hósdagur 31. mars 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3. partur
VINNUBÓKMENTIR
Finnbogi Ísakson
Munurin millum rík og
fátæk lond og millum rík og
fátæk fólk í londunum er
vaksin tey seinastu 20-25
árini,
skrivar
Noreena
Hertz í sínari bók. Sum
dømi nevnir hon, at 13,7%
av amerikanska fólkinum –
36,5 miljónir – liva í fá-
tækradømi, meðan 1% av
fólkinum eigur 40% av
landsins ríkidømi. Fyri 25
árum síðani vóru tað 13%
av fólkinum, sum áttu tey
40 prosentini. Hetta merkir,
at 13.000 tey ríkastu húsar-
haldini í Amerika hava
næstan líka nógv í inntøku
sum tær fátækastu 20 mil-
jónirnar húsarhaldini. Støð-
an er ikki nógv mætari í
fleiri øðrum londum, sum
teljast millum tey mest
framkomnu í heiminum.
Tey, sum taka undir við
globalu kapitalismuni, siga,
at hetta er ein skiftisstøða,
at skipanini bagir einki,
men at ov stutt tíð er frá-
liðin síðani umskipanina.
Vælstandurin fer at enda at
røkka øll. Kanska viðganga
tey, at skipanin hevur íborið
miskunnarloysi, men gera
ta niðurstøðu, at fyri sam-
felagið sum heild er prís-
urin fyri nýliberalismuna
verdur at gjalda. Men hvør
skal taka sær av teimum,
sum tapa uppá kapitalism-
una, meðan vit bíða eftir, at
øll skula fáa gagn av henni?
Tað tykist ikki, sum at
staturin fer at gera tað.
Uppfatanin hjá Reagan og
Thatcher hevur stóra undir-
tøku – uttan mun til floks-
lit. George Bush hevur
boðað frá fleiri tiltøkum,
sum skula flyta ta sosialu
ábyrgdina av borgarunum
frá statinum til hin ein-
staka. Eitt er, at fólk skula
syrgja fyri síni egnu pen-
sjón við at seta pening í
partabrøv. Trúarfeløg og
sjálvbodnir
felagsskapir
fara meir og meir at fáa
ábyrgdina av at nøkta
sosiala tørvin. Men mynd-
ugleikarnir høvdu kanska
ikki kunnað gjørt so nógv
við tey sosialu viðurskift-
ini, hóast teir høvdu viljað.
Sum fyrrverandi stjórin í
týska tjóðbankanum Hans
Tietmeyer segði: “Politik-
ararnir muga skilja, at nú
verða teir stýrdir av fíggj-
armarknaðunum og ikki
sum fyrr av almennum
kjaki.” Heldur fíggjarmark-
naðurin, at útbygging av
almenna heilsuverkinum
ella skúlaverkinum gerast
ov dýr, svarar hann aftur
við hægri rentustøði ella
fallandi valuta. Á henda
hátt bjóðar fíggjarmarkn-
aðurin sjálvari sjálvstøðu
ríkisins av. Tann globala
kapitalisman dikterar meir
og meir, hvat stjórnirnar
kunna og ikki kunna gera.
Fleirlanda fyritøkurnar
eru vitandi um tað vald, tær
hava. Tær krevja alla tíðina
betri treytir. Tær vilja ikki
byggja verksmiðjur í lond-
um, har lønir og skattir eru
ov høg, krøvini ov stór, og
studningur og lán ikki
standa í boði, ella taka tær
seg úr slíkum londum. Meir
og meir ráða tær fyritøk-
urnar, sum hava mest at
siga víða um heim. Politik-
ararnir kunna ikki annað
enn mutra stórfyritøkurnar
fyri at fáa tær at lata vera
við at flyta av landinum,
men teir fáa onga trygd
fyri, at fyritøkurnar ikki
verða fluttar kortini, tá nak-
að er fráliðið. Ríkismynd-
ugleikarnir gerast alsamt
máttleysari mótvegis teim-
um risastóru fyritøkunum,
sum fóru um tjóðarmørk
fyri mongum árum síðani.
Skatturin lækkaði
Skattlegging hevur verið
ein grundleggjandi rættur
hjá statinum. Skatturin
kann nýtast til at rætta so-
sialan
og
fíggjarligan
ójavna. Men stórfyritøkur-
nar trýsta eisini skattin nið-
ur. Tað er ein spurningur,
hvussu leingi eitt land kann
hava størri skattatrýst enn
eitt annað land. Avleiðingin
kann skjótt vera, at fyritøk-
ur í hópatali flyta burtur. Ír-
land er ímóti, at skatta-
støðið í ES verður javnað, tí
Írland hevur lægri skatta-
prosent enn hini londini og
hevur tí lættari við at draga
kapital til sín. Skattingin av
stórfyritøkum lækkar um
allan heim: Td lækkaði
skattastøðið á amerikansk-
um dótturfeløgum í menn-
ingarlondum úr 54% niður í
28% frá 1983 til 1996. Í
ídnaðarlondunum lækkaði
skattastøðið hjá stórfyri-
tøkunum úr 50% niður um
35% frá 1980-unum til
2001.
Í Týsklandi er felaga-
skatturin lækkaður 50% 20
tey seinastu árini, hóast
fyritøkurnar hava økt vinn-
ingin 90%. Í 1999 ætlaði
fíggjarmálaráðharrin Oskar
Lafontaine at hækka fe-
lagaskattin, men ein bólkur
av fyritøkum forðaði hes-
um. Harímillum vóru fleiri
bankar og týska orku- og
ídnaðarfelagið. Fyritøkur-
nar hóttu við at flyta íløg-
urnar og verksmiðjurnar
burtur í onnur lond, um
politikkurin hjá myndug-
leikunum
ikki
hóvaði
teimum. Hóttanin hjá fyri-
tøkunum mundi gera sítt til,
at Lafontaine noyddist frá
sum fíggjarmálaráðharri.
Tá hann fór, segði hann:
“Enn ber ikki til at selja
hjartað á børsinum.” Næsti
meðarbeiðarin hjá kanslar-
anum svaraði: “Nú fer tað
at vera øðrvísi. Vit muga
stevna aðra leið. Raðfesting-
arnar hjá Gerhard Schröd-
er verða øðrvísi, tað er eyð-
sæð.”
Fáa mánaðir seinni lækk-
aði Týskland felagaskattin,
men longu í 2003 vildi
vinnulívið vera við, at eftir-
litið við vinnuni var ov
strangt, og at skatturin var
ov høgur. Tað varð avdúk-
að, at sjálvt Deutsche Bank
í loyndum umhugsaði at
flyta úr Týsklandi.
Altjóða vinnulívið heldur
seg ikki einans til felaga-
skattin, men leggur eisini
trýst á myndugleikarnar at
fáa teir at lækka persóns-
skattin. Fleiri svenskar fyri-
tøkur, teirra millum Erics-
son, hava hótt við at flyta av
landinum, tí tær siga tann
høga inntøkuskattin gera
tað trupult at fáa arbeiðs-
megi við góðum førleika.
Ericsson flutti eisini fleiri
deildir av landinum og læt
stóra skrivstovu upp í
Lond~on í 1999.
Í 21. øld ráða stórfyri-
tøkurnar í stóran mun fyri,
hvussu nógvan – ella lítlan
– skatt tær vilja gjalda og
hvar. Internetið ger tað eftir
øllum at døma truplari hjá
myndugleikunum at fáa
fatur í skattinum. Ein fyri-
tøka kann nú stovnast í
einum skattaparadísi, hava
framleiðsluhallirnar eina
aðrastaðni - og kanska fáa
studning – og skipa søluna
av einum hugsaðum stað,
hagar myndugleikarnir ikki
røkka. Sum dømi kann
nevnast, at bankin BCCI
hevur, fyri at sleppa undan
skatti, dugað at borið so í
bandi, at hann er ikki skrá-
settur nakrastaðni.
Tá tað ikki ber til at fáa
hendur á tí skatti, sum stór-
fyritøkurnar áttu at goldið,
kann tað í ringasta føri hava
við sær, at staturin verður
ikki førur fyri at nøkta
tørvin hjá borgarunum á al-
mennum tænastum. Í USA
fullu samveldisútreiðslur-
nar til vegir, skúlar og uni-
versitet
í
1990-unum,
máldar sum partur av
bruttotjóðarframleiðsluni,
sjálvt undir einum demo-
kratiskum forseta.
Í Bretlandi tordu hvørki
teir konservativu ella Ar-
beiðaraflokkurin at fara til
val uppá skattahækkingar í
2001. Teir stúra fyri, at tey
ríku rætt og slætt rýma av
landinum, gerst skatta-
byrðan ov stór. Ríkir frans-
menn flyta yvir um Erma-
sund til Bretlands, har
mesti skatturin er 35% móti
47% í Fraklandi.
Vælferðartilboð
til vinnuna
Myndugleikarnir eru eisini
endaðir í einari støðu, har
teir veita einum kunda, sum
ikki hevur tann stóra tørvin,
“vælferð” – vinnuni. USA
veitir vinnuni 75 miljardir
dollarar í beinleiðis studn-
ingi árliga, og tað eru teir
fátæku statirnir, har mun-
urin millum rík og fátæk er
størstur, sum bjóða mest.
Við serligum tiltøkum læt
Ohio vinnuna sleppa undan
at gjalda skatt av ognum
fyri 2,1 miljardir dollarar í
1996. Borden Chemicals
er 10 tey seinastu árini
sloppið undan at gjalda 15
mió. dollarar í skatti, tí
myndugleikarnir í Lousiana
settu serlig vælferðartiltøk í
verk
fyri
stórfyritøkur.
Henda sama fyritøka oysti
so nógv eitur út í luftina í
1996, -97 og –98, at allir
vegir í nánd av verksmiðj-
uni máttu steingjast. Líkn-
andi tiltøk til frama fyri
vinnuna eru framd víða um
heim.
Tá myndugleikarnir veita
fyritøkum slík vælferðartil-
boð og lata seg ávirka av
hóttanum um, at annars
verða tær fluttar, so broyt-
ast spælireglurnar, uttan at
vit varnast tað. Tá verður
handilsstrategiin vend móti
politisku skipanini. Kapp-
ingarfyrimunir verða ikki
longur einans fingnir við
lágum framleiðslukostnaði,
betri tænastu ella fjøl-
broyttum tilboðum, men
eisini við politiskari stra-
tegi hjá fyritøkunum og
lobbyvirksemi. Aftur eru
tað teir vanligu borgararnir,
sum tapa. Peningur, sum
verður brúktur sum studn-
ingur til vinnuna, er pen-
ingur, sum ikki er tøkur til
almennar tænastur.
Í 1999 veittu ameri-
kanskir myndugleikar vinn-
uni 1,7 miljardir dollarar í
skattaavdrátti. Samstundis
er amerikanski skúlin so
illa fyri, at í altjóða kann-
ingum eru næmingarnir
millum teir vánaligastu í
heiminum, tá tað kemur til
matematikk.
Fyritøkurnar taka ofta
ímóti pengum og flyta so
stutt eftir til annað land, har
treytirnar
eru
uppaftur
betri. Í Týsklandi skula
fyritøkurnar viðgera slíkar
spurningar við arbeiðsfólk-
ið. Í USA og Bretlandi er
tað ikki neyðugt.
Senatorurin
Charles
Horn úr Ohio hevur sagt:
“Vit vita, at fyritøkurnar
manipulera, men tað er
natúran í vinnuni at jagstra
hvønn einasta dollara, sum
fatur kann fáast á. Stílið tí
ikki atfinningarnar til vinn-
una, men myndugleikarnar.
Hetta er dárskapurin hjá
myndugleikunum.”
Myndugleikarnir eru so-
statt fangaðir millum skins
og hold. Teir vilja ikki váða
at missa stuðul frá velj-
arunum ella fyritøkunum
við at hækka skattin og eru
ikki førir fyri at hækka út-
reiðslurnar av ótta fyri
marknaðinum.
Hvørjar
verða
avleiðingarnar?
Størri ójavni? Ein heimur,
har tey fátæku verða lítils-
gjørd uppaftur meira, og
tey ríku verða uppaftur rík-
ari? Ein heimur, har tað
týdningarmesta
marka-
skjalið gongur millum tey,
sum eru innanfyri, og hini,
sum eru uttan fyri eina al-
Nr. 60 - 31. mars 2005
23
Tann tigandi kollveltingin
Noreena Hertz skrivar, at tá hon var í Russlandi frá 1991-93,
varð hon sannførd um, at tær amerikansku uttanríkispolitisku
avgerðirnar vóru grundaðar á ta fatan, at amerikanska skip-
anin og hennara virði verða best vard við einari globalari
skipan, grundað á tørvin hjá privata kapitalinum, íroknað
ognarrættin og fría atgongd til marknaðin.
Framhald á næstu síðu