hósdagur 31. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 • hósdagur • 31. mars 2005 • 79. árg.
Við Astra GTC 2,0
Turbo við 200 hk eru
Opel væl við í kapp-
ingini í GTI-klassan-
um. Undirvognurin
er ein heppin sam-
eining av komforti og
sportsligum koyri-
eginleikum. Bilurin
sær eisini rættuliga
frekur út
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Opel vilja við Astra GTC
vísa hvussu sportligur ein
sedan við trimum hurðum
og plássi til fýra ferðandi
kann síggja út. Lága runda
taklinjan, saman við kraft-
igu linjuføringini, fær bilin
at síggja út sum hann altíð
er klárur til at leypa avstað.
GTC stendur fyri Grand
Tourismo Compact
Við Astra GTC 2,0 Turbo
við 200 hk eru Opel væl við
í kappingini í GTI-klass-
anum. Við fyrsta eygnakst
sær GTC út sum ein um-
bygdur Astra, men veru-
leikin er tann, at talan er um
ein sjálvstøðugan sportsbil,
sum er gjørdur til at kunna
koyra langt yvir 200 km/t.
Undirvognurin er ein
heppin sameining av kom-
forti og sportsligum koyri-
eginleikum.
Tað er eingin trupulleiki
at aktivera spitaran, so bil-
urin næstan flýgur avstað
og samstundis hava fult
tamarhald á honum. Bilurin
hevur 6 gir og 17" hjól við
225/45-profili, sum eisini
gera sítt til góðu og føstu
koyrieginleikarnar.
Hóast GTC sær nógv
lægri út enn tann vanligi
Astra við 5 hurðum, er
hann bert 3,2 cm lægri, og
tá setrini eisini sita lægri, er
munurin einans 1,2 cm. So
sjálvt hjá stórum persónum
er plássið við forsetrini
ongin trupulleiki.
Astra GTC fæst við fýra
ymiskum motorum: 1,4
litur við 90 hk, 1,6 litur við
105 hk, 1,8 litur við 125 hk,
og 2,0 litur turbo við 200
kh. Seinni kemur GTC í
eini OPC útgávu við 240
hk.
Sum
standard
hevur
Astra 2,0 GTC t.d. EHPS-
elektrohydrauliska servo-
stýring, EBF-bremsukraft-
deilara, ESP-elektroniskt
stabilitetsprogramm, airbag
framman, í síðunum og
gardinairbag eins og air-
condition.
Bilurin sær rættuliga
frekur út, so tað verður
nokk við teimum størru
motorunum at vit koma at
síggja Astra GTC.
Opel Astra GTC 2,0 Turbo
Opel Astra GTC 2,0 Turbo:
Heppin sameining
av komforti og sporti
Motorurin:
2,0 litur 4 syl. bensin (turbo) 200 hk
0-100 km/t:
7,8 sek.
Toppferð:
234 km/t
Bensinnýtsla:
10,8 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd:
225/45-17
Stødd og vekt
Longd:
428,8 cm
Breidd:
175,3 cm
Hædd:
141,3 cm
Eginvekt:
1.275 kg
Viðførisrúm:
380 litrar
Prísur:
Kr. 320.000,-
Søluumboð
P/f Meinhardt Arge
v. Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo
Opel Astra GTC 2,0
Turbo við 200 hk. GTC
stendur fyri Grand
Tourismo Compact
Astra GTC hevur lægri taklinju enn útgávan við 5 hurðum
Kabinan er sermerkt við sportsligum setrum, alu-look og
kromaðum pedalum