Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. august 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 165 - 30. august 2000 Nr. 165 - 30. august 2000 Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo JÁKUP MØRK Tá B36 sunnudagin á heimavølli mátti lúta fyri B71, merkti hetta eftir øll- um at døma, at talan ikki verður um heiðursmerki av nøkrum slag hetta kapping- arárið. Tað letur ikki til, at leiðsla felagsins á nakran hátt ætlar at góðtaka støðuna uttan víðari, og fyrsta avleðingin av hesum sást longu mána- kvøldið, tá B36 leikararnir savnaðust til venjingar. Pelle á veg burtur Tað var nevnliga ikki Pelle Andersson, men ístaðin vanligi hjálparvenjari hans- ara, Piotr Krakowski, sum stóð fyri venjingini av leik- arunum. Kristian á Neystabø, for- maður í B36, sigur við So- sialin, at sum støðan er í løtuni, er venjarin ikki sagd- ur úr starvi: - Fyri fyrst hava vit valt at umhugsa støðuna í nakrar dagar, var einasta viðmerk- ingini frá formanninum, sum í løtuni er staddur utt- anlands. Hann sigur seg ikki vilja gera aðrar viðmerk- ingar til málið fyrr enn hann er afturkomin til Føroya. Kristian á Neystabø var eisini staddur í Danmark sunnudagin, tá umrøddi dysturin móti sandoyingum varð leiktur, men sum skilst, hevur hann umvegis telefon verið við á fundi sunnu- kvøldið, tá støðan í felag- num var umrødd. Sostatt er ikki endaliga greitt, um Pelle verður sagd- ur úr venjarasessinum, men tað kann tó tykjast torført at venda aftur í hesum máli, og verður tí frá flestu síðum gitt, at hetta verður veruleiki ein av fyrstu døgunum. Beint áðrenn evstamark okkara týsdagin, bórust tíð- indi um, at Pelle Andersson hevði endaliga sagt seg úr venjarastarvinum. Darius ongan sáttmála Tað verður ofta tikið til, at tá tað gongst einum liði illa, er lættasta loysnin at koyra venjaran úr starvi. Tað er jú lættari at senda ein mann til hús enn at senda 11 leikarar avstað. Søgan um verandi støð- una í B36 steðgar tó ikki við venjaraspurninginum. Hóast tað enn ikki er enda- liga greitt, um venjarin verður skiftur út, so kann við vissu staðfestast, at leik- arahópurin er minkaður na- kað síðani dystin sunnu- dagin. Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá Darius Magdi- sauskas í summar skifti frá FS Vágum til B36, men fremsta orsøkin til, at FSF tá skrivaði nýtt spæliloyvi til B36 var, at litavin ikki hevði FSF-góðkendan sát- tmála við leikaran, og tí ikki Upprudding í B36 Eftir tapi fyri B71, sum eftir øllum at døma merkti eitt farvæl til heiðursmerki, er eitt rættuligt uppruddingararbeiði farið í gongd í B36, og er tað fyrst og fremst útlendska arbeiðsmegin, sum stendur fyri skotum kundi afturhalda spæliloyvi hansara. Nú kennir B36 sviðan av somu reglu, tí eftir øllum at døma fer Darius av land- inum í dag. B36 hevur ikki nakran FSF-góðkendan sát- tmála við Darius, og tí fáa teir sum so einki gjørt við støðuna. Kristian á Neystabø vátt- ar, at litaviski verjuleikarin ikki hevur gjørt sáttmála við B36. Hann sigur, at Darius sjálvur bað um at koma til felagið at royna seg, men at partarnir ikki gjørdu nakran sáttmála. Eftir hvat skilst, fer Da- rius í dag til Svøríkis, har hann skal royna seg hjá Sleipnir. Tað kann leggjast afturat, at júst Sleipnir er barndómsfelagið hjá ven- jaranum, Pella Andersson Eingin útlendskur leikari Umframt Darius, hevur B36 eisini havt tveir aðrar út- lendingar við í leikarahóp- inum, men ikki er líkt til, at nakar av hesum verður við, tá B36 um tvær vikur fer til Klaksvíkar. Håkan Lundholm hevur síðani kappingarársbyrjan, men hann hevur havt sera trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum, so nú gong- ur leið hansara allarhelst aftur til Svøríkis. Eftir at John Petersen fór til Íslands at spæla, hevur eisini verið greitt, at B36 so at siga hevur manglað eina Byrjanin var góð, men nú er eftir øllum at døma líkt til, at Pelle Andersson er á veg úr B36 Håkan Lundholm hevur havt ilt við at vinna sær fastan sess á liðnum, og B36 tykist ikki vera áhuga í framhaldandi samstarvi við leikaran Vágamenn høvdu ongan sáttmála við Darius Magdi- sauskas, og kundu tí ikki forða honum í at fara til B36. Nú er støðan hin sama, men hesu ferð fær B36 ikki steðga litavanum á ferð hansara til Svøríkis Maciej Maryniak hevur ikki verið tann styrkur, sum leiðslan hevði vónað og roknað við dimensión í álopsspælinum. Fyri at bøta um hetta, fekk felagið í summar fatur í pól- verjanum, Maciej Maryni- ak. Avrikini frá hansara síðu hava tó ikki verið eins góð, sum væntað og roknað við, og tí hevur felagið gjørt av at steðga samstarvið við pólverjan. Sostatt er nú líkt til, at B36, ta sum efir er av kapp- ingarárinum, verður meira føroyskt, enn teir hava verið seinnu árini. Undantakið er Piotr Kra- kowski, sum heldur fram á venjarabeinkinum, eftir øll- um at døma sum høvuðs- venjari. Piotr verður tó meira ella minni roknaður sum føroyingur, nú hann hevur fingist við føroyskan fótbólt seinastu 12 árini. Fyrst sum spælari og síðani sum venjari. Felagið Rækjuskip metir hesa ætlan fiskimálaráð- harrans sum eina sera álv- arsama hóttan móti fram- tíðar grundarlagnum undir verandi rækjuflota og hevur tí skrivliga mótmælt ætlan fiskimálaráðharrans, og biðið um fund við bæði fiskimálaráðharran og við Løgtingsins Vinnunevnd at viðgera málið. Fyri rækjuflotan er tað altavgerandi, at vit ikki enda í somu støðu, sum við svart- kjaftabýtinum, har tað brád- liga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra burturav, umframt at øll hesi loyvi helst koma at føra til, at svartkjaftakvoturnar koma at verða sera smábýtt- ur. Eitt slíkt stig sum Jørgen Niclasen hevur ætlanir um at fara í holt við var eisini tikið í seinnu helvt av 80´unum, tá rækjuloyvini vóru økt úr 9 upp í 18. Úr- slitið av hesum var ein røð av konkursum og eitt bakk- ast fyri vinnuna sum hon hevur havt fleiri ár um at koma yvir, og eftir nøkrum árum vóru aftur bert 9 skip eftir í rækjuflotanum. Seinastu 2 árini eru fleiri rækjuskip útskift við størri og dýrari skip, og ein limur hevur enntá spent seg út til at byggja nýtt skip. Harum- framt hava nøkur skip eisini gjørt stórar íløgur í nýggja og dýra verksmiðjuútgerð fyri at fáa betur burturúr framleiðsluni, umframt at nøkur skip og loyvi hava skift eigara fyri nógvan pen- ing. Á henda hátt tryggjaði ein av limum felagsins við eini stórari íløgu m. a., at eitt rækjuloyvi frá einum føroyskum rækjuskipið, sum fór á tvang fyri uml. 1 1/2 ári síðani, ikki endaði á útlendskum hondum. Tað átti tí at verið meira týdn- ingarmikið hjá fiskimála- ráðharranum at tryggja, at tær íløgur, sum gjørdar eru í verandi rækjuflota og loyvi, fáa møguleika at verða forrentað, við at geva verandi rækjuflota nøktandi møguleikar í nøkur ár fram, heldur enn at máa støði undan flotanum. Søguliga gongdin Málið um óbrúktar rækju- dagar við Svalbard er ikki nýtt, og hevur verið havt á lofti við Fiskimálastýrið við jøvnum millumbilum gjøgnum árini - seinast tá Jørgen Niclasen var gestur á aðalfundinum hjá Felagn- um Rækjuskip fyri einum ári síðani, og var tá semja um at loysa hetta mál í felag á ein hátt, ið ikki kom at skaða verandi rækjuflota. Men Felagið Rækjuskip hevur tó ongantíð hoyrt eitt orð um málið aftur frá fiski- málaráðharranum ella øðr- um í Fiskimálastýrinum. Orsøkin til, at tað serliga við Svalbard eru ónýttir fiskidagar eftir rækjum hongur saman við, at stórur partur av rækjuflotanum seinastu árini hevur ligið á nýggju rækjuleiðini á Fle- mish Cap. Eitt av endamál- unum við hesum hevur ver- ið, at vinna Føroyum søgu- lig rækjurættindi har. Hetta hevur eydnast rækjuflotan- um somikið væl, at nú ið talan er um á komandi NAFO-ársfundi um 3 vikur at áseta kvotu fyri rækjur á Flemish Cap, standa Før- oyar til at fáa uml. 25 til 30% av heildarkvotuni. Meðan hendan tilgongdin viðv. Flemish Cap hevur verið í gongd, hevur tað verið eitt slag av semju mill- um rækjuflotan og politiska myndugleikan nú í nøkur ár um, at bíðast skal við at taka støðu til spurningin um fleiri rækjuloyvi, til støðan viðv. Flemish Cap kann sigast at vera komin í eina fasta legu. Henda støða er á ongan hátt ókend fyri Jørgen Nicl- asen, og fyri limirnar í Fel- agnum Rækjuskip kennist tað tí sera hugstoytt, at Jør- gen Niclasen nú vil revsa verandi rækjuflota fyri at hava útvegað rættindi á Fle- mish Cap. Hesa tíðina, meðan flotin hevur ligið mest á Flemish Cap, hevur gagnnýtslan av rækjudøgunum við Sval- bard sjálvandi verið minni enn vanligt. Felagið Rækju- skip hevur tó ongantíð sett seg ímóti, at fiskimálaráð- harrin lat tíðaravmarkað loyvi at veiða rækjur við Svalbard (sokallaði B- loyvi), fyri at brúka dagar við Svalbard meðan rækju- flotin lá á Flemish Cap fyri at vinna rættindir, men bert eitt av teim mongu skipum og feløgum sum hava fingið slík loyvi, kom nakrantíð í gongd. So kann ein sjálvur meta um seriøsitetin í slík- um umsøknum. Hinvegin kveistraði Jørgen Niclasen sjálvur eina verkætlan hjá einum av limum felagsins um, at seta i verk eina NAFO-royndarverkætlan at leiga eitt skip at veiða rækj- ur á Flemish Cap í 6 mán- aðir, til viks, hóast at hend- an royndarverkætlan vildi givið eina økta nýtslu av fiskidøgum á Flemish Cap í 2000, og hóast at ætlanin fekk einmalt viðmæli frá nevndini í Felagnum Rækjuskip, umframt at Reiðarafelagið heldur ikki hevði viðmerkingar til ætl- anina. Fyrireikingarnar vóru komnar so langt, at skipið til hesa royndarverk- ætlan lá klárt at fara í gongd, tá Jørgen Niclasen vendi tummlinum niðureftir. Felagið Rækjuskip undr- ast stórliga á broyttu støð- una hjá fiskimálaráðharran- um, sum ikki er í tráð við tí linju, sum hevur verið hildin líka til nú. Fyri Fel- agið Rækjuskip tykist tað løgið, at tað fyri fiskimála- ráðharran er so umráðandi at útskriva fleiri loyvi nú, ið kvota verður samtykt á Flemish Cap antin á NAFO- fundinum um 3 vikur ella innan fyri komandi árið, um semja ikki fæst í NAFO í ár. Tað kundi tí verið sera áhugavert at fingið at vita frá fiskimálaráðharranum, hvørjum hann hevur ætlað nýggju loyvini. Felagið er í øllum førum av tí áskoðan, at Jørgen Niclasen skal ikki loysa ávísar aðrar trupul- leikar innan fiskivinnuna við at skapa trupulleikar fyri rækjuflotan, men at hann heldur skal arbeiða við at loysa trupulleikar. Tað kundi verið ein byrjan at svara uppá ymsar fyrispurn- ingar frá felagnum, sum ikki eru svaraðir - m. a. um býtislykil fyri rækjukvotur - ella at gera aðrar fyri- reikingar til tær broytingar, sum koma at standast av eini kvotuskipan á Flemish Cap og við Svalbard. Felagið Rækjuskip er í dag vitandi um 10 vanlig rækjuloyvi, umframt eitt tíðaravmarkað loyvi afturat til kvotu við Eysturgrøn- land. Men fiskimálaráðharr- in hevur tó nýtt sína heimild at økja um veiðuorkuna til rækjuveiðu, við at veita loyvi til útskifting av fyrr- verandi „South Island“, „Margrethu“, „Atlantic“, „Hviltenni“ og „Palli hjá Mariannu“, við størri skip sum eru komin ella fara at koma í flotan í næstum. Hvat tað so er sum ger, at fiskimálaráðharrin metir, at tað í framtíðini er grundar- lag fyri øktari veiðuorku við verandi loyvum, og harum- framt eisini verður rúm fyri fleiri rækjuskipum, er Fel- agið Rækjuskip ikki vitandi um. Afturgongd í veiðurættindum Felagið Rækjuskip kundi skilt støðuna hjá fiskimála- ráðharranum um so var, at Føroyar høvdu fingið økt rættindi á øðrum leiðum, men so er ikki. Tvørtur- ímóti, so eru rættindini hjá rækjuflotanum minkað seinastu árini. Vísast kann m.a. á fylgjandi: • Í 1995 lækkaði fiskidaga- talið á Flemish Cap úr 1785 til 1607 fiskidagar. • Í 1998 lækkaði rækju- kvotan við Jan Mayen úr 500 til 200 tons. • Í 1998 lækkaði Noreg einvíst føroysku fiskidag- arnar eftir rækjum við Sval- bard, hóast at vinnan og landsstýrið harðliga mót- mæltu hesum. Hóast tað hevur málið so at siga ong- an prioritet hjá politiska myndugleikanum í dag, tí ongi stig eru tikin til at fáa eina loysn á málinum. Sam- stundis eru ábendigar um, at Noreg arbeiðir miðvíst við at seta í verk eina kvotu- skipan fyri rækjur við Sval- bard, har tað aftur verða teir, ið einvíst áseta, hvussu nógv føroyingar skulu fáa, so leingi sum føroyskir myndugleikar ikki bíta frá sær. • Í 1999 lækkaði rækju- kvotan í russiskum sjógvi úr 3000 til 2000 tons. • Í samband við at ES og Grønland samráðast um nýggja 5-ára avtalu hevur Felagið Rækjuskip biðið Fiskimálastýrið um at royna at fáa størri kvotu frá ES í grønlendskum sjógvi. Men felagið er ikki kunnað um, at Fiskimálastýrið formliga hevur tikið nakað stig til at fáa størri rækjukvotu frá ES við Eysturgrønland. • Í Canada eru rækjukvot- urnar seinastu 3 árini øktar úr 70.000 tonsum til 140.000 tons, og klára cana- diarar ikki at fiska alt sjálvir. Hóast áheitanir frá Felagn- um Rækjuskip er felagið ikki vitandi um, at Fiski- málastýrið arbeiðir við at fáa eina kvotuavtalu í lag við Canada. • Hóast áhaldandi áheitanir í uml. 20 ár hevur lands- stýrið ikki enn útvegað eina rækjukvotu í íslendskum sjógvi • ES-tollkvotan fyri pilk- aðar føroyskar uppruna- rækjur er framvegis 2000 tons, og avmarkar hetta sølumøguleikarnar hjá ver- andi føroysku rækjuskipum nóg mikið sum er. Ein økt føroysk veiða, við at út- skriva fleiri loyvir kemur bert at føra til enn størri prísfall fyri føroyskar rækj- ur, soleingi sum landsstýrið ikki hevur loyst trupuleikan við tollkvotuni. Framtíðin Ongum ber til at siga nakað um framtíðina, men við tí vitan, vit hava í dag, kunnu vit gera okkum nakrar fram- skrivingar og tankar um, hvat kemur at henda. Held- ur ikki á tann hátt kemur Felagið Rækjuskip fram á nakað, sum gevur orsøk til at givin verða fleiri rækju- loyvi, soleiðis sum niðan- fyristandandi yvirlit vísir: Flemish Cap: Eitt tað týdningarmesta økið fyri rækjuflotan sein- astu árini hevur verið Fle- mish Cap. Grundað á veiðu- tøl seinastu árini ber til at gera fylgjandi framskriving: Um ein kvotaskipan verð- ur samtykt í 2000 ella 2001 verður føroyska kvotan møguliga uml. 7.500 tons - t.v.s. nærum 2200 tons minni (-22,6%) enn í 1998 og 1999, og fiskidagatalið verður 265 minni enn í 1998 og 1999. Tí verður neyðugt hjá teim 6-7 skipunum, sum hava staðið fyri veiðuni á Flemish Cap í 1998 og 1999 at troyta aðrar leiðir part av árinum og kann einans blíva talan um Svalbard og russ- iskan sjógv. Nøkur av teim stóru skipunum hava árliga havt uml. 240 fiskidagar á Fl. Cap. Við uml. 907 døg- um tils. koma tað at resta uml. 120 dagar í hjá hesum skipum árliga, sum so verða nýttir í Barentshavinum í staðin. 1998 1999 Tils. Miðal 2001 Munur Veiða (ts) 9.514 9.868 19.382 9.691 7.500 (2.191) Fiskidagar 1.292 1.051 2.343 1.172 907 (265) Skip 7 6 13 7 Miðal pr. dag 7,4 9,4 8,3 8,3 8,3 Hagtøl Framskriving Felagið Rækjuskip: Rækjumenn mótmæla Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, boðaði í Degi og Viku seinasta fríggjadag frá, at hann hevði ætlanir um at útskriva fleiri varandi rækjuloyvi. Henda fráboðan fiskimálaráðharrans kom óvart á bæði nevnd og limir í Felagnum Rækjuskip, og hava fleiri ørkymlaðir limir í Felagnum Rækjuskip í vikuskiftinum vent sær til felagið. Svalbard: Eitt annað ikki minni týdn- ingarmikið økið fyri rækju- flotan er Svalbardsøkið. Higartil hevur ein fiskidaga- skipan verið í gildi fyri før- oysk skip síðani 1985, sum Noreg tó einvíst broytti í 1998. Samstundis arbeiða teir við at seta í verk eina kvotuskipan. Ongin møgu- leiki er at siga, hvussu stóra kvotu Føroyar fáa, av tí at tað verður Noreg, sum ein- víst kemur at gera hetta av, soleingi sum føroyskir myndugleikar vísa slíkan passivitet, sum vístur er í samband við norsku lækk- ingina av fiskidøgum fyri 2 árum síðani. Men við bert eitt sindur av høvuðrokning kemur ein fram til, at við verandi kvotum við Eystur- grønland, Russland og Jan Mayen, og eini kvotu á 7500 tons á Flemish Cap skulu Føroyar hava í miðal 1.000 tons pr. rækjuloyvi við Svalbard (tils. 10.000 tons), fyri at verandi floti kann hava árligar veiðu- nøgdir á einum støði, ið liggur nakað lægri enn á verandi støði, sum tó kortini ikki er høgt nokk, sum tað er við verandi útreiðslum til olju o.a. Tí má málið hjá Jørgen Niclasen verða at tryggja, at Føroyar fáa ikki minni enn 10.000 tons í kvotu við Svalbard, áðrenn hann fer í holt við at býta út fleiri rækjuloyvir. Niðurstøða Samanumtikið er Felagið Rækjuskip av tí fatan, at ætlanin hjá landsstýris- manninum tykist ómetaliga stuttskygd, og at hon í øllum førum ikki er grundað á ser- liga djúptgangandi kon- sekvensmetingar, men held- ur tykist at hava samband við at finna loysn á onkrum øðrum truplum málum hjá fiskimálaráðharranum, sum tó onki hava við rækjuflotan at gera. Felagið Rækjuskip ynskir tí at tosa við fiski- málaráðharran um málið í eini vón um, at ætlan hans- ara verður løgd til viks til hon er búgvin til støðu- takan. Nevndin Jákup Egholm Hansen Jóhan Joensen Olaf Olsen