hósdagur 31. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 31. mars 2005
21
MERCEDES-BENZ SPRINTER 412 TURBO DIESEL
Árg 1999, Km 45.000. Við last og presending. Bilurin er til stóra
koyrikortið. Prísuppskot: kr. 140.000,- + mvg.
Tel. 584040
MERCEDES BENZ 200 D ÁRG. 1966
Árg 1966, Hetta snotuliga ellisakfar, sum er í góðum standi, er til sølu.
Bilurin er høvuðsumvældur og sproytlakkeraður fyri uml. tveimum árum
síðani. Sum ellisakfar rindar hann ongan vegskatt og sera lítið í
trygging.. Kr. 40.000.
Tel 216409. ellis@post.olivant.fo
CITROËN XANTIA 1,6I
Árg okt. 1994, Citroën Xantia til sølu. Bilurin er nýsýnaður, hevur koyrt
170.000 km harav 130.000 í Danmark. Sær gott út og hevur bert havt
tveir eigarar. Roykfríur bilur. El-síðurútar framman og krók. Prísuppskot:
45.000 krónur. Ring
Tlf. 320345 ella 213345 .
NISSAN ALMERA 1,6 SR
Árg des.1996, Km 142.000. Bilurin er í sera góðum standi, hevur el-
síðurútar, el-síðuspegl, setrallás, 15'' alu-felgur við góðum dekkum, og
gott Pionér-anlegg við allari útgerð. Kr. 65.000.
Tel. 210304
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin -
í Sosialinum hvønn hósdag
Á middegi í dag verð-
ur farið undir at selja
tey 630 atgongumerk-
ini til PETRA kon-
sertina, sum verður í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði 19. apríl
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Sum tað varð nevnt í
blaðnum nakað her fyri, so
fer heimskendi bólkurin,
PETRA, at vitja her í apríl.
Á ferð í Europa fer amer-
ikanski bólkurin at hava
fýra konsertir - í Sveis,
Týsklandi, Danmark og í
Føroyum.
Konsertin verður í Ment-
anarhúsinum í Fuglafirði
týsdagin 19. apríl klokkan
19.30. Í dag, hósdagin 31.
mars, klokkan 12 verður
farið undir forsøluna. Talið
av atgongumerkjum er av-
markað til 630. Prísurin er
200 krónur pluss søluav-
gjaldið, og forsølan er í
Kunningarstovunum
í
Klaksvík,
Fuglafirði,
Runavík, Havnini og á
Flogvøllinum.
PETRA hevur eina ferð
áður verið í Føroyum. Tað
var í 1992. Í 1993 vitjaði
ein av limunum, John
Schlith, einsamallur í Før-
oyum. Hann hevur seinastu
umleið tjúgu árini verið
sangari í PETRA.
Í PETRA eru seks limir.
Saman við John Schlith
man Bob Hartman vera
tann, sum fólk mest komast
við. Hann hevur verið við í
eini fjøruti ár. Hann er
sangari, og so er hann
serliga kendur fyri guitar-
spælið. Bob Hartman og
John Schlith hava gjørt
nógvar av tekstunum og
nógv av løgunum hjá
PETRA.
Tað eru Andrew Djur-
huus og Símun J. Hansen,
ið hevur nógvar royndir,
hvat hesum viðvíkur, sum
standa fyri vitjanini hjá
PETRA í Føroyum.
PETRA í forsølu
Stevna Google eftir 100 mió kr.
Tíðnidastovan AFP krevur
nú 100 milliónir í endur-
gjaldi frá Google fyri brot
á lógina um upphavsrætt.
Ein partur av tænastun-
um á Google er sonevnda
Google News, har tíðindi
og myndir frá øllum heim-
inum verða víst. Trupul-
leikin er, at hetta verður
gjørt á sama hátt sum in-
dekseringsskipanin
á
vanligu Google leitiskip-
anini, og at teksturin frá
ymsu tíðindasíðunum tí
verður avritaður, uttan at
nakað loyvi liggur aftan
fyri hetta.
Sambært AFP hevur
Google als ikki latið við
seg koma, hóast fleiri
áheitanir, og tí stevndi tíð-
indastovan at enda inter-
net-fyritøkuni.
Eftir-
fylgjandi hevur Google
tikið allar greinar og
myndir, sum hava ávísing
til fronsku tíðindastovuni
av skipanini.
-jm
Lesið
- so eru tit við