Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 9 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 165 - 30. august 2000 Nr. 165 - 30. august 2000 JÓGVAN H. GARDAR, OSLO Hann dugir ikki at síggja nakað mistak í norska olju- politikkinum sum eigur at ræða føroyingar. Norski oljupolitikkurin hevur verið til tað besta fyri norsku tjóð- ina sigur Finn Lied. Finn Lied var norskur ídnaðarmálaráðharri tá norðmenn fóru undir olju- virksemi fyrst í sjeytiárun- um. Hann stóð á odda fyri tí arbeiðnum sum legði lunnar undir oljupolitikk- inum sum Noreg hevur fylgt síðani. - Tíðin tá eingin veit um olja ella gass er at finna er sera spennandi – ein vónar at okkurt er har, samstundis sum ein ikki kann tilrætta- leggja íløgur sum um ein fær inntøkur frá vinnuni í framtíðini. Tað er her før- oyingar eru í dag, sigur Finn Lied í samrøðu við Sosialin. Hann hevur ikki fylgt neyvt við í tí sum hendir í Føroyum í hesum døgum, men meinar at tað tykist sum um man hevur valt eina leið sum hann meinar kann vísa seg at vera tann rætta. - Vit høvdu einki olju- umhvørvi sum kundi byggja út eina norska oljuvinnu. Vit kundu havt latið alt uppí hendurnar á útlendskum oljufeløgum uttan at læra nakað sjálvi, men vit vildu læra okkara egnu fólk upp. Tú kanst siga at vit fóru ein biltúr har vit fyrst sótu aftanfyri; síðani fluttu vit til plássi við síðuna av bilstjór- anum har vit eygleiddu bil- stjóran fyri at læra hvussu hann stýrdi bilinum. Í dag sita vit sjálvi og stýra bil- inum. Vit vildu stýra olju- vinnuni sjálvi, men vit vóru noydd til at brúka tíðina til at læra okkara fólk til hesar krevjandi uppgávurnar. Í dag er tað eingin sum heldur tað vera løgi um føroyingar leita sær oljuvitan í Noregi, tí vit hava víst at vit duga, sigur ein ikki sørt stoltur Finn Lied. Hann meinar at føroying- ar sjálvir eiga at vera við í so nógvum sum gjørligt í samband við oljuleitingina. Hann leggur stóran dent á at tað almenna eigur at hava fingrarnar við í spælinum, og heitir á føroyingar um at byggja upp eitt oljufelag á sama hátt sum Noreg gjørdi tá Statoil varð stovnsett. Statoil hevur umframt at skula tryggja sær sjálvum pengar eisini umsiti tær beinleiðis inntøkurnar hjá norska statinum í olju- og gassvinnuni. Hugsi um eftirkomararnar Finn Lied meinar at tað einasta rætti er at byggja upp eitt tjóðarligt oljufelag sum skal vera við til at tryggja komandi oljuinntøk- ur og tryggja at vitanin um olju og gass eisini verður latin egnum fólki. - Skundi tykkum spaku- liga og hugsi langt inn í framtíðina, sigur Finn Lied, og sipar til at komandi ætt- arlið eisini skulu kunna njóta gott av møguligum olju- og/ella gassinntøkum. - Oljutíðin má ikki gerast til eitt stutt kapittul men til eitt so langt tíðarskeið sum møguligt. Tað er av alstór- um týdningi at ikki verður fari ov skjótt fram. Hugsi tykkum um Noreg ikki hevði tryggja sær inntøk- urnar sum vit hava gjørt. Eingin trúði at vit høvdu olju í okkara undirgrund. Hon var har, og metingar fyri fáum árum síðani um hvussu long norska oljuøld- in verður hava víst seg ikki at passa. Vit vita í dag við vissu um fleiri ferðir so stór- ar oljukeldur í dag, saman- borið við tað vit vistu fyri bara 4-5 árum síðani. Og framvegis eru økir sum kunnu vísa seg at hava stór- ar olju og gasskeldur, sigur Finn Lied. - Hav ís í maganum. Tað eru tit sum hava ognarrættin til undirgrundina, og tit avgera ferðina. Læri av Noregi og hava tit brúk fyri hjálp so ivist eg ikki í at norska oljuumhvørvi vil rætta tykkum eina hjálpandi hond. Móti Stoltenberg Finn Lied er orkuserfrøð- ingur og fylgir væl við. Hó- ast næstan 87 ára gamal, so luttekur hann dúgliga í orðaskiftinum. Í vár setti hann saman við øðrum gomlum javnaðarhøvding- um sum Haakon Lie og Jens Chr. Hauge í Arbeiderpar- tiet í gongd eina rørslu inn- an norska javnaðarflokkin sum hevur sum mál at steðga privatiseringsætlan- unum hjá leiðsluni í flokk- inum. Forsætisráðharri Jens Stoltenberg, oljumálaráð- harri Olav Akselsen og flokksleiðari Thorbjørn Jag- land saman við øðrum í flokksleiðsluni ynskja at at lata privatar íleggjarar sleppa inn í Statoil. Hesir tankarnir sum frammanundan bert Høyre og aðrir flokkar á høgra- vonginum hava tora at nevnt eru nú blivnir til javnaðartankar. Men Finn Lied er í øðini. Á landsfund- inum hjá Arbeiderpartiet í november lovar hann at Stoltenberg og onnur privat- iseringshugaði skulu setast uppá pláss. Umframt teir gomlu høvdingarnar hevur Finn Lied eisini fingið ung- dómsrørsluna hjá flokkin- um, AUF, við í stríðnum móti Stoltenberg. Ætlanin hjá Jens stoltenberg var at Statoil skuldi verið privatis- era longu áðrenn summar- feriuna. Men tað var áðrenn gamle leyvan vaknaði í Finn Lied og vinmonnum. Skundið tykkum spakuliga Føroyingar eiga ikki at skunda sær. Tíðin arbeiðir fyri eini oljutjóð, sigur fyrrverandi norski oljumálaráðharrin Finn Lied. Hann meinar at føroyingar eiga at gera sum norðmenn hava gjørt. Tað er nú framtíðin sum møgulig oljutjóð skal skapast, sigur hann. - Eg kenni væl Jens, og havi einki ímóti honum, men í hesum málinum fer hann skeivur. Statoil hevur verið trygdin hjá norsku borgarunum fyri at olju- vinnan skal tryggja norsk- um borgarum eina góða framtíð. Sleppa vit privatum og útlendskum íleggjarum framat í Statoil so missa vit stýringina, sigur Finn Lied. Hann hyggur skeivt uppá ein, um ein vísir til at tað bert eru partar av Statoil sum skulu privatiserast. - Antin er tað privat, ella so er tað alment. Hatta møsni um at partar kunnu privatiserast, samstundis sum staturin kann halda fram við at stýra er als ikki satt. Allar royndir sum norski staturin kann vísa til á hesum økinum vísir at sleppa privatir íleggjarar framat, so missir staturin ávirkan, ella letur vera við at brúka sín møguleika til at ávirka. Hygg bara eftir Norsk Hydro. Hóast statur- in er størsti eigari, so held- ur staturin seg yvirhøvur burturi og roynir ikki at ávirka leiðsluna í Hydro Finn Lied leggur dent á at Statoil-tankin kanska er tann týdningarmiklasti í all- ari oljusøgu Noregs, og kanska høvuðsorsøkin til at norðmenn hava fingið so nógv burturúr. - Tí meini eg at Statoil ikki má privatiserast – óansæð um talan er um heil- ella fyri-ein-part-privatiser- ing. Noreg hevur higartil havt ein sera góðan olju- politikk, sum føroyingar kunnu læra nógv av. Eg dugi ikki at vísa á nakað mistak sum orsøk er til at vera keddur av. Í løtuni ar- beiða partar av Arbeiderpar- tiet við at gera eitt stórt mis- tak gjøgnum privatisering av Statoil, men so leingi veiggj er í mær so skal eg stríðast fyri at hetta ikki verður framt. Náttúruríkidømi hoyrir til fólkið, og skal ikki vera eitt virðisbræv sum flýgur aftur og fram á virðisbræva- marknaðinum. Næstan 300 mia. krónur í norska oljugrunninum Nógv tann størsti parturin er settur í virð- isbrøv og partabrøv Orðini vóru ikki tey nógvu, tá roknskapurin hjá norska oljugrunninum fyri apríl ársfjórðing bleiv lagdur fram mánadagin, tí sambært uppgerðini hevði grunnurin ongan vinning havt hesar tríggj- ar mánaðarnar. Varastjórin í Norges Bank, sum umsitur grunnin, vísti á, at hjá einum so stórum grunni er tað ikki úrslitið í einum einstøkum ársfjórðingi, sum er avgerandi, men heldur hvat grunnurin fær burturúr upp yvir eitt longri tíðarskeið. Virðislækkingar á partabrævahandlinum í USA, Japan og í Evropa góvu grunninum eitt neg- ativt úrslit upp á 1,7 pros- ent í apríl ársfjórðingi, meðan virðisbrøvini góvu eitt positivt úrslit upp á 1,2 prosent. Samanumtik- ið hevði grunnurin ein vinning upp á 2,4 pros- ent fyrra hálvár í ár, men tað var lítið samanborið við fyrra hálvár í fjør, tá vinningurin var heili 12,4 prosent. Uttanlands Norska fíggjarmálaráðið hevur givið Norges Bank loyvi at seta pengarnar hjá grunninum í virðis- brøv og partabrøv í til- samans 21 londum. Men londini eru ikki tilvild- arliga vald, tí talan er um tey ríkastu londini í heim- inum, sum aftur tryggjar, at grunnurin kann vænta sær vinning av íløgunum, og at vandin fyri missi er lítil. Sum er hevur norski oljugrunnurin einar 160 mia. krónur standandi í útlendskum virðisbrøv- um, og einar 100 mia. krónur eru settar í parta- brøv. Sambært varastjóran- um í Norges Bank hevur leiðslan í oljugrunninum ongar ætlanir um at víðka talið á londum, sum eru egnað at gera íløgur í, men grunnurin fylgir alla tíðina við búskapar- gongdini í nógvum lond- um, leggur hann afturat. Umhvørvisgrunn Norski oljugrunnurin verður umsitin eftir teim- um marknaðarpolitisku treytunum, og tað er sjáldan, at politisku myndugleikarnir ella politikarar yvirhøvur um- røða virksemið hansara. M. a. hava fleiri um- hvørvisfelagskapir kravt, at oljugrunnurin skal stuðla umhvørvisvernd. Hetta er m. a. komið fram, tí grunnurin hevur sett pening í útlendskar stórfyritøkur, sum verða lagdar undir at oyða skóg- arlendi og harvið hótta umhvørvið, men higartil hava atfinningar sum hendan ikki vunnið frama. Kortini hevur leiðslan í grunninum samtykt at seta eina lítla mia. krónur í ein serligan umhvørv- isgrunn. Virksemið hjá hesum grunninum verður tó ikki ásett fyrr enn í almennu fíggjarlógini næsta ár. RÚNAR REISTRUP Ein heldur sermerkt fram- sýning er í hesum døgum at síggja í Smiðjuni í Lítluvík, har føroyingurin Vígdis Petersen og danin Anne Mette Edeltoft saman sýna fram ólíku verk síni. Báðar listakvinnurnar eru útbúnar á Danmarks Designskole. Anne Mette Edeltoft sum teknari og málari og Vígdis Petersen sum keramikari. Anne Mette Edeltoft starvast dagliga sum illustr- ator á einari danskari tekni- stovu, har hon mest av øll- um teknar til ymsar bøkur og aðrar útgávur. Harum- framt hevur hon teknað og skrivað tríggjar egnar barnabøkur og arbeiðir við teirri fjórðu. Stílurin í málningum hennara á veggjunum í Smiðjuni kann eisini tykjast eitt sindur barnsligur við fyrsta eygnabrá. Hetta kemst einamest av, at allir persónarnir á myndunum hava fólkakropp og djóra- høvd, men verður eisini undirstrikað av reinu linjunum í myndunum. Sjálv sigur Anne Mette, at hon fær íblástur til máln- ingar sínar frá millum øðr- um ævintýrum og orðatøk- um, har djór verða nýtt sum samanberingar við persóns- menskur. Og tað eru nevniliga persónsmenskur, sum klárast lýsa út úr myndun- Djórahøvd og hvalavasar Fólkakroppar við djórahøvdum og vasar, ið líkjast hvala- sveivum hanga og standa á veggjum og gólvum í Smiðjuni í Lítluvík nú um dagarnar. um hjá donsku listakvinn- uni, ið allatíðina brúkar ein undirtóna av skemti í sínum verkum. Sveiv og nev Vígdis Petersen stendur fyri tí trýdimensionella partin- um av framsýningini. Av skapum eru tað serliga tvey, ið ganga aftur. Annað er tað runda keramiska fatið og hitt er eitt vasaskap, sum líkist mest eini hvalasveiv, um sæð verður beint á tað, men broytir skap og líkist einum svangum opnum fuglaunganevi, um tú stend- ur uppi yvir tí. Munurin á teimum ymsu verkunum við líknandi skapum er málingin og brenningin, ið er rættiliga sermerkt. Vígdis brúkar ein eysturlendskan brenni- teknikk kallaður raku, har keramiski luturin verður tik- in úr ovninum, meðan hann er túsund hitastig. Síðan verður hann annaðhvørt koyrdur niður kalt vatn ella díktur undir við sæðuspøn- um, alt eftir um ein ynskir ein sprekkaða yvirflatu í málingini ella eina kola- svarta brenning á lutinum. Umframt stóru keramisku lutirnar hevur Vígdis eisini smærri keramiskar veggja- lutir við á framsýningini. Her er talan um keramik- formar á træ og nøkur fá verk, har keramikarin hevur brúkt beton á træ. Hongur saman Á framsýningini er ein ávís- ur spenningur millum verk- ini hjá báðum listakvinnun- um. Keramisku verkini, sum Vígdis Petersen hevur valt at sýna fram, eru nokk- so grovkornað og standa so- leiðis í andsøgn til ta óvan- liga reinu linjuna í málning- unum hjá donsku lista- kvinnuni. Kortini hongur framsýn- ingin saman. Spiralformaðu linjurnar í keramisku verk- unum leiða yvir til rundu linjurnar á málningunum, og djórhøvdini á hesum seta keramikkin í eitt meira óhátíðarligt og lætt ljós enn keramikkur plagar at standa í. Samanspælið millum teir fløtu og skuggaleysu mál- ningarnar og trýdimension- JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Klaksvík: Landsstýrismað- urin í fíggjarmálum kann annað enn at brúka telju- rekkjuna. Í grindini í Klaks- vík sunnudagin, var hann rættuliga í essinum, tá 98 hval løgdu beinini. Mynda- maður okkara læsti Karstin Hansen fastan í myndini, meðan hann hann er í ferð við at hála ein hval upp á land. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Karstin Hansen er í grind. Hann hevur verið løgreglumaður í mong ár og sýslumaður seinastu árini og tí veit hann alt um grind og grindabýti. Landsstýrismaður í grindadrápi ellu lutirnar á gólvinum riggar eisini væl. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin millum klokkan 14.00 og 19.00. Í morgin, hósdagin, letur hon aftur fyri seinastu ferð. Spiralurin er tað gjøgnumgangandi temaið í framsýndu verkunum hjá keramikaranum Vígdis Petersen. Stílurin hjá Anne Metta Edeltoft er djórahøvd á menn- iskjakroppum og hesin gongur aftur í øllum hennara málningum, sum verða sýndir fram í Smiðjuni.