hósdagur 31. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 60 - 31. mars 2005
Stjórin í Havnar
Timburhandli leggur
eina við, at hjá
teimum er tíðin við
stórum avsláttrum
farin
TINGHELLA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Frá Heina Fossaa og Havn-
ar Timburhandli skal ein
vanligur kundi ikki rokna
við at fáa størri avsláttur
enn nøkur heilt fá prosent.
Ì seinasta blaðnum fyri
páskir verður í greinini
”Very special prise for you”
hugt nærri at prísum á
vørum í Føroyum.
Analysan
hjá
Sjúrði
Skaale viðger timburhandl-
ar, men hon viðger eisini
fleiri aðrar vinnugreinir.
Tað er eftir egnum vali, at
dentur verður lagdur á
timburhandlar
í
hesari
greinini.
Liðugt
Heini Fossaa, stjóri í Havn-
ar Timburhandli, sigur, at í
hansara fyritøku er tíðin við
stórum avsláttrum ein farin
tíð.
- Við ársbyrjan 2004
settu vit allar okkara prísir
niður, og harvið gjørdu vit
upp við tíðina, har tað bar
til at fáa hesar stóru av-
sláttrarnar, sigur Heini
Fossaa.
Hann sigur, at tað, sum
stendur at lesa í greinini í
páskablaðnum, ikki ber til
longur, men tað hevur borið
til at fáa stóran avsláttur.
Avsláttur verður fram-
vegis givin. Bert ikki á
sama hátt. Vinnukundar
hava aðrar treytir enn
privatir kundar. Og tað ber
til at fáa ein avlsáttur upp á
timbur til kanska eina
- Tað ber til at kjakast um
tað er rætt við prísáseting-
unum, men tað má vera ein
munur á teimum ymsu
keyparunum, har nakrir
keypa nógv og onnur
keypa minni, men vit hava
oftani tær somu útreiðsl-
urnar, sigur Heini Fossaa.
Tænastur samlaðar
Sambært Heina Fossaa
skyldast teir lægru eindar-
prísirnir, at aðrar tænastur
nú ikki verða roknaðar upp
í prísin.
- Àður var tað soleiðis, at
tað var fríkoyring og aðrar
tænastur knýttar at vøruni.
Hetta gav eisini ein stóran
mismun. Tú kundi fáa ein
stóran avsláttur upp á prís-
in, um tú ikki nýtti allar
tænasturnar, men kundin,
sum heintaði sínar vørur
hjá okkum, rindaði fullan
prís, sigur Heini Fossaa
Hann sigur tað vera
ótrúliga torført at fáa fólk at
rinda fyri eina tænastu, og
tí hevði tað verið lættari,
um tænastan var partur av
prísinum, men hann sigur,
at Havnar Timburhandil
hevur valt at gera prísirnar
meira gjøgnumskygdar.
Balslev vil ikki svara
Feskastu atkomuligu rokn-
skapartølini hjá Havnar
Timburhandli og Balslev
vísa, at báðir teir stóru
timburhandlarnir høvdu í
2003 fleiri milliónir hvør í
yvirskoti, men tað ber ikki
til at lesa nakað um um-
setningin í tí eksterna
roknskapinum hjá báðum
teimum stóru timburhandl-
unum.
Meðan Heini Fossá ikki
hevur nakað ímóti at svara
spurningunum hjá Sosial-
inum, so er áhugin ikki til
staðar hjá Bent á Lava,
stjóri fyri Balslev.
- Vit hava eina skipan,
men eg ætli mær ikki at
gera viðmerkingar til tað í
bløðunum, sigur Bent á
Lava.
Hann sigur tó, at hann
metir kapping vera til stað-
ar í stóran mun í Føroyum.
Hesum er Heini Fossaa
eisini samdur við honum í.
Hann vil tískil hvørki
avsannað ella váttað, at tað
ber til at fáa tílíkan avslátt-
ur sum sipað til í greinini í
páskablaðnum.
Kappingarráðið
kannar
Kappingarráðið kannaði í
2002 avsláttarskipanirnar
hjá føroysku timburhandl-
um. Kappingarráðið gjørdi
ikki nakað víðari við málið,
og tað var eingin niðurstøða
gjørd um, at tað var avtalað
nakað millum handlarnar
um prísir.
Kanningin vísti, at allir
timburhandlar
bjóðaðu
stórar avsláttrar og eisini
provosión ella bonus til eitt
nú byggimeistarar.
Tað ber til at lesa um
kanningina á
www.kapping.fo
Tað er einki skeivt í
at bjóða ymsum
kundum ymsar
prísir. Tað er rættur,
sum handilsmenn og
fyritøkur hava
TINGHELLA
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Diskriminering er, um-
framt at vera lítið føroyskt,
eitt ógvuliga negativt orð.
Tað kann oftast setast í
sambandi
við
ymiskt
ógvuliga óheppið og oft-
ani ólógligt.
Men í búskaparfrøðini
og í handilsvinnuni er
prísdiskriminering eitt
púra vanligt hugtak, sum
ikki er nógv annað enn
fakligt.
Prísdiskriminering
merkir, at tú selir eina
vøru til ymsar prísir.
Tað eru tríggir hættir at
fremja eina tílíka dis-
kriminering. Special price
for you fellir undir prís-
diskrimenering av fyrstu
grad. Ein søgan um ein
kommunulækna,
sum
kennir øll fólkini í økin-
um, og harvið kann prís-
áseta eftir, hvussu nógv
hann veit, at fólkini eru før
fyri at gjalda. Tað næsta
slagið av prísdiskreminer-
ing er at seta vørur saman
ella í fleiri útgávum. Hetta
sæst eitt nú í Office pakk-
anum hjá Microsoft. Tann
triði hátturin er tann mest
vanligi. Hesin hátturin
býtir fólk upp í ymisk
segment. Tað merkir, at
ymsir bólkar fáa ymsar
prísir.
Ein rættur
Tað er sum so einki skeivt
í at selja eina vøru til
ymisk fólk til ymsar prísir.
Hetta er eisini púra van-
ligt. Eitt nú nýggju prís-
irnir hjá Atlantsflog eru
eitt dømi upp á prísdis-
kriminering, men tað er
eingin, sum setir spurnar-
tekin við hesar prísirnar.
Frá føroyska Kapping-
arráðnum frætta vit, at tað
er ein rættur hjá fyritøkum
at áseta ymsar prísir á
henda hátt. Tað er eingin
óvæntað niðurstøða, og á
ongan hátt nakað serfør-
oysk hugtak. Og tað finn-
ast óteljandi nógv dømi
um prísdiskrimering í Før-
oyum
Kann vera ólógligt
So leingi eingin avtala er
millum partarnar um at
hava somu prísir ella at ein
fyritøka misnýtir eina
møguliga serstøðu, so er
eingin til hindurs fyri at
diskriminera í prísum.
Prísdiskriminering sæst í
øllum londum. ES lóggáv-
an roynir tó at forða yms-
um prísum til ymisk lond.
Tað er stór ósemja um,
hvussu heppið tað er við
teimum ymsu prísunum.
Ein
fyrimunur
verður
sagdur at vera, at øll fólk
kunnu keypa eina vøru við
diskrimenerandi prísáset-
ingum. Mest nýtta grund-
gevingin ímóti er, at fleiri
fólk á henda rinda yvir-
prís, og tískil ikki fáa út-
nytta ein part av keypinum
til onnur endamál, og hetta
ikki er í tráð við markn-
aðartreytirnar.
Ein rættur at diskriminera
Lidnir við avsláttur
Timbur eins og aðrar vørur verður selt til ymisk fólk til ymsar prísir