hósdagur 31. mars 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tjóða fyritøku? Ein heimur,
har forbrúkarin hevur eitt
sindur av valdi, meðan tey,
sum ikki hava ráð til for-
brúk, einki vald hava?
Teir stóru flokkarnir hava
tey seinastu árini talað um
at fáa kapitalismu og alsk
til menniskja at sættast.
Tony Blair hevur tosað um
“tann triðja vegin”, og
Bush tosar um “samvitsku-
fulla konservatismu”.
Í Amerika ljóðar hetta
meir og meir innantómt.
USA er á botni, tá mált
verður, hvussu stóran part
av bruttotjóðarfram-leiðsl-
uni ídnaðarlondini brúka til
sosial tiltøk og at basa mis-
javna.
Í Bretlandi hevur Labour
verið ført fyri at minka
ójavnan, hóast stjórnin
virkar inna fyri avmark-
ingarnar
hjá
globalu,
kapitalistisku
skipanini.
Hóast alt hava tær seinastu
fíggjarlógirnar
gagnað
teimum fátæku. Tey niðastu
10% hava vunnið 9%, með-
an tey ovastu 10% einki
hava vunnið. Meira enn 2,5
miljardir pund eru fluttar úr
ovaru í niðaru helvt av
inntøkustiganum. Í 2000
boðaði
fíggjarmálaráð-
harrin Gordon Brown frá,
at hann ætlaði sær at bróta
forboðið móti øktum út-
reiðslum og hækka al-
mennu útreiðslurnar við 43
miljardum pundum. Pen-
ingurin skuldi brúkast til
útbúgving og nýggj ar-
beiðspláss,
barnavernd,
flutning, fátækar landspart-
ar og miðbýarprosjekt. Or-
søkin til, at hetta bar til, var
tann sterka búskaparstøðan.
Útgjaldið til arbeiðsleys
minkaði, meðan skattainn-
tøkurnar vuksu nógv. Eisini
vann ríkiskassin pening við
at selja fartelefonnetið.
Vit sleppa ikki av við
ráðaloysið í kapitalistisku
øldini við at láta sum einki.
Altjóða kreftir máa undan
evnunum hjá myndugleik-
unum at varðveita vælferð-
arsamfelagið og at temja
búskaparvaldið soleiðis, at
samfelagið gerst meira
humant og rættvíst. Sam-
vitskan loyvir okkum ikki
at lata vera við at umrøða
møguleikan at avmarka
anglo-amerikansku kapital-
ismuna, eina skipan sum so
skammleys lívgar tey ríku
og setir profittmotivið fram
um alt annað. Tað er vill-
leiðandi at siga, at vit
sleppa undan í framtíðini at
sóna málini um sosialt rætt-
vísi og búskaparvøkstur
uttan at spyrja: Vøkstur fyri
hvønn?
Ídnaðarnjósning
Stjórnirnar muga fara í holt
við teir grundleggjandi
spurningarnar
og
ikki
sníkja seg uttanum, skrivar
Noreena Hertz. Hon skrivar
eisini nógv um ídnaðar-
njósning, sum serliga Bret-
land og USA hava staðið
fyri, eftir at kommunisman
fall. Tær radarskipanir, sum
vóru gjørdar á syðru hálvu,
at verja seg móti kommun-
ismuni, vórðu eftir 1991
brúktar til at hava eftirlit
við virkseminum hjá fyri-
tøkum í londum, sum vóru
sameind við Bretland og
USA. Hetta kom fram í
árinum 2000, tá ameri-
kanska
verjumálaráðið
legði skjøl, sum høvdu
verið loynilig, út á Inter-
netið. Frammanundan visti
almenningurin
ikki
av
hesum. Tøknifrøðin var nú
so væl útbygd, at skipanir-
nar kundu fáa fatur á
hvørjum einasta orði, sum
varð sagt, hvørjum faksi og
telduposti, sum fór gjøg-
num fylgisvein um allan
heim. Tað rakti okkum øll.
Fáar dagar eftir, at hetta
kom
fram,
kunngjørdi
Evropatingið eina frágreið-
ing, har amerikanskar fyri-
tøkur vórðu skuldsettar fyri
at hava stolið sáttmálar,
sum evropeiskar og asiat-
iskar fyritøkur skuldu havt.
Frakland legði sak móti
Bretlandi og USA, í Italia
og Danmark vórðu løg-
frøðiligar og parlamentar-
iskar kanningar settar í
verk, og ein belgiskur limur
í Evropatinginum segði
framferðina vera brot á
mannarættindini.
“Evropearar vóru skak-
aðir, tá teir vórðu varugir
við, at Big Brother var ikki
longur tað kommunistiska
Russland ella Reyða Kina,
men at tað var USA, ið
skuldi eitast at vera sam-
eint
hjá
Evropa,
sum
njósnaðist hjá evropeiskum
forbrúkarum og fyritøkum
fyri at vinna sær sjálvum
handilsligan
fyrimun”,
skrivar høvundurin.
Eitt dømi um ídnaðar-
njósning er Enercon, ein
týskur framleiðari av vind-
generatorum. Í 1999 upp-
fann fyritøkan ein máta at
generera el frá vindmyllum
nógv bíligari, enn gjørligt
var frammanundan. Tá fyri-
tøkan royndi at marknað-
arføra uppfinnilsið í USA,
fekk hon at vita frá ameri-
kanska kappingarneytanum
Kenetech, at hon hevði
longu tikið patent uppá eina
tøknifrøði, ið var meinlík
teirri týsku. Ein dulnevndur
amerikanskur
ídnaðar-
njósnari greiddi síðani frá,
at hann hevði gjøgnum
fylgisvein avlurtað telefon-
og datulinjurnar millum
rannsóknarstovuna
og
framleiðsludeildina
hjá
Enercon. Upplýsingarnar
vórðu so latnar Kenetech.
Ein franskur løgfrøð-
ingur segði í 2000, at “tú
kanst vera vísur í, at hvørja
ferð ein franskur ráðharri
tosar í fartelefon, verður
hann avlurtaður.”
Tíðliga í sínum fyrra val-
skeiði vardi Bill Clinton
rættin hjá amerikanska
vinnulívinum at fremja
ídnaðarnjósning. Hann er
endurgivin fyri at siga:
“Tað, sum er gott fyri Bo-
eing, er gott fyri Amerika.”
Og Noreena Hertz spyr:
“Var hetta tann nýggja
heimsskipanin, vit vónaðu
at fáa í kalda krígnum?”
Men rætt skal vera rætt.
Tað vóru ikki bara bretar og
amerikanarar, sum njósn-
aðust. Tað gjørdu hini
ídnaðarlondini eisini. Í ES-
frágreiðingini varð sagt, at
Frakland
og
Týskland
samstarvaðu um at avlurta
bæði Norður- og Suður-
amerika. Kina eggjar kines-
iskum studentum uttan-
lands til at senda ídnaðar-
loynidómar heim, og japan-
arar eru kendir sum rætti-
ligir meistarar í ídnaðar-
njósning.
Eftir kalda kríggið, í øld-
ini hjá altjóða lat-standa-til-
kapitalismuni, tykist tað,
sum at handilslig og bú-
skaparlig áhugamál hava
størri týdning enn øll
tjóðskaparlig
áhugamál.
Myndugleikarnir eru ikki
longur náttarvørðar, sum
Adam Smith helt, teir áttu
at vera fyri at tryggja vinn-
uni góð úrslit, men heldur
duravørðar alt samdøgrið
fyri høvuðsskrivstovuna hjá
børsnoteraða privata parta-
felagnum.
Handilsmál
fram um alt
Búskapur er tann nýggi
politikkurin, og tað er
vinnulívið, sum heldur róð-
rinum. Fyrrverandi ameri-
kanski uttanríkisráðharrin
Madeleine Albright segði,
at eitt høvuðsstarv hjá utt-
anríkisráðnum var at ansa
eftir, at áhugamálini hjá
amerikanskum fyritøkum
og arbeiðstakarum vórðu
rættvíst viðgjørd. Tað er
eisini eyðsýnt, at USA vildi
hava herfong í Irak, tí ein-
ans amerikanskar fyritøkur
sluppu við á listan av úr-
valdum fyritøkum, sum
skuldu byggja Irak upp-
aftur.
Handilslig
áhugamál
gjørdust eisini skjótt mest
týðandi mátturin í Russ-
landi, eftir at Sovjetsam-
veldið hoknaði saman. 20.
september 1994 skrivaði
almenna oljufelagið Lukoil
undir sáttmála um at leita
eftir olju í Aserbadjan
saman við vesturlendskum
oljufeløgum sum BP, Agip
og Statoil. Sáttmálin varð
kallaður
“aldarinnar
kvetti”, tí roknað varð við,
at oljuframleiðslan í Aser-
badjan fór at geva 100 mil-
jardir pund í profitti. Russ-
iska stjórnin hevði annars
hildið fast við, at einki
kaspiskt land hevði rætt til
at framleiða olju til havs.
Russiska
uttanríkisráðið
mótmælti eisini avtaluni,
men meira hendi ikki.
Handilslig áhugamál ota
seg eisini fram aðrastaðni í
heiminum. Stutt eftir, at
Arbeiðaraflokkurin hevði
vunnið valið í Bretlandi í
1997, góðkendi uttanríkis-
ráðharrin Robin Cook ein
sáttmála um vápnasølu til
Indonesia. Alment hevði
stjórnin sagt, at hon fór at
reka ein “etiskan uttan-
ríkispolitkk”,
sum setti
forboð fyri at selja stjórn-
um vápn, sum kundu hald-
ast at brúka tey til innlendis
kúgan, brot á mannarætt-
indini ella álop á annað
land. Longu tá var stórur
ótti fyri, at Indonesia fór at
fremja fólkamorð í Eystur-
timor, sum jú eisini hendi
fá ár seinni. Í Bretlandi
arbeiða meira enn 400.000
fólk í vápnaídnaðinum.
Hetta dømi vísir, at
áhugamálini hjá einstøkum
fyritøkum og einum heilum
ídnaði kann stýra uttan-
ríkispolitikkinum
uttan
moralsk,
humaniter
og
løgfrøðilig fyrilit.
Indonesia er ikki einasta
land, sum hevur fingið
fyrimun av bretska handils-
politikkinum. Tað fyrsta
árið,
Arbeiðaraflokkurin
hevði valdið í hesum um-
fari, varð ein hópur av
vápnaavtalum við etiskt
ivasamar stjórnir góðkend-
ar: 84 við Pakistan, 42 við
Sri Lanka og 105 við
Turkaland.
Bretski
almenningurin
var vanur við slíkan atburð
frá fyrrverandi konserva-
tivum stjórnum. Millum
gølurnar kann nevnast, at
tað segðist, at Mark, sonur
Margaret Thatcher, fekk
fleiri miljónir pund í provi-
sjón, tá mamman skrivaði
undir eina vápnaavtalu við
Saudiarabia fyri 20 mil-
jardir pund í 1985.
Í navninum á teimum
kappingarføru
marknað-
unum eru tað tey privatu
áhugamálini, sum verða
røkt, meðan etikkur hevur
lítlan týdning.
24
Nr. 60 - 31. mars 2005
USA styðjaði talibanarnar í Afghanistan líka til 1997, hóast teir framdu ræðulig brot á mannarættindini
Framhald av síðu 23