mikudagur 30. august 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kyrrahavslaksur
fingin í Føroyum
Kyrrahavslaksurin verður kallaður kúlulaksur
Mynd Jens Kr. Vang
Í august vóru tver laksar
av slagnum kúlulaksur
(Pukkellaks DK) ella
„Pink salmon“ (Oncor-
hynchus
gorbuscha)
veiddir við tráðu í Kald-
baksbotni. Kallfiskurin
hjá hesum laksaslagnum
hevur eina kúlu oman á
rygginum,
ið
veksur
fram, tá ið hann skal upp
í ánna at gýta. Hesin
laksur er bert at finna í
Stillahavinum, men varð
settur út av russum í 70
árunum, uppi í Barents-
havinum. Møguliga er
hetta laksur, ið hevur klár-
að seg í teimum russisku
og norðurnorsku áðunum
síðani tá, og er nú farin at
ferðast á víðum havi.
Hesin spurningur verður
kannaður í løtuni.
Fiskirannsóknarstovan
vil fegin hava at vita, um
fleiri laksar av hesum
slagnum eru veiddir her í
ár. Um so er, kunnu tit
venda tykkum til Rógva
Mouritsen ella Jan Arge
Jacobsen
á
telefon
315092.
Í Stillahavinum búnast
hesin laksur aftan á 2 ár í
sjónum, og meginparturin
doyr aftaná gýtingina.
Hann er at finna bæði í
vestara (Russiska) og
eystara partinum (Ameri-
kanska og Canadiska)
partinum av Stillahavin-
um.
Russar slept út
Orri í Islandi, kendi laksa-
maðurin er ikki fegin um
kúlulaksin, fremmanda
gestin. Hann sigur at eir
hava eisini fingið slíkan
laks í Íslandi. Hann er
sera illur inn á Russar,
sum hava sett henda
laksin út.
EYÐUN KLAKSTEIN
Jógvan við Keldu, løgtings-
maður og partur av sitandi
samgongu, spyr nú í al-
mennum
fyrispurningi
Helenu Dam á Neystabø,
landsstýrismann, hví hon
ger mun á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi og Landssjúkra-
húsinum.
- Landsstýrismaður hevur
nú so ofta prógvað, at hon
misskilur sína uppgávu sum
landsstýrismaður, sigur ein
bersøgin Jógvan við Keldu
í fyrispurningi sínum.
Hann vísur á tvær sam-
røður um sjúkraflutnings-
bilar, sum landsstýrismað-
urin í heilsumálum hevur
havt við Dimmalætting.
Ger mun á sjúkrahúsum
Onnur samrøðan var í mai
mánaði í ár, eftir at ein
sjúkrabilur í Klaksvík var
steðgaður upp undir neyð-
sendarørindum.
Í
samrøðuni
verður
Helena Dam á Neystabø
endurgivin fyri at siga: „At
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur
ikki prioriterað sjúkrabilar-
nar nóg høgt kann ongantíð
vera mín trupulleiki.“
- Tað vil siga, at sjúkra-
bilurin skal haldast innfyri
játtanina, sum hon vildi
hava at vera 2,2 milliónir
lægri enn løgtingið sam-
tykti, sigur Jógvan við
Keldu í fyrispurninginum.
Leygardagin sigur Helena
Dam á Neystabø um sjúkra-
bil, sum Landssjúkrahúsið
Helena ger mun á
sjúkrahúsunum
- Landsstýrismaðurin í heilsumálum gerst frekari og
frekari, og umframt allar trupulleikarnar, hon hevur vavt
seg inn í á øðrum økjum, fær hon sær nýggjar
trupulleikar, heldur Jógvan við Keldu, løgtingsmaður
hevur ábyrgd av: „Vit vænt-
aðu, at sjúkrabilarparkin fór
at klára seg, men ein bilur
megnar ikki meir. Men
pláss er ikki fyri einum
nýggjum sjúkrabili við inni-
verandi játtan. Tí má ein
bráfeingis játtan fáast til
vega. Og hetta verður ikki
greitt fyrr enn í næstu viku“.
- Her sigur landsstýris-
maðurin við øðrum orðum,
at tað gerst ikki við, at
sjúkrabilurin ikki er á játt-
anini, vit skulu bara finna
eina eykajáttan, vísir Jógv-
an við Keldu á.
Einki mark
Jógvan við Keldu heldur, at
landsstýrismaðurin við hes-
um ger mun á sjúkrahús-
unum, og hann heldur, at
landsstýrismaðurin hevur
misskilt sína uppgávu, fyri
ikki at siga misrøkt hana.
- Mær tykir, at okkara
landsstýrismaður í heilsu-
málum gerst frekari og frek-
ari, og umframt allar trupul-
leikarnar, sum hon hevur
vavt seg inn í á øðrum økj-
um, fær hon sær nýggjar
trupulleikar. Her tykist ikki
nakað mark at vera fyri,
sigur Jógvan við Keldu.
Hann setir tí Helenu Dam
á Neystabø tríggjar fyri-
spurningar, sum hann vil
hava svaraðar í bløðunum.
Spyr hví munur er á
Í fyrsta lagi spyr Jógvan við
Keldu, hvør munurin er á
einum sjúkraflutningsbili á
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
Landsskjúkrahúsinum.
Hann vil eisini hava at
vita, um landsstýrismaðurin
í heilsumálum eigur at vera
landsstýrismaður hjá bæði
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
Landssjúkrahúsinum.
Og so spyr Jógvan við
Keldu, hvussu ein lands-
stýrismaður í tveimum eins
málum kann útleggja annað
sum „vánaliga prioritering,
sum ongatíð kann vera
landsstýrismansins trupul-
leiki“, meðan tá talan er um
annað sjúkrahús, so „má
hon syrgja fyri at finna
henda pening við eini eyka-
játtan, men at tað ikki kann
vera klárt fyrr um einar 14
dagar“.
Jógvan við Keldu endar
fyrispurningin við at spyrja,
hvat partamenninir hjá
Helenu Dam á Neystbø siga
um hesa vanvirðing av av
Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
starvsfólkunum har.
Svarar Helena Dam á
Neystabø ikki fyrispurning-
inum í bløðunum, ætlar
Jógvan við Keldu at seta
meira neyvan fyrispurning
í løgtinginum.
Jógvan við Keldu vil í almennum fyrispurngini hava at vita, hví landsstýrismaðurin í
heilsumálum ger mun á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum
Mánadagin kom eitt nýtt far í føroyska flotan. Tað er ein brúktur
sleipibátur, sum er keyptur úr Aalborg og hann hevur fingið
bíbilska navnið Goliat. Felagið Faroe Towing Company hevur
keypt bátin og Páll Klein er skipari.
Báturin fer at røkja allar vanligar uppgávur sum verða kravdar
av einum sleipibáti. Hann er sera væl egnaður at sleipa og flyta
størri skip.
Ætlanin er at seta ein stóran krana í bátin og tí fer hann á
sleipistøð í næstum. Goliat er útgjørdur við bógskrúvu, hevur
heimstað í Havn og siglir 10 míl. Tveir manns vera við bátinum.
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
Gamal sleipibátur
undir nýggja tænastu
4
5
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 165 - 30. august 2000
Nr. 165 - 30. august 2000
EYÐUN KLAKSTEIN
Heimleys, sum bara hava
Herbergið hjá Frelsunarher-
inum at dúva á, mugu verða
úti allan dagin, tí Herbergið
er bara opið um náttina.
Men hetta ber ikki til,
heldur leiðarin á Herberg-
inum.
- Nógv av fólkunum, sum
gista hjá okkum, eru ikki før
fyri at ganga og mæla í 12
tímar hvønn dag, og tí eigur
tað at verða ein skylda hjá
samfelagnum at bjóða teim-
um okkurt stað at verða um
dagin, sigur Niels Edvard
Olsen.
- Vit hava ikki fíggjarliga
orku til at hava opið um
dagin eisini, men vit kanna
møguleikarnar fyri at gera
eitt dagstilhald fyri heim-
leys, so uppskotið í minsta
lagi er har, sigur hann.
Tað sum ber til
Herbergið hjá Frelsunar-
herinum letur upp klokkan
10 á kvøldi, og 12 tímar
seinni seinni skulu gestirnir
verða úti aftur.
- Tað, sum vit bjóða teim-
um heimleysu, er eitt
minstakrav, og tað sum vit
eru før fyri at bjóða, sigur
Niels Edvard Olsen, sum
hevur eitt starvsfólk afturat
sær.
Tórshavnar kommuna og
landið gjalda samanlagt
450.000 krónur til lønir hjá
teimum, sum starvast á Her-
berginum. Harafturat koma
leiguinntøkur frá teimum,
sum eru fastbúgvandi á Her-
berginum, og tað fer til
raksturin av húsinum.
- Tá vit so eisini fáa onkr-
ar gávur, melur raktsturin so
nøkunlunda runt, sigur
Niels Edvard Olsen.
Alneyðugt við
dagtilboði
At heimleys ikki kunnu
Kanna møguleikan fyri
dagtilboði til heimleys
- Tað ber ikki til,
at lata heimleys
ganga og mæla á
gøtuni dagin
langan, sigur
leiðarin av Her-
berginum hjá
Frelsunar-
herinum
halda til á Herberginum um
dagin ger, at tey verða
noydd at ganga og mæla í
Havnini frá morgni til
kvøld.
- Summi hava kanska
okkurt vinfólk at fara til,
men nógv ganga bara og
mæla, og handilslívið er til
dømis misnøgt við hetta.
- Eitt er, at tey heimleysu
ganga á gøtuni, nú vit hava
havt eitt sera gott summar,
men støðan hjá teimum
gerst rættiliga vónleys, tá
veturin kemur við kulda og
kava. Tað er alneyðugt við
einum dagtilhaldi, so tey
hava onkrastaðni at fara í
vetur, sigur Niels Edvard
Olsen, leiðari á Herbergin-
um.
Dagar á gøtuni
Í leygardagsblaðnum greiddi
56 ára gamli og heimleysi
Martin Eliassen frá, at hann
hevði trupult við at verða
úti so leingi, tí hann er illa
gongdur og heilsan er vánalig.
- Eg plagi at fara á bók-
savnið at lesa bløðini, men
har ber ikki til at verða sit-
andi fyri dagin. Onkuntíð
eri eg á farstøðini ella koyri
eina løtu í einum býbussi,
greiddi Martin Eliassen frá.
- Eg kann ikki leggja meg
á nakran bonk, tí so kemur
løgreglan og sigur, at eg má
ikki sova á einum bonki í
býnum.
EYÐUN KLAKSTEIN
Fólk kring alt landið gerast
heimleys, men stórur partur
av teimum flytir til høvuðs-
staðin, har Herbergið hjá
Frelsunarherinum er einasta
og seinasta loysnin hjá
mongum.
Hetta hevur fingið fólk at
skjóta kommunum kring
landið í skógvarnar, at tey
gera ikki nóg mikið fyri at
loysa trupulleikan hjá teim-
um, sum eru komin illa fyri
og ongastaðni hava at
búgva.
Í næststørstu kommununi
í landinum, Klaksvíkar
kommunu, viðurkenna tey,
at tey hava einki tilboð til
tey, sum standa uttan hús og
heim.
- Vit vita væl, at vit hava
eina moralska skyldu mót-
vegis hesum fólkum, men
løgfrøðisliga eru tað lands-
myndugleikarnir, sum hava
ábyrgdina av teimum heim-
leysu, og tí fáa vit einki
gjørt. Tað er her veruligi
trupulleikin er at finna, sig-
ur Jógvan Lützen, formaður
í sosialu nevnd hjá Klaks-
víkar býráð.
Vilja yvirtaka
Í Sosialinum leygardagin
var prát við Martin Eliassen
úr Klaksvík, sum ongan
fastan bústað hevur, og sum
stundum má sova úti undir
opnum himni. Hann kendi
seg noyddan at flyta úr
Klaksvík til Havnar, tí hann
fekk ongan innivist í Klaks-
vík.
- Eg havi ikki hug at við-
gera einstøk mál, men
kanska vísir hetta einstaka
málið júst, at trupulleikarnir
eru teir somu í Havn, sum
teir eru hjá okkum, sigur
Jógvan Lützen.
Hann sigur, at eitt samt
býráð hevur mælt til, at
kommunan yvitekur sosiala
øki frá landinum, og sum
eitt tað fyrsta mælir hann
til, at kommunan fær møgu-
leikan at loysa mál, har fólk
eru komin illa fyri og standa
uttan fastan bústað.
- Men hóast vit hava boð-
ið okkum til at gingið undan
á hesum økinum, hava vit
einki svar fingið frá Al-
manna- og Heilsumálastýr-
inum, sigur formaðurin í
sosialu nevnd hjá Klaksvík-
ar býráð.
Almenn uppgáva
Jógvan Lützen heldur, at tað
er væl skiljandi, at privat-
fólk ikki kunnu hýsa fólk-
um, sum av ymiskum so-
sialum orsøkum eru vorðin
heimleys.
- Tað er ein almenn upp-
gáva at syrgja fyri, at fólk,
sum eru komin illa fyri, fáa
eitt tilboð um hjálp. Og
landsmyndugleikarnir eiga
eisini sum skjótast at finna
út av, hvussu heimleys
kunnu hjálpast, sigur Jógv-
an Lützen.
- Klaksvíkar kommuna
tekur gjarna ábyrgdina av
hesum øki, og so skulu
pengar sjálvandi fylgja við,
og vit mugu fáa eina lógar-
heimild til afturhalda peng-
ar fyri leigu. Men so leingi
sum vit einki hava fingið at
vita frá Almanna- og
Kommunurnar
fáa einki gjørt
Vit hava eina moralska skyldu, men tað er landsmyndug-
leikarnir, sum hava løgfrøðisligu ábyrgdina av teimum
heimleysu, sigur formaðurin í sosialu nevnd hjá
Klaksvíkar býráð
- Eitt er, at tey heimleysu ganga á gøtuni, nú vit hava havt eitt sera gott summar, men
støðan hjá teimum gerst rættiliga vónleys, tá veturin kemur við kulda og kava. Tað er
alneyðugt við einum dagtilhaldi, so tey hava onkrastaðni at fara í vetur, sigur Niels
Edvard Olsen, leiðari á Herberginum
Mynd: Jens Kristian Vang
Martin er ikki einsamall-
ur. Nógv onnur heimleys
verða noydd at verða úti all-
an dagin, og nú veturin
stendur fyri durðum eru tey
rættiliga farin at stúra fyri
tilveruni.
Vit hava eina moralska
skyldu at hjálpa, men tað
eru landsmyndugleikarnir,
sum hava løgfrøðisligu
ábyrgdina av teimum
heimleysu, sigur formað-
urin í sosialu nevnd hjá
Klaksvíkar býráði
Mynd: Álvur Haraldsen
Heilsumálastýrinum, kunnu
vit ikki seta pengar av á
fíggjarætlanini, sigur Jógv-
an Lützen.
Hann heldur, at loysnin á
trupulleikunum hjá teimum
heimleysu er at gera heim,
har hesi fólk kunnu búgva.
- Men vit eiga ikki at
gloyma, at íbúðarneyðin er
stór allastaðni, og at bæði
familjur, lesandi og onnur
hava trupult við at finna sær
eina íbúð. Tey veikastu eru
sjálvandi fyrstu tapararnir,
men nógv fólk hava trupult
við at finna sær íbúð. At
Klaksvíkar kommuna tekur
hendan íbúðartrupulleika í
størsta álvara, er ætlaða
byggingini av eldraíbúðum
undir Kráarbrekku eitt gott
dømi um, sigur Jógvan
Lützen.