Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 60 - 31. mars 2005 Eitt nýtt felag bjóðar seg fram at gera smærri arbeiðir innanveggja og uttanveggja hjá fólki. – Vit ætla at gera smærri arbeiðir fyri fólk - úr urtagarðin- um og heilt upp á tekjuna, sigur Mortan Justesen á Morskra- nesi, sum stendur aftanfyri "Húsa- og Garðsrøkt" VINNUMØGULEIKAR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Morskranes: Tú kennir støðuna: Tú eigur eini hús og teimum tørvar smærri ábøtur. Hvørki tú, ella nak- ar annar í nánd av tær, kann gera hetta. Tú leitar eftir einum handverkara, men tað ber honum ikki til at gera hetta: Annaðhvørt tímir hann ikki so væl, ella hevur hann úr at gera við øðrum og kanska meiri spennandi uppgávum. Samstundis stendur tú og hyggur eftir, meðan húsini standa og rópa eftir eini ábót, - ein ábót, sum kann gerast kostnaðarmikil, um arbeiðið ikki verður gjørt rættiliga skjótt. Ella – tú eigur ein stóran urtagarð, sum einaferð var vakur og alt angaði av nýslignum grasi og føgrum blómum. Nú er styrkin og áhugin hjá tær ikki hin sami, og ókrútið sær út til at gera sær dælt av hesi støðuni. Hvat er til ráða at taka? Hvønn skalt tú venda tær til at gera hesa einu uppgáv- una, ella at røkja urtagarðin alt árið? Tað vóru júst hesir somu spurningarnir, sum komu til virkisfúsa Mortan Juste- sen á Morskranesi. Og hann ynskti at gera nakað við tað. Hann hevði nevniliga sæð tørvin hjá so mongum øðrum, og ynskti nú at bjóða fram eina tænastu sum eitt slag av húsavørði fyri fólk, fyritøkur og feløg. Felag hansara kallast "Húsa- og Garðsrøkt", og fer í næstum undir virk- semið sítt kring alt landið. Áhugi kring alt landið Nú Mortan er til reiðar við tænastu síni, ynskir hann ikki á nakran hátt at leypa framav. Alt verður byrjað við varsemi. Hann kennir nógv fólk, og hann hevur eisini sagt teimum frá hesi nýggju tænastuni, sum eisini um- fatar tær flísarnar, hann sjálvir stoypir á Morkra- nesi. Hann hevur ikki enn lýst stórvegis um ætlanirnar hjá Av tekjuni niður í urtagarð – Vit ætla at bjóða fram eitt tilboð til fólk, sum fevnir um snøgt sagt øll smærri arbeiði innanveggja og uttanfyri: Bæði máling, velting, elarbeiði, tapetsering, og at stoypa flísar og síðani leggja tær á, sigur Mortan Justesen av Morskranesi Mynd: Jens Kr. Vang