hósdagur 31. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 60 - 31. mars 2005
Nýggjur Euro-sáttmáli loyvir størri halli,
men skal seta ferð á búskapin
Euro-sáttmálin er ein
avtala gjørd millum
lond í ES. Londini,
sum luttaka í Euro-
samarbeiðinum,
gjørdu henda sátt-
mála í 1999, tá henda
nýggja "felags-krón-
an" bleiv innførd
BÚSKAPUR OG
VALUTA
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Sáttmálin skuldi tryggja
stabilitet og vøkstur í Euro-
økinum.
Grundreglurnar
vóru hesar
• Londini máttu í mesta
lagi hava eitt hall í lands-
húsarhaldinum uppá 3%
av BTÚ (bruttotjóðarúr-
tøkuni
• Skuldin hjá statunum
máttu ikki fara upp um
60% av BTÚ
Bæði tey stóru londini
Týskland og Frankaríki
hava í nøkur ár havt trupul-
leikar við at yvirhalda tað
fyrsta punktið um hall á
landshúsarhaldinum
ella
fíggjarlógini.
Týskland
hevur verið í tí serligu støð-
uni, at teir hava brúkt nógv-
ar pengar uppá "samein-
ingina" av landinum, ella
uppá yvirtøkuna av tí fyrr-
verandi sosialistiska DDR.
Henda prosessin hevur nú
tikið 15 ár, men enn er
støðan sera ójøvn millum
gomlu og nýggju "Länder"
í Týsklandi. Teir hava brúkt
einar 600 milliardir um árið
uppá hetta tiltakið, men enn
er td. arbeiðsloysið eini
20%
í
DDR-partinum,
meðan tað er 10% í Týsk-
landi sum heild. Samstund-
is er búskaparligi vøksturin
í landinum lágur.
Týskland hevur havt
serligar útreiðslur
Tí heldur týska stjórnin, at
Euro-sáttmálin ikki tekur
fyrivarni fyri, at teir hava
havt "serligar" útreiðslur,
og tí mugu sleppa — í eina
tíð — at eitt størri hall á
landahúsarhaldinum
enn
tey 3 %, sum Euro-sátt-
málin ásetur. Sleppa teir at
arbeiða við einum størri
halli, hevði verið møguligt
at sett ferð á búskapin aftur.
Tað hevði ikki bert verið til
gagns fyri Týskland, men
fyri alt Europa, tí týski bú-
skapurin er so stórur og
týdningarmikil í hesum
sambandi.
Í seinastu viku vóru
fíggjarráharrarnir
í
ES
saman og tingaðust um
broytingar og tillagingar.
Teir samdust millum annað
um, at bloyta upprunaliga
sáttmálan:
• Um hallið á landshúsar-
haldinum gerst størri enn
nevndu 3%, so skal EU-
kommissiónin í síni vur-
dering av tiltøkum eisini
hugsa um møguligan lág-
konjunktur í londunum,
og um londini hava havt
serligar útreiðslur. Týsk-
land hevur, sum nevnt
havt serligar útreiðslur í
samband við sameining-
ina. Frankaríki hevur
havt stórar útreiðslur av
friðarvarðveitandi tiltøk-
um í fleiri afrikanskum
londum.
• Haraftrat verður tíðar-
freistin hjá londum, sum
eru í trupulleikum, at
koma uppá rættkjøl aftur
meira lagalig. Onkur
kallar hetta eina gummi-
paragraf, so at Gerhard
Schröder
og
Jacques
Chirac ikki skulu tátta so
mikið í fíggjarliga, at teir
kanska fara at tapa kom-
andi valini um eitt og
tvey ár av hesum.
Ymsar meiningar um
úrslitið, gott ella skitt?
Danska blaðið Politiken
sigur í oddagrein 22-3-05,
at hetta var ein góð loysn.
"Økonomisk
afmatning
blandt de store fører til
stilstand blandt de små.
Netop derfor giver det god
politisk mening at tage
hensyn til de største lande
— særligt når det er til
mindst lige så stor gavn for
de mindste lande." Í Ber-
lingske Tidende sama dag
sigur professari í økonomi
Niels Thygesen, sum luttók
í forarbeiðinum at gera
grundarlagi fyri euruna, at
sáttmálabroytingin er eitt
stórt vónbrot. Hann heldur
at hetta førir í óføri. "Jeg vil
ikke prøve at camuflere det
ved at sige, at det var et
godt kompromis. Det synes
jeg slet ikke, det var".
Meira um hesa nýggju
støðu seinni.
Euro viknaði, og
dollar tók seg fram í
seinastu viku
Sum kurvumyndin vísir, so
styrknaði dollarin nógv upp
til páskadagarnar. Og Euro
fall. Kanska hevur broyt-
ingin í euro-grundarlagnum
havt eina ávirkan. Men
heldur eru tað positiv tøl úr
USA um búskap, arbeiðs-
loysi og framvegis stórur
innfloymur av kapitali, sum
setir síni spor. Hinvegin eru
tey bæði "twin deficits" í
USA, sum eru
• stóra hallið á handils-
javnanum, og
• lutfallliga líka stóra hall-
ið á landshúsarhaldinum,
enn høvuðsproblemini upp
á longri sikt. Men tað vísir
seg, at búskapurin gongur
gott, og vøksturin er nógv
størri enn í Europa. Har-
aftrat er landið ført fyri at
draga kapital til sín, so tað
fyrra nevnda hallið kann
fíggjast. Tá tølini í seinastu
viku blivu kunngjørd, vísti
tað seg, at innfloymandi
kapitalurin setti met, og 92
milliardir $ komu í kassan.
Hetta er tað mesta síðan
mai 2003 og tað næststørsta
nakrantíð. Í december var
tað 61 milliardir $.