mikudagur 30. august 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 165 - 30. august 2000
JOHN JOHANNESSEN
Mannarætturin at verja
privatlívið verður í fleiri
førum brotin í føroyskum
løgtingslógum.
Hetta er føroyska grund-
lógarnevndin komin til, nú
grundlógararbeiðið er kom-
ið væl áleiðis.
Grundlógarnevndin vísir
á fleiri dømi, har ivasamt
er, um løgtingslógir ikki eru
í beinleiðis stríð við donsku
grundlógina og altjóða
mannarættindi.
Sjónvarpsgjaldið
grundlógarbrot
Eitt av dømunum er løg-
tingslógin frá 1998 um
kringvarp. Í grein 20, stykki
2 í hesari lógini stendur, at
landsstýrismaðurin í loft-
miðlamálum ásetur sjón-
varpsgjaldið fyri eitt ella
fleiri ár í senn eftir tilráðing
frá Sjónvarpi Føroya og
ásetur nærri reglur um
gjaldsskyldu, innheinting
av gjøldum, avgreiðslugjald
og eykagjald fyri ov seint
goldið sjónvarpsgjald.
Í grein 21, stykki 1 verður
síðani staðfest, at øll, sum
útvega sær sjónvarpstól ella
tól, sum koma undir gjalds-
skylduna sambært grein 20,
stykki 1 skulu boðá Sjón-
varpi Føroya frá beinan
vegin.
Hesar báðar partar av lóg-
ini heldur grundlógarnevnd-
in vera á markinum til at
bróta reglurnar í grundlóg-
ini, ið verja okkum ítmóti,
at fólk treingja seg inn á
privatlívið.
Í lógini um kringvarp eru
nevniliga ongar ásetingar
um,
hvussu
sjónvarps-
gjaldið skal heintast inn. Tí
ber til hjá Sjónvarpinum at
koyra eina herðferð við, at
fólk gingu frá hurð til hurð
og kannaðu, um fólk áttu
sjónvarp, eins og Sjón-
varpið gjørdi seinasta vetur.
Kom Sjónvarpið fram á
fólk, sum høvdu sjónvarp,
men sum ikki høvdu goldið
sjónvarpsgjald, kundi Sjón-
varpið senda málið til inn-
heintingar.
Krevur loyvi frá
dómara
Strangt tikið hevði tað borið
til at fingið stóru rokningina
fyri órindað sjónvarpsgjald
ógildaða við støði í grund-
lógini, um vit høvdu fingið
eina stóra rokning undir
herferðini hjá Sjónvarpin-
um seinasta vetur.
Danska grundlógin sigur
nevniliga heilt greitt, at ein
stovnur ikki hevur loyvi at
gera kanningar inni hjá
fólki, uttan dómari hevur
givið loyvi til tess. Bústað-
urin hjá tí einstaka skal
kennast sum friðarstaður,
sjávt um tann einstaki frem-
ur lógarbrot.
Løgtingslógir ivasamar
mótvegis mannarættindunum
Fleiri løgtingslógir eru soleiðis orðaðar,
at spurnartekin kann setast við, um tær
ikki beinleiðis stríða móti altjóða
mannarættindum
Tískil kundu vit strangt
tikið kært Sjónvarpið fyri
ein dómstól í sambandi við
herferðina seinasta vetur og
fingið rokningina ógildaða.
Dómstólurin kundi í ring-
asta føri verið mannarætt-
indadómstólurin í Stras-
bourg.
Navnalóggávan
ivasom
Í fleiri førum ber eisini til
at seta spurnartekin við, um
føroyska navnalóggávan
fylgir mannarættindunum.
Føroyska navnalóggávan
sýtir nevniliga fólki at kalla
børn ávís nøvn, ið málfrøð-
ingar ikki hava góðkent,
sjálvt um familjan hevur
borið ávísu nøvnini gjøg-
num fleiri ættarlið.
Tað er eftir føroysku
navnalóggávuni til dømis
ikki loyvt at eita Christian,
men bert Kristian, hóast tað
væl ber til at benda tað fyrra
á sama hátt, sum tað seinna.
Hetta heldur grundlógar-
nevnin kann vera í stríð við
mannarættindini, um navn-
ið hevur nógv at siga fyri
tann, ið ynskir at uppkalla
onkran.
Grundlógarnevnin fer í
næstum regluliga at kunna
um ymisk mál, ið viðvíkja
JOHN JOHANNESSEN
Í gjár hevði grundlógar-
nevndin fyrsta tíðindafund-
in í eini røð av tíðindafund-
um, ið skulu skapa alment
Taka almenningin við í grundlógararbeiðið
Grundlógarnevndin
er farin undir
regluligar tíðinda-
fundir, har ymisk
evni verða við-
gjørd fyri at skapa
alment kjak um
grundlógar-
arbeiðið
kjak um sjálvt innihaldið í
einum uppskoti til eina Før-
oyska grundlóg.
Fyrsti fundurin snúi seg
um persónlig mannarætt-
indi, og var tað Jóannes
Hansen, samfelagsfrøðing-
ur, ið legði fram ymsar
áskoðanir um evnið.
Jóannes Hansen legði
stóran dent á trupulleikan
við, at almennir stovnar ofta
gera kanningar inni hjá pri-
vatum uttan rættarúrskurð.
Galdandi grundlóg krevur
nevniliga, at eingin húsa-
rannsókn,
haldleggjan,
brævakanning ella avlurting
fer fram uttan rættarúr-
skurð, ella tá »særegen und-
tagelse« loyvir tí.
Men hóast hetta, loyva
bæði fólkatingið og løgting-
ið ferð eftir ferð almennum
myndugleikum at fremja
slíkar
kanningar
uttan
rættarúrskurð.
Jóannes Hansen vísti á, at
elnevndin til dømis kann
senda fólk uttan rættarúr-
skurð inn á einstaklingsogn
at kanna, um ein elinnleggj-
ari hevur útint eitt innlegg-
ingararbeiði á nóg góðan
hátt. Hetta kann nevndin í
prinsippinum gera mitt á
nátt við heimild í lógtings-
lóg, hóast grundlógin sigur
nakað annað.
Næsti tíðindafundurin hjá
grundlógarnevndini verður
týsdagin í næstu viku, og fer
Ingibjørg Berg tá at greiða
frá um politisk manna-
rættindi.
eini komandi føroyskari
grundlóg fyri at skapa kjak
um hesa viðurskifti.
Jóannes Hansen greiddi á tíðindafundinum hjá grund-
lógarnevndini í gjár frá um persónlig mannarættindi
Mynd: Álvur Haraldsen
Jóan Pauli Joensen er
formaður í grundlógar-
nevndini. Hann leggur
stóran dent á at fáa í lag
alment kjak um grund-
lógararbeiðið
Mynd: Álvur Haraldsen
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Fíggjarlógin helt ikki
– aftur fleiri pengar
HÓAST vit bara eru komin í áttanda mánað,
er tann fimta eykajáttanarlógin á veg. Hetta
tykist løgið, tí føroyski almenningurin hoyrdi ikki
um annað, enn at fíggjarlógin skuldi leggjast
so neyvt, at tað skuldi næstan ikki gerast neyð-
ugt við eykajáttanarlógum í hesum fíggjar-
árinum.
HESUFERÐ eru tað fyrst og fremst útreiðslur
til almannamál, sum standa við stórum tølum
á komandi eykajáttanarlóg. Talan er um lógar-
bundnar útreiðslur, sum tað almenna hevur
skyldu at gjalda. Tí má Karsten Hansen aftur
lyfta lokið uppfrá, sum hann annars sigur seg
sita so tungt á. Nú er Almanna- og heilsumála-
stýrið komið eftir, at játtanin í ár fer ikki at røkka,
og tí verður biðið um heilar 40 milliónir krónur
meira. Hetta eru rættiliga skelkandi tøl, tí við
nútímans teldutøkni skuldi ikki verið so torført
at framrokna tær ymisku útreiðslurnar á fíggj-
arlógaruppskotinum.
SO er spurningurin, um tað ikki hevur borið til
at framrokna hesi tøl meira gjølliga, ella hevur
Almanna- og heilsumálastýrið ætlað tølini ov
lág fyri ikki at fara út um karmin, sum lands-
stýrið í felag royndist at semjast um, áðrenn
endaliga uppskotið til fíggjarlóg varð prentað
og lagt fyri Løgtingið. Ætlanin hevur kanska
verið at broyta lógir, soleiðis at útreiðslur vórðu
spardar. Men slíkar lógarbroytingar hava vit
ikki sæð. Líka lítið sum vit hava sæð aðrar
fráboðaðar lógarbroytingar. Tað er at skilja, at
útreiðslur eftir forsorgarlógini vuksu, tá landið
lág í djúpari kreppu fyri seks-sjey árum síðani.
Men at hesar støðugt vaksa, meðan landið
sambært tíðindum og hagtølum svimur í
hunangi, er ikki skiljandi.
ALT málið við øllum eykajáttanarlógunum tykist
løgið. Partvíst tí at landsstýrið skuldi reka ein
neyvan fíggjarpolitikk. Harafturat skuldi sparast,
og fyri at spara, skuldu lógir broytast, men einki
er broytt, og nú er neyðugt við meiri peningi.
Ein økt játtan í ár merkir sum oftast eina upp
aftur størri játtan næsta ár, um ikki onkur lógar-
áseting, sum kostar nógv, verður broytt.
NÓGV av hesum fíggjarlógararbeiðnum – og
reypinum – er tí ein sjónleikur uttan sín líka.
Fyrst skal fíggjarlógin helst ikki vaksa – ella
bara vaksa nøkur fá prosent. Tí verða treingir
karmar lagdir, sum embætisfólk brúka nógva
orku fyri at halda seg innanfyri, tá tølini skulu
setast á. Men tá tølini ikki halda, verða eyka-
játtanarlógir lagdar fram, og upprunaligi karm-
urin helt ikki kortini, tí hann var ov trongur. Tað
er sjálvandi gott at seta upp ein trongan karm,
so fíggjarviðurskiftini ikki fara á glið. Men karm-
urin má vera realistiskur, tí bara í fjør og ár eru
einar 250 milliónir játtaðar á eykajáttanarlógum.
Og tað kann ikki kallast góður fíggjarpolitikkur.
STEFAN Í SKORINI
Fýra ákærur vórðu lisnar
upp úr ákæruritinum í rætt-
arhølunum, og kvinnan
noktaði seg sekan í trimum
av teimum, meðan hon
játtaði at hava framt brot á
lógina um rúsdrekkakoyr-
ing.
Hinar tríggjar ákærurnar
vóru av meira álvarsamum
slagi, og hon noktaði seg
eisini seka í teimum. Verjin
mældi til, at ákærurnar
ímóti henni verða sleptar.
Fyrsta málið snúði seg
um, at kvinnan skuldi havt
smuglað hash við skipi úr
Danmark til Føroyar. Ákær-
in førdi fram, at hon hevði
goymt hashið í eykahjól-
inum í bilinum, sum hon
hevði leigað í Føroyum og
havt við sær til Danmarkar.
Tá hon so var komin til Før-
oyar, hevur ein persónur
hjálpt henni við at fáa hash-
ið úraftur hjólinum. Eigarin
av bilinum játtar, at eyka-
hjólið ikki var í bilinum, tá
hann varð latin innaftur.
Ákærda kvinnan sigur seg
einki kenna til hash í
eykahjólinum. Eisini sigur
hon seg ongantíð hava roykt
hash.
Í næsta málinum varð ført
fram, at kvinnan hevði
hjálpt til við at smugla 3
kilo av hashi til Føroyar á
sumri í fjør. Hetta varð farið
fram, við at hon og ein ann-
ar persónur høvdu verið eft-
ir rúsandi evnunum í Vest-
manna, har ein dani hevði
givið teimum tað. Danin var
komin til landið við flogfari
hjá Atlantic Airways. Hash-
ið var í eini leðurtasku, sum
Ung kvinna noktar
seg seka í stórari
hashsmugling
Málið um eina 33 ára gamla kvinnu, sum er ákærd fyri at hava smuglað fleiri
kilo av hashi seinasta árið, kom fyri í Føroya Rætti týsmorgunin
síðani varð tikin til Havnar,
har tað skuldi verða selt.
Sum prógv í hesum máli-
num nýtti ákærin nakrar út-
skriftir frá Føroya Tele, sum
vísa, hvar ávísar fartelefonir
hava verið brúktar. Kvinnan
vildi hinvegin verða við, at
fartelefonin kundi verið nýtt
av einum og hvørjum og
noktaði eisini at hava
nakran kennskap til tað,
sum ákærin vil vera við er
farið fram.
Fyri nøkrum mánaðum
síðan var húsarannsókn, har
kvinnan búði. Í samband
við málið eru fleiri fólk av-
hoyrd.
Triðja ákæran var, at
kvinnan og drongur hennara
hava hótt fólk eftir lívinum,
men ákærda noktaði seg
seka. Ákærumyndugleikin
vil hava kvinnuna revsaða
fyri at hava hótt vitnini eftir
lívinum. Dómarin segði tó
um ta triðju ákæruna, at
ákæruritið ikki var serliga
greitt á hesum økinum.
Hetta málið er framhald
av teimum húsarannsókn-
um, sum løgreglan hevur
gjørt í Norðoyggjum fyrr í
ár. Kvinnan varð framstillað
í rættinum 1. juni í ár, og
hevur verið varðhalds-
fongslað síðani. Ikki fyrr
enn nú, tríggjar mánaðar
eftir kemur málið fyri í rætt-
inum. Ikki øll vitnini vóru
til staðar, tá rættarmálið
kom fyri.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Føroya Arbeiðsgevara-
felag metir at ongin
orsøk er at stuðla
gransking uttanlands, tá
ið vit sjálvir hava tørv á
henni
Fyri tveimum árum síðan
var nógv kjak um gen-
gransking í Føroyum. Ein
verkætlan saman við Íslend-
ingum kundi fara í gongd,
men avgjørt at bíða við at
gerða nakað ítøkiligt, m.a.
fyri at fáa eitt kjak um
etisku viðurskiftini, sum eru
Greiðari støðutakan
frá politiskari síðu
tengd at slíkari gransking.
Men lítið og einki hevur
verið at hoyrt um málið síð-
an. Nú frættist, at líknandi
gransking fer fram, tó ikki í
Føroyum, men uttanlanda.
Og tað er væl at merkja
blóðroyndir og upplýsingar
um føroyingar, sum er
grundarlagið undir hesari
gansking uttanlands, skrivar
Vinnuhúsið.
Positiva ávirkan
Føroya Arbeiðsgevarafelag
metir málið hava týdning,
tí eitt munagott gransking-
arumhvørvið í Føroyum
hevði eisini havt positiva
ávirkan á t.d. matvøru-
gransking, sum gerst ein
alsamt meira týðandi táttur
í kappingarførleikanum hjá
vinnuni. Sum gongdin er
nú, so ber ikki á tann bógv-
in, at hetta grannskingar-
umvørvið fæst til vega í
Føroym. Samstundis mugu
vit ásanna, at ongin orsøk
er at stuðla gransking uttan-
lands, tá ið vit sjálvir hava
tørv á henni.
Arbeiðsgevarafelagið
sóknast eftir greiðari støðu-
takan til hetta mál frá
politiskari síðu, og givið er,
at skilagott hevði verið at
tikið málið upp til viðgerar
aftur, bæði millum politikk-
arar, vinnu og borgarar. Og
verður hetta ikki gjørt
skjótt, so er hesin møgu-
leikin gloppin okkum av
hondum, verður sagt í tíð-
indaskrivi frá Vinnuhúsin-
um.
Viðmerking: