hósdagur 31. mars 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 31. mars 2005
27
felagnum,
men
kann
kortini í dag staðfesta, at
áhugin fyri felagnum er
vaktur.
– Fólk úr stórum parti av
landinum hava longu sett
seg í samband við meg. Tey
hava ringt úr Havn, Runa-
vík, Norðoyggjum og aðra-
staðni í Eysturoynni.
– So nú er klárt hjá okk-
um at leggja til brots, sigur
Mortan.
Ætlanin er bert at gera
smærri arbeiðir fyri fólk.
Og tí verða slíkar uppgávur
sum húsabygging og líkn-
andi ikki partar av virk-
seminum í Húsa- og Garðs-
røkt.
Inni og úti
Tá ein tosar um bygdina
Morskranes so verður hon
neyvan sett í samband við
ídnaðarøki,
vinnumøgu-
leikar og ídnað.
Tú hevur koyrt gjøgnum
Strendur og ert farin um
Eystnes, og nú liggja
tríggjar bygdir fyri framm-
an. Tann mittasta teirra er
Morskranes.
Fyri mong er hetta helst
at meta sum ein sovibygd,
har neyvan nógv virksemi
er at hóma.
Men her finst kortini
hetta felagið við tí rættiliga
breiða og umfatandi navn-
inum "Húsa- og Garðs-
røkt". og Mortan Justesen
ætlar kortini, at hetta fe-
lagið skal liva upp til sítt
navn:
– Endamálið við hesum
felagnum er at kunna veita
fólki ymiskar smærri húsa-
tænastur.
– Vit ætla tí at bjóða fram
eitt tilboð til fólk, sum
fevnir um snøgt sagt øll
smærri arbeiði innanveggja
og uttanfyri: Bæði máling,
velting, elarbeiði, tapetser-
ing og mangt annað, sigur
Mortan.
Umframt hesar tænastur-
nar so hevur hann í eina tíð
havt eitt lítið virki, sum
hevur framleitt flísar til
urtagarðar, og er hetta
virkið eisini ein partur av
tilboðnum til fólkið.
Hann hevur gjørt ymsar
royndir við hesum flísun-
um, og fólk hava tikið væl
ímóti teimum.
– Vit hava roynt at leggja
okkum eftir at gera ar-
beiðið so væl og so bíligt
sum gjørligt, samstundis
sum fólk eru við til at
stuðla føroyskari arbeiðs-
megi, sigur Mortan.
Á rættari leið
Hetta felagið á Morskra-
nesi er rættiliga nýtt, og
hevur enn ikki lýst so nógv
og hevur í aðrar mátar ikki
gjørt nógv vart við seg fyri
almenninginum.
Teir hava kortini havt
lýsingar í dystarbløðunum,
sum hondbóltsfelagið á
Strondum – StÍF – hevur
givið út í sambandi við
heimadystir sínar.
Hóast hesa spøku byrj-
anina, so er kortini líkt til at
fólk kring landið hava givið
hesum felagnum gætur. Tí
Mortan hevur longu nú
fingið bíleggingar úr stór-
um pørtum av landinum.
– Hetta gevur okkurt mót
til at halda fram. Og gevur
okkum eisini hug til at
halda fram, tí vit soleiðis
fáa at vita, at vit eru á rætt-
ari leið, sigur Mortan Juste-
sen.
Tá sagt verður "vit", so
leggur Mortan dent á, at
hann fyri sovítt er einsa-
mallur í felagnum. Men eru
aðrar uppgávur, enn hann
sjálvur megnar, so hevur
hann avtalur við aðrar
menn um at hjálpa til í
arbeiðinum.
Teir hava í eina tíð arbeitt
við
at
fyrireika
hesa
tænastuna, og vænta, at teir
fara til arbeiðis av álvara
um ein mánað ella so.
in
Mortan Justesen sig-
ur, at felagið bjóðar
sær til at virka sum
húsavørðar fyri feløg
og fyritøkur
VINNUMØGULEIKAR
Snorri Brend
Morskranes: Tað er sjálv-
andi altíð ilt at meta um,
hvør fer at gera nýtslu av
tilboðnum frá Húsa- og
Garðsrøkt. Men Mortan
væntar, at serliga eldri
fólk fara at gera brúk av tí.
Í mongum húsum eru
ofta smærri uppgávur at
loysa, og er eingin hand-
verkari í húsinum ella í
familjuni, so er neyðugt at
fara til aðrar.
Støðan er her mangan,
at trupult er mangan at fáa
fatur á einum handverk-
ara, meðan aðrir als ikki
tíma so væl at gera slíkar
smærri umvælingar og
ábøtur á hús. Tí kunnu
hesi arbeiði gerast rætti-
liga kostnaðarmikil hjá
fólki.
Summastaðni hava fólk
ein rættiliga stóran garð,
sum sjálvandi krevur røkt
ein stóran part av árinum.
Tey makta ikki hetta, og tí
hevur hetta nýggja felagið
eisini ein møguleika at
gera slík arbeiði fyri fólk.
– Tað er tí kanska rætt-
ast at siga, at okkara felag
fer at virka sum ein pedel-
tænasta, sum fevnir bæði
um garðin og tekjuna hjá
fólki, sigur ein bjartskygd-
ur Mortan.
Ein annar partur av
tilboðnum hjá Mortani er
at virka sum húsavørður á
støðum, har ein hevur
brúk fyri einum slíkum,
men har ein kanska ikki
hevur ráð at hava ein
slíkan í fulltíðar starvi.
Her kunnu so virkir og
stovnar, sum vilja hava
bygningar sínar hildnar
viðlíka, gera brúk av tæn-
astuni hjá Húsa- og Garðs-
røkt á Morskranesi.
Gera sum mest
sjálvur
Ein spurningur, tá ein fer
undir slíkt virksemi, er
altíð: Hvagani kom hetta
hugskotið við flísunum?
– Hetta er ikki nakað
kollveltandi hugskot sum
so. Eg arbeiddi á skipa-
smiðjuni á Skála í mong
ár, men gavst so, tí eg
hevði hug at royna okkurt
annað.
– Eg sá, at eingin annar
framleiddi flísar í Føroy-
um. Og hetta var tí ein
upplagdur møguleiki at
bróta upp úr nýggjum,
sigur Mortan um hesa ætl-
anin, sum nú verður víðk-
að við tí nýggja tilboð-
num.
Tann
handverksliga
partin av tænastuni er í
góðum
hondum
hjá
Mortani,
men
annars
verður hann væl stuðlaður
av øðrum handverkarum,
sum fara at hjálpa honum í
arbeiðinum.
Hann hevur longu gjørt
avtalu við eitt elvirki, og
er talan um størri timbur-
uppgávur eru menn til
taks at arbeiða eisini í
hesum.
– Annars ætli eg mær at
gera sum mest sjálvur,
sigur Mortan.
– Upplagdur møguleiki
at bróta upp úr nýggjum
– Eg hevði hug at royna okkurt annað. Tá eg so sá, at eingin annar framleiddi flísar í Føroyum, var hetta ein upplagdur
møguleiki at bróta upp úr nýggjum, sigur Mortan, sum nú bjóðar seg fram sum húsavørð hjá fólki og fyritøkum
Mynd: Jens Kr. Vang