Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað hevur nervað manna- rættindini, at vesturlendsk- ar stjórnir hava lagt so stóran dent á handil og áhugamálini hjá sínum egnu fyritøkum. Ein leve- randørur til amerikansku verjuna, DynCorp, sum er skuldsettur fyri at hava brotið mannarættindini ferð eftir ferð, gav republi- kanska flokkinum 150.000 dollarar. Stjórnin hjá Bush gav fyritøkuni eftirlits- uppgávur í Irak, eftir at Saddam Hussein var fallin. ES gjørdi tollsamgongu við Turkaland, samstundis sum Evropatingið segði seg stúra fyri, at landið breyt mannarættindini og stúrdi fyri fólkamorði móti kurd- arum har eysturi í Turka- landi. Ár um ár gjørdi Vesturheimurin lítið, tá stýrið hjá Sami Abacha generali framdi brot á mannarættindini í Nigeria. Handils- og oljuáhugamál vóru við yvirlutan. USA styðjaði talibanarnar í Afghanistan líka til 1997, hóast teir framdu ræðulig brot á mannarættindini, kúgaðu kvinnur, avrættaðu fólk alment og stóðu fyri ósemjiligari islamiskari fundamentalismu. Ein høv- uðsorsøk var, at ameri- kanska oljufelagið Unocal hevði gjørt avtalu við Taliban-stýrið um at byggja ein gassleidning fyri tvær miljardir dollarar og ein oljuleidning fyri 2,5 mil- jardir dollarar úr Turk- menistan gjøgnum Afghan- istan til Pakistan. Tað stendur lítið mætari til í Saudiarabia, tá tað ræður um mannarættindi, men útlendskir myndug- leikar vilja ikki seta síni viðurskifti við hetta olju- ríka fúrstadømi í váða. Tey gera framvegis landið út við útgerð, sum kann brúk- ast til tortur og aðra ringa viðferð av fangum. Í tíðar- skeiðinum 1980-93 góð- kendu amerikanskir mynd- ugleikar søluavtalur um ma. fótleinkjur og hondjørn at læsa tumlarnar fastar við. Vesturheimurin heldur eisini fram at gera seg til vins við Kina, tí vestur- lendskar fyritøkur hava góðar marknaðarmøguleik- ar har. So hevur tað minni at týða, at Kina loyniliga fongslar kristin og polit- iskar frávíkjarar, sýtir ar- beiðarafjøldini hennara rættindi sambært manna- rættindarkonvensjónini og brúkar fongslini til tving- silsarbeiði. Mundu menningarlond- ini ikki lurtað, um eitt land sum USA, ið hevur so stóran marknað og kann gera so stórar íløgur, hevði kravt, at ein treyt fyri góð- um handilssambandi er, at mannarættindini verða vird? Finst nakað land í alheims búskapinum, sum hevur ráð at vísa slíkari treyt frá sær og við tí hand- ilssambandinum við Vest- urheimin? Er tað ikki so, at Vesturheimurin hevur slept mannarættindarmálinum, hóast hann ikki var noyddur til tað? Demokratiið viknar Tað eru ikki bara manna- rættindini, sum eru burtur- víst. Stóran part av 20. øld viknaði demokratiið í mun til marknaðarkreftirnar. Ongastaðni sæst hetta so væl sum í USA, framherj- anum fyri fólkaræði um all- an heim, har tað javnan verður loyvt, at demo- kratiið verður sett lægri enn kapitalisman hóast øll uppáhald um, at demo- kratiið kemur í fyrstu røð. Tá Boris Jeltsin kleyv upp á ein stríðsvogn á Reyða Torginum í august 1991, segði George Bush eldri, at demokratiið mátti ráða. Hann meinti neyvan við eina skipan, har fólk sluppu at atkvøða. Hann ynskti heldur, at Russland fekk eina skipan, sum gagnaði amerikanskum áhugamálum og samsvar- aði amerikanskum bú- skaparligum virðum. Ein einavaldsskipan, lík henni í Singapore, hevði vist verið ófør. Mangir íleggjarar í Amerika og øðrum londum vestanfyri halda, at Russ- landi tørvar ein lagaligan einaræðisharra. Noreena Hertz skrivar, at tá hon var í Russlandi frá 1991-93, varð hon sannførd um, at tær amerikansku uttanríkispolitisku avgerð- irnar vóru grundaðar á ta fatan, at amerikanska skip- anin og hennara virði verða best vard við einari global- ari skipan, grundað á tørvin hjá privata kapitalinum, íroknað ognarrættin og fría atgongd til marknaðin. Fleiri dømi benda á slíkt. Í 1953 fekk CIA tað væl- umtóktu stjórnina hjá Mossdeq frá í Iran, tí hon kravdi, at oljufelagið Anglo-American – seinni BP – skuldi leggja størri part av vinninginum eftir seg í Iran. Shahurin, sum kom til ræðið, broytti hesa avgerð beinanvegin. Í 1954 hjálpti USA til at koyra tann valda forsetan í Guatemala, Jacobo Arbenz, frá, tí hann hevði tjóðar- tikið 80% av United Fruit Company. Amerikanski uttanríkisráðharrin John Foster Dulles hevði fyrr starvast í sakføraravirkin- um, sum nú umboðaði United Fruits, og beiggi hansara, CIA-sjefurin Allan Dulles, hevði sitið í legat- stýrinum hjá fyritøkuni. Eitt einaræði, styðjað av CIA, tók við valdinum og framdi í 40 ár tey ringastu brotini á mannarættindini í øllum Vesturheiminum. Í 1964 hjálpti USA hern- aðarligum politikarum at koyra ta fólkavaldu stjórn- ina í Brasilia frá, tí hon var ov vinstrasinnað. Tey næstu 30 árini stýrdu einaræðis- harrar Brasilia. USA styðjaði ódemokra- tisk stýri sum Ferdinand Marcos á Filipsoyggjunum, Pinochet í Chile og apart- heidstjórnina í Suðurafrika. Kirkpatrick, ST-sendiharri hjá Reagan, segði, at hesi autoriteru stýri vóru ódemokratisk, korrupt og kúgaðu fólkið, men USA kundi samstarva við tey, tí tey vóru fyri einari opnari búskaparligari skipan. Har- afturímóti vóru totaliter stýri sum á Kuba, í Sovjet og Kina ónd, tí tey høvdu eftirlit við øllum samfelag- num, serliga búskapinum sum var afturlatin fyri pri- vatum fyritøkum og út- lendskari atgongd. Alla síðstu øld fjaldi USA sín uttanríkispolitikk, sum er grundaður á hand- ilslig atlit, aftan eitt tjald av demokratiskum fyrilitum. Næstan øll kapitalistisk lond gera nú tað sama sum USA. Kappingin um búskaparlig áhugamál er komin í staðin fyri hugsjón- arligar munir í heims- politikkinum. Fleirtjóða fyritøkurnar eiga ein størri part av ognarviðurskiftun- um í hesi nýggju heims- skipanini enn mangar stjórnir. Tá stórkapitalurin og statirnir hava ymisk áhugamál eru tað oftari og oftari fyritøkurnar, sum seta dagsskránna. Ongastaðni sæst hesin misjavnin so væl sum á høvuðsborgini hjá heims- handils felagsskapinum WTO í Genève. Har verða avgerðir tiknar, sum avmarka møguleikarnar hjá statunum at tryggja áhuga- málini hjá borgarunum, eisini í teimum førunum, tá statirnir vilja tað. Eitt dømi er, at í 1996 gjørdi Massachusetts av, at tey vildu ikki gera almenn- ar sáttmálar við fyritøkur, sum høvdu handil við ella í Burma, tí landið breyt so ofta mannarættindini. Uni- lever, Siemens og tveir hollendskir bankar vóru saman við øðrum evro- peiskum fyritøkum millum teirra, sum tóktust at tapa uppá hesa avgerð. Fyritøk- urnar fóru til verka í Brüss- el. Tað endaði við, at ES hótti við at leggja málið fyri WTO við teirri grund- geving, at avgerðin var ein órættvís handilsforðing. Samstarvsfelagsskapurin ASEAN ætlar at stýra handlinum í Suðureystur- asia frá 2006. Tað fer helst at hava við sær, at mynd- ugleikarnir í Vietnam noyð- ast at taka forboðið móti at flyta inn sigarettir av. Í 1966 samtykti Evropa- tingið við 366 atkvøðum fyri og ongari ímóti at seta forboð fyri hormonvið- gjørdum kjøti, tí hildið varð, at tað kundi elva til krabbamein, minka gitnað- arførið hjá monnum og framskunda kynsbúningina hjá børnum. Tríggjar mán- aðir seinni kærdi USA – eftir kravi frá stórum fyri- tøkum – málið fyri WTO sum ólógliga innflutn- ingsforðing. Árið eftir gav WTO amerikanarum við- hald. Ein leiðregla hjá WTO er at forða fyri forboði móti at flyta inn egg frá búrhønum. Tað merkir, at amerikanskir framleiðarar kunna selja egg bíligari enn evropearar, um búrhønur verða for- bodnar her. Í roynd og veru hevur WTO næstan altíð, tá um- hvørvismál hava verið fyri, dømt samsvarandi áhuga- málunum hjá vinnulívinum heldur enn ynskjunum frá demokratiskt valdum stjórnum. Uttan at standa nøkrum til svars hevur WTO avmarkað okkara møguleikar at velja, hvat vit vilja eta, og sett seg om- an fyri lógir samtyktar á demokratiskan hátt. Í fleiri mátar hevur WTO roynst konstruktivt. Áðrenn felagsskapurin varð stovn- aður førdu handilsligar ósemjur ofta til drúgv og oyðileggjandi handils- kríggj. Í 1930-unum til dømis var miðal tollurin í heiminum 45%, og rík lond avbyrgdu seg og vóru sjálvbjargin. Kortini er tað so, at við at noyða frí- handilsdoktrinir uppá statir, ger WTO tað alsamt tvør- ligari hjá londum ikki at seta handilslig áhugamál fremst, eisini í teimum førum, tá veljararnir ella stjórnirnar hava hug at fremja onnur áhugamál. Soleiðis viknar tann tjóð- skaparligi suvereniteturin. Alt samalt til frama fyri evropeiskar og ameri- kanskar stórfyritøkur. Nr. 60 - 31. mars 2005 25 Í 1999 ætlaði fíggjarmálaráðharrin Oskar Lafontaine at hækka felagaskattin, men ein bólkur av fyritøkum forðaði hesum