Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 7 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 165 - 30. august 2000 Nr. 165 - 30. august 2000 Báðar greinar á hesi síðuni eru viðmerkingar til hendingina 17. august, tá leitiloyvi vórðu latin í Norðurlandahúsinum. Av eini misskilj- ing eru hesar greinarnar ikki komnar við í blaðið fyrr. Tær eru tó ikki minni aktuellar í dag. JAN MÜLLER Tað eru trettan ár síðani, at Árni Olafsson, fór í gongd við uppgávur, sum hava samband við fyrireiking av oljuvinnu undir Føroyum. Fyrsti spakin varð settur í, tá Atli Dam, táverandi løg- maður setti Árna Olafson, Halgir W. Poulsen og Hjall- grim Hilduberg at gera frá- greiðingar, sum skuldu verja søk føroyinga at yvir- taka undirgrundina. Seinni varð sett donsk-føroysk em- bætismannanevnd at fyri- reika yvirtøkuna, og tað bar í sær, at Árni fekk innlit í oljuviðurskifti. Tí vóru eis- ini boð eftir Árna, tá fyrsta Oljuráðleggingarnevndin varð vald. Tá vóru sera fá fólk, sum høvdu nakra vitan um oljumál í heila tikið. Seinni kom Árni eisini í nevndina, sum skuldi sam- ráðast um markið. Og tað var tí heldur ikki so løgið, at Árni Olafsson var millum mongu fólkini, sum vóru við til handanina av olju- loyvunum í Norðurlanda- húsinum 17. august. Hann heldur dagin í Norðurlanda- húsinum vera enn eitt vega- mót á oljuøkinum og frøðist um, at tað hevur gingist so væl. - Hetta er so eisini ein byrjan fyri oljumyndugleik- arnar og samfelagið. Nú skal leitast av álvara. Árni Olafsson heldur úr- slitið av 1. umfari vera gott. Hann heldur at nóg nógv feløg søktu og harvið fekk man eisini ta kappingina man ynskti. Hann metir eis- ini treytirnar, sum vit hava sett oljufeløgunum vera rættar og rímuligar og er sum heild samdur við tí, sum embætisverkið og po- litiska skipanin eru komin ásamt um. Orðaskifti Summi halda, at orðaskiftið um avleiðingarnar manglar í øllum útviklinginum. Hvat sigur Árni til tað, nú hann sjálvur hevur verið ein týðandi partur av hesum út- viklingi! - Eg síggi eitt nú húsa- prísirnar í Havn sum eitt úrslit av, at ein rúgva av fólki flytur til Havnar bæði av bygd og úr útlandinum og ikki sum eina avleiðing av, at nøkur oljufólk koma henda vegin. Sjálvur sigur hann seg hava roynt at gera vart við Árni Olafsson, „the grand old man“ í oljutilgongdini: – Vandar eru men vit megna tað um vit vilja JAN MÜLLER – Hetta er ein søguligur dagur, nú tað er sett hol á eina nýggja vinnu í Føroy- um sigur formaðurin í Javn- aðarflokkinum, Jóannes Eidesgaard, sum var ein av mongu politikarunum, sum hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið hósdagin at vera við til handanina av søguligu loyvunum til olju- leiting. Sjálvur hevur hann fleiri ferðir sagt, at ein oljuvinna kann vera ein ótrúlig hjálp fyri tað føroyska samfelag- ið. Tað kann blíva tað bein- ið, sum vit kunnu standa á aftrat saman við okkara fiskivinnu. Samstundis er oljuvinnan eisini ein stór avbjóðing fyri okkara po- litikarar. -Eg síggi tað sum okkara fremstu uppgávu nú - ikki at fáa sum mest burtur úr sum gjørligt men kanska meira hetta at tryggja, at árinið á føroyska samfelag- ið frá eini útlendskari vinnu, sum eitur oljuvinnan, verð- ur so lítið sum møguligt. Tað er tí ikki uttan vandar, at vit fara inn í hesa nýggju vinnulívssøguna heldur Jó- Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins: Mugu fáa orðaskifti um oljuvinnuna annes Eidesgaard, sum sig- ur, at vit rættiliga skjótt eiga at fara undir eitt politiskt orðaskifti um oljuvinnuna, eisini tá vit tosa um búskap- argrunn. - Hvussu kunnu vit stýra hesar inntøkur, so tær ístað- in fyri at gerast ein van- lukka fyri føroyska sam- felagið kunnu blíva eitt væl- signilsi, um tað verður væl umsitið! Eg vænti tí, at landsstýrið skjótt fer at taka stig til at eina debatt um avleiðingar av eini olju- vinnu og hvussu hetta sam- felagið skal fyrihalda seg til hesa nýggju og ókendu av- bjóðing. Hann sigur annars, at alt hetta ber bráð av, at hetta er ein útlendsk vinna. Tann føroyski parturin í øllum hesum er sera avmarkaður. - Tað er okkara vón, at hesin útviklingurin kann vera til bata fyri alt tað fólkið, sum býr her. Tað er umráðandi, at vit hava tað í huganum, tí tað hava vit gloymt, tá tosað verður um fiskivinn- una. Tað er fólkið, sum eig- ur tilfeingið. Tí mugu vit politiskt taka stig til, at fólk- ið veruliga fer at merkja bat- arnar, sum kunnu verða av- leiðingarnar av oljuvinnuni. At tað ikki verður ein rá kapitalistisk verð men ein vinna, sum eisini kann kasta av sær til okkum, sum nú liva og kanska serliga okk- ara eftirkomarar. Jóannes Eidesgaard heldur annars, at tað er sera óheppið, at hetta landsstýrið ikki hevur sett krav um, at alment føroyskt oljufelag ella optión hjá slíkum gjørdist partur av loyvisgevingini. Hann minnir á, at hetta var nakað, sum andstøðan á tingi legði alstóran dent á. Eyðun Andreassen, fólka- lívsfrøðingur, sum eisini varð hjástæddur til handan- ina og sum hevur skrivað tey negativu árinini, sum kunnu standast av eini olju- vinnu. Um so onnur hava tikið hetta upp í nóg stórum álvara veit hann ikki. - Tú sær ikki hesa nýggju vinnuna sum ein vanda? - Jú, sjálvt vavið av hes- um kann sjálvandi gerast ein vandi og tað má ein royna at tilbúgva seg so væl til sum møguligt. Men eg dugi ikki at síggja, at alternativið er at siga nei til oljuvinnu. Antin eru vit so bangin, , at man sigur nei til oljuvinnu, ella sigur man, at oljuvinnan kemur, og so ræður um at tilbúgva seg so væl sum gjørligt. Og hann heldur ikki, at vit eru ov sein á sjóvarfallinum í so máta. Nakað er gjørt og meira kann gerast. Sum altíð hevði Árni Olafsson eisini ein speiskan og skemtiligan „bemerkning“ henda dagin. -Olja fæst eisini úr hesi plantuni. Her er hann saman við Jette Eirikstoft, skrivara í Oljumálastýrinum Herálvur Joensen, Árni Olafsson og Martin Heinesen hava allir havt ein týðandi lut í allari oljutilgongdini. fleiri áhugaverdar greinar um árinini av hesi vinnu tekur undir við teimum, sum sakna eitt veruligt orðaskifti um avleiðingar- nar av oljuvinnuni og hvussu vit ætla at innrætta okkum. - Men tað kemur Jóannes Eidesgaard telist millum teirra, sum vil hava oljuvinnuna úti kring landið og m.a. til Suðuroyar. Her er hann saman við oljumálaráðharranum og einum modelli til oljuhavn á Drelnesi kanska. Tað er so upp til okkara egnu ábyrgdarfólk at taka slíkt stig leggur hann aftrat. EIRIKUR LINDENSKOV Tað hevur gingið trupult hjá Tórshavnar Skipasmiðju at fáa skrokkin til nýggju sandoyarferjuna úr Pól- landi, har hann skuldi Sandoyarferjan seinkað EIRIKUR LINDENSKOV Nýggja bryggjan í Havn, sum bygd er á Skansabog- arnar uttan fyri molan, verð- ur millum manna kallað »Nyhavn«. Men hetta heitið eru øll ikki so fegin um. Ein teirra er Poul Mohr, skipa- »Skansabryggjan« heldur enn »Nyhavn« Nýggja havnarlagið í Havn er bygt á Skansabogarnar. Tí skjýtur Poul Mohr upp at nevna tað Skansabryggjan byggjast. Upprunaliga skuldi skipa- smiðjan fáa skrokkin um mánaðarskiftið mai-juni, men tá varð greitt, at arbeið- ið fór at verða nakað seink- að. Nú eru lidnir tríggir mánaðir, og enn er arbeiðið í Póllandi ikki liðugt. Umboð fyri Tórshavnar Skipasmiðju hava júst verið í Póllandi, men hvørki Poul Mohr ella Gunnar Mohr, stjórar á Skipasmiðjuni vildu siga nakað. Teir ar- beiddu við einum tíðinda- skrivi, sum varð sent í seinni í gjár ella í dag. Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins veit ikki so nógv at siga um málið, tí sum so er tað ikki hansara borð. – Vit vita bara, at ferjan skal latast okkum um árs- skiftið, sigur hann. Verður ferjan ikki latin Strandferðsluni til tíðina, verður Tórshavnar Skipasmiðja noydd at rinda dagbøtur upp á millum 5 - og 10.000 krónur um dagin. Hetta er innbygt í byggi- sáttmálan. Sosialurin skilir, at ar- beiðið í Póllandi verður lið- ugt um einar tvær vikur. Um so er, so hevur Tórshavnar Skipasmiðja hálvanfjórða mánað at gera arbeiðið lið- ugt. smiðjustjóri. – Hatta navnið klingar ikki væl sigur hann, og bið- ur okkum á blaðnum væl- signað lata vera við at nýta hatta navnið. Sjálvur veit hann ikki rættuliga, hvussu nýggja havnarlagið skal kallast, men skjýtur upp at nevna tað »Skansabryggjan«, tí havnin liggur á Skansa- bogunum. – Sum so hevur hatta havnarlagið ongantíð fingið eitt rættuligt navn, sigur Tórfinn Smith, sum er for- maður í nevndini fyri Tórs- EIRIKUR LINDENSKOV Gjáramorgunin kunn- gjørdi Mogens Lykketoft, danski fíggjar-málaráð- harrin fólkatingsfíggjar- lógaruppskotið fyri 2001, sum helst ikki fer at verða so trupult at samtykkja. Samlaða fíggjarlógar- uppskotið er upp á 410 milliardir krónur, og verður mælt til sparingar upp á 4,2 milliardir krón- ur. Eina milliard er ætlanin at brúka gomul, heilsumál og útbúgvingarmál. Hinir flokkarnir í Fólkatingin- um skulu verða við til at býta hesar pengar í eini avtalu við stjórnarflokk- arnar um fíggjarlógina. Fíggjarlógin 410 mia Tískil er hendan milli- ardin ikki funnin enn, so flokkarnir í fíggjarlógar- semjuni skulu annaðhvørt verða við til at spara hesar pengarnar á fíggjarlógini ella at økja útreiðslurnar hjá skattaborgarunum. Hetta verður fimta árið á rað, at fíggjarlógin hev- ur yvirskot, sum næsta ár ætlandi verður upp á 15,5 milliardir krónur, og pengarnir skulu brúkast til at gjalda statsskuldina, sum tískil lækkar til 41% av bruttotjóðarúrtøkuni. Tær 981,9 milliónirnar, sum danir gjalda Føroy- um í blokkstuðuli eru um 0,25% av donsku fíggjar- lógini. Bjarni Askham Bjarna- son, sum er 33 ára gamal, verður stjóri í nýggja tele- felagnum, Alnót. Hann hevur seinastu árini starvast í landsumsiting- ini og er í løtuni deildar- Nýggjur telestjóri stjóri í Vinnumálastýrin- um. Hann er útbúgvin cand. merc. Bjarni Askham Bjarna- son tekur við starvinum 1. oktober. havnar Havn. Hann sigur tó, at undir byggingini hevur hatta verið nevnt Ytra Víðk- anin, hóast tað ikki er eitt navn sum so. Tórfinn Smith heldur hug- skotið hjá Poul Mohr at nevna tað Skansabryggjan vera eitt gott hugskot. JOHN JOHANNESSEN Á middegi í gjár fór Karsten Hansen, fíggjar- málaráðharri, til Grøn- lands at gera eina dupult- skattaavtalu við grøn- lendska heimastýrið Dupultskattaavtalan fer millum annað at hava við sær, at føroyiskir sjómenn ikki longur verða noyddir at hava bústað í eini post- Gera dupult- skattaavtalu við Grønland smogu í Grønlandi fyri at sleppa undan at verða hart skattaðir í Føroyum av inntøkuni, teir vinna um- borð á grønlendskum trol- arum. Ferðin hjá føroyska landsstýrismanninum og konu hansara til Grøn- lands fevnir eisini um al- menna vitjan hjá Josef Motzfeldt og flokki hans- ara, Inuit Ataqatigiit. EIRIKUR LINDENSKOV Mánadagin tók Bjarni Djur- holm við sum nýggjur landsstýrismaður í vinnu- málum, eftir at Finnbogi Arge bað um at verða loyst- ur úr starvi. Bjarni Djurholm hevur fyrr sagt, at hann fer at ar- beiða víðari eftir leistinum hjá Finnboga Arge, og at teir politiskt draga somu línu. Tað eru stór øki, sum Bjarni Djurholm hevur við at gera. Eitt nú skal hann loysa trupulleikanum við Bjarni Djurholm nú í Tinganesi Mánadagin tók nýggi landsstýris- maðurin hjá Fólkaflokkinum við starvi Postverki Føroya, har hann fleiri ferðir hevur róð upp undir privatisering, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vil hoyra talan um. Hvat Bjarni Djurholm fer at mæla til, vildi hann ikki siga fyrsta dagin í starvin- um. Men at hann varð noyddur at gera okkurt, segði hann. Seinnapartin í gjár var Bjarni Djurholm á vitjan á Strandferðsluni. Reidar Nónfjall segði við Sosialin, at tey á fundinum fóru at kunna hann um viðurskift- ini hjá Strandferðluni - og um nýggja Suðuroyarskip- ið. Bjarni Djurholm er kend- ur sum »miðstaðarpolitik- ari«, men hann hevur eisini sagt, at uttan eitt sterkt mið- staðarøki fáa vit ikki ment útjaðaran. Eisini hevur hann nevnt, at hann ætlar at gera berghol til Gásadals. Tá Tórbjørn Jacobsen á løgtingsins røðarapalli boð- aði frá, at Almanna- og Heilsuskúlin skuldi leggjast á Tvøroyri, reisti tingmað- urin Bjarni Djurholm seg og segði, at hetta fór ikki at vera uttan svørðslag. Hvussu leikur fer, fá vit at síggja. Anfinn Kallsberg, løgmaður, handar nýggja landsstýrismanninum Bjarna Djurholm, blómutyssi á móttøku í Tinganesi í gjár Mynd: Jens Kristian Vang