikki-tónleikaprísir til hasi,
ið fáast við tónleik, soleiðis
at onkur fer at vinna ein
prís fyri bestu hipp-hopp
lýsingina. Ein av teim
útnevndu fer ivaleyst at
vera Busta Rhymes fyri
hasa, har hann og sonurin,
Busta yngri, koma inn
gjøgnum dyrnar við fleiri
desilitrum av mannablóði á
buksunum, á skjúrtunum, á
brølapuni, ja, báðir tveir
200 prosent blóð-slettaðir!
Og konan, sum sjálv
hevur bundið húgvurnar og
sum ikki vóru ‘desainaðar’
at fara inn í bankar við,
sigur: "Hey Busta baby, not
another hold-up. Look at
the state of those shirts;
that blood will NEVER
come out".
Men tað fer at vera
homofobiski 50 Cent, ið fer
við prísinum. Lýsingin sær
nakað soleiðis út við hr.
Cent
frammanfyri
sína
svarttónaðu
limusinu,
rappandi: "Yo, that goes
like a shot/But I know it’s
not/Going
to
hit
the
spot/Like...
AD-I-DAS.
Hmmm, it’s got/A flow as
hot/As a ho’s G-spot".
Einasti trupulleikin, um-
framt at navnið eyðsýniliga
ikki riggar til restina av
rappinum, er at hetta hevði
elvt til eitt drepandi stríð
við P Diddy og NIKE og
servandu Just do it-milits-
ina.
So, vissuliga hevur 50
Cent heiðurin uppibornan;
og endiliga vinnur onkur í
útlandinum okkurt, við-
komandi hevur uppiborið at
vunnið—sjálvt um prísurin
einki hevur við tónleik at
gera.
Allir hesir prísirnir