Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 31. mars 2005 37 HEILSANIR Góði Allan Hjartaliga tillukku á 6 ára føðingar- degnum. Ynskja langomma og Olla Góða elskaða mamma Hjartaliga tillukku við føðingardegn- um í dag. Bestu heilsur frá okkum øllum. Frank Ingi Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góða Heidi Hjartaliga tillukku á 3 ára degnum. Ynskja Tyttomma og abbi Góði Martin Lukku og gleði á tínum 6 ára degi tann 30. mars Vit gleða okkum at koma í føð- ingardag hjá tær. Muss og klemm Heilsan omma og abbi á Norðasta Horn Førleikamenning, drukk og demens Felagið Synergi hev- ur trý sera áhuga- verd skeið á skránni komandi tíðina SKEIÐ Tíðindaskriv Tá foreldrini drekka Arbeiðir tú dagliga við børnum og ungum, og hevur varhugan av, at nøkur av "tínum" børnum hava tað ringt heima, or- sakað av at annað ella bæði foreldrini eru alko- holikarar? Skalt tú bara lata sum luft, ella skalt tú "blanda" teg? - Skeið fyri pedagogar, lærarar, ítrótt- arleiðarar og onnur sum dagliga eru um børn og ung í Føroyum. Kostnað- ur kr. 1.650,- íroknað full- an kost. Tilmeldingar- freist 1. apríl. DEMENS - Betri lívs- góðsku við Minnisvirksemi Flestu teirra, sum arbeiða innan eldraøkið, kenna tað aftur, at tosa um gamlar dagar við tey gomlu. Men dugir tú at brúka háttin tilætlað og sum ein virknan leiklut í arbeiðinum? Hetta er eitt 2-daga skeið fyri starvs- fólkum, sum øllum teim- um sum arbeiða innan Eldraforsorgina. Kostnað- ur kr. 2.550,- íroknað full- an kost. Tilmeldingar- freist 4. apríl. Grundútbúgving í Supervisión í Føroyum, samstarv við Den Sociale Højskole í Keypmannahavn. - Kundi tú hugsað tær, at Super- visión var ein fastur og náttúrligur partur av av arbeiðinum? Kundi tú hugsað tær at verið tann, ið fekk Supervisión í lag, á tínum arbeiðsplássi? Hetta er ein útbúgving, sum er fyri fólk í arbeiða við menniskjum. Kostn- aður kr. 15.880,- íroknað fullan kost í 14 dagar. Max. 20 luttakarar. Til- meldingarfreist 12. apríl. Vilt tú vita meira, so vitja heimasíðuna hjá Synergi - www.synergi.fo - tað loysir seg! (MYND: Bárður Niclasen, setast til) FYRILESTUR Tíðindaskriv Sjeyndi og næst seinasti fyrilesturin í røðini "Myndlar og tøl", sum Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipa fyri, verður hós- kvøldið 31. mars, tá ið Bárður A. Niclasen, Ph.D- studentur á Náttúruvís- indadeildini á Fróðskapar- setrinum heldur fyrilesturin "Spæla alda og streymur saman á landgrunninum". Fyrilesturin verður klokkan 20 í Ovastovu í Nóatúni 3. Flestu føroyingar munnu vita, at ikki bert vindurin, men eisini sjóvarfalsráki ávirkar alduna. Elias Dav- idsen sáli, sum varð tann fyrsti, ið av álvara fór at kanna alduviðurskiftini við Føroyar, skrivaði einaferð soleiðis: "Tað er ikki møguligt at práta við ein føroying um bylgjur uttan samstundis at tosa um streym. Um tú tosar um bylgjur, so tosar hann um streym." Aldumátingar hava verði gjørdar við Føroyar sein- astu 25 árini, og verða dag- liga lisnar upp í útvarp- inum. Hesar mátingar vóru í fyrstuni gjørdar fyri at geva útróðrarmonnum betri upplýsingar um aldustøð- una. Hesar mátingar eru nú sum frálíður vorðnar grundarlagi undir vitanini um aldur og alduviðurskifti við Føroyar. Ì dag er møguligt við numeriskum modellum at spáa um alduvánir, á sama hátt sum veðurfrøðingar spáa um veðri. Við hjálp av einum slíkum aldu modelli verður í løtuni kanna hvussu sjóvarfalli ávikrar alduvánirnar við Føroyar. Ì fyrilestrinum verður tosað um ávirkanina sum sjóvarfalsstreymur hevur á alduna. Dømi verða tikin úr aldumátingunum við Før- oyar, og modellroyndir fyri føroyaleiðina verða vístar. Bárður A. Niclasen er út- búgvin cand.scient í jarða- lisfrøði frá Københavns Universitet. Hann fór í 2002 undir Ph.D. lestur innan havfrøði á Náttúru- vísindadeildini, Fróðskap- arsetri Føroya. Ph.D. lesturin er fíggj- aður av Statoil-bólkinum sum partur av teirra játtan til førleikamenning í Føroyum. Fyrilestur á Fróðskaparsetrinum