mikudagur 20. apríl 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- 2 -
Samskiparin av Prix
Føroyum staðfestir
áðrenn finaluna leyg-
arkvøldið, at Prix Før-
oyar hevur fingið
størri týdning fyri før-
oyingar enn nakrantíð
áður
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingin hevur í ár fingið meira
umrøðu enn nakrantíð áður.
Fólk hava verið ill um døm-
ingina, kjakast hevur verið
um endamálið við kapping-
ini, og nógvar meiningar
hava verið frami.
– Tað er langt frá líkamik-
ið fyri fólk, hvat hendir í Prix
Føroyum, og hvørjir bólkar
koma víðari. Fólk hava verið
gosi, og kjakið hevur verið
nógv. Hetta hevur verið við
til at seta rættiligt fokus á
føroyskan tónleik, heldur
Fróði Vestergaard, sum er
samskipari av Prix Føroy-
um.
– Stutt eftir at føroyingar
høvdu gjørt eina nýggja
yvirtøkulóg við danir, snúði
Fimmarin í Útvarpinum seg
um Prix Føroyar og ikki um
yvirtøkulógina. Tað vísir
bara, hvussu stórur áhugin
fyri kappingini er blivin.
Útselt til kappingar
Fróði Vestergaard heldur,
at tað er gott fyri føroyskan
tónleikin, at áhugin fyri Prix
Føroyum og tónleiki sum
heild er blivin so stórur og
víðfevndur.
– Áhugin sæst eisini aft-
ur í, at sera nógv fólk eru til
kappingarnar og lurta. Til
trý av tiltøkunum í Fuglafirði
var útselt, og til tað fjórða
var mest sum fult eisini,
sigur Fróði Vestergaard.
Og til tiltakið leygarkvøld-
ið verður eisini roknað við,
at tað verður útselt, og
harafturat fáa túsundtals
føroyingar eisini møguleikan
at fylgja tiltakinum gjøgnum
beinleiðis útvarps- og sjón-
varpssending.
PRIXIÐ STØRRI TÝDNING ENN ÁÐUR
Fleiri útlendskir gestir
enn nakrantíð áður
verða við til Atlantic
Music Event, og før-
oyskir bólkar hava
møguleikan at spæla
seg inn til festivalar í
Føroyum, Danmark,
Noregi, Íslandi og Svø-
ríki. Samskiparin av
Prixnum heldur, at út-
lendsku vitjaninar í
sambandi við Prix Før-
oyar skapa áhuga fyri
føroyskum tónleiki utt-
anlands
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Umboð
fyri
útlendskar
festivalar, spælistøð, fjøl-
miðlar og fyriskiparar verða
við, tá ið Atlantic Music
Event verður í Norðurlanda-
húsinum leygarkvøldið.
Tiltakið, sum plagdi at
eita finalan í Prix Føroyum,
hevur nú vaksið seg til at
verða eitt stórt og fjøl-
broytt føroyskt tónleikatil-
tak, har finalan í Prixnum er
ein partur av tiltakinum.
Tað hevur verið vanligt
seinnu árini, at útlendskir
gestir koma til finaluna í
Prix Føroyum, og soleiðis
verður aftur í ár. Tað koma
fleiri útlendskir gestir enn
nakrantíð áður til tiltakið,
og bólkarnir, sum spæla á
Atlantic Music Event, hava
nógvar møguleikar at bjóða
seg fram til.
Framførslur á festivalum
og konsertum í Føroyum,
Danmark, Íslandi, Noregi
og Svøríki standa upp á
spæl, og tað eru lokkandi
vinningar hjá bólkunum.
Harafturat fara fleiri fjøl-
miðlar úr Danmark og Ís-
landi at dekka tiltakið, og
tað gevur eisini føroyskum
tónleiki nógv umrøðu.
Nógvir týðandi
gestir
12 bólkar fara at spæla til
Atlantic Music Event, og
teir hava allir møguleikan at
fáa okkurt burtur úr tiltaki-
num. Nakrir av vinningun-
um eru bara til bólkarnar,
sum eru við í Prix-finaluni,
men nógvir aðrir møguleik-
ar eru til allar bólkarnar.
Høvuðsvinningurin
til
Prix-vinnaran er ein vika í
studio, og tað Mentamála-
ráðið, sum letur vinningini.
Hesaferð er ikki navn sett
á, hvat studio bólkurin skal
í, men seinnu árini hava
bólkarnir verið í danska
Lundgaard Studio, sum er
eitt gott og væl umtókt stu-
dio. Vinnarin hevur møgu-
leikan at sleppa hagar, um
hann ynskir tað.
Millum útlendsku gestir-
nar hesaferð eru fólk sum
Jens Ove Friis, stjóri í
danska
RecArt,
Peter
Abrahamsen frá Copydan,
Bosse Ryberg frá NOMUS,
umboð fyri plátufeløgini
12Tónar í Íslandi og CDA í
Svøríki, journalistar frá Jyll-
ands-Posten,
íslendska
Morgunblaðnum og Rás 2,
Lydhør, Musikeren og Pol-
foto. Umboðið hjá Polfoto
er helst mest virdi danski
tónleikaskribenturin Torben
Bille, sum ongantíð áður
hevur verið til Prixið.
Vitjanir skapa
áhuga
Útlendsku umboðini gera
Prix-tiltakið
enn
meira
spennandi, og tiltakið gevur
føroyskum
tónleikalívið
møguleikan at fáa kontaktir
við fólk í vinnuni í okkara
grannalondum.
– Eitt er at vit kunnu
bjóða nakrar góðar vinning-
ar í útlandinum, men eitt av
endamálunum við at fáa
hesar gestirnar til landið,
er gera teir áhugaðar í før-
oyskum tónleiki, og tað hev-
ur higartil víst seg at rigga
væl, sigur Fróði Vester-
gaard, samskipari av Prix
Føroyum.
– Bæði á Jelling og Nibe
festivalunum, sum nú koma
at velja sær ein Prix-bólk
fyri triðju ferð á rað, spæla
trý føroysk nøvn í summar,
og tað hava vit ikki upplivað
áður, sigur hann.
Allar framførslurnar í út-
landinum lata seg gera, tí
føroyska flogfelagið At-
lantsflog spælir við og flýg-
ur allar bólkarnar ókeypis í
sambandi við framførslur-
nar á útlendskum pallum.
– Eitt endamál við Prix
Føroyum og nú Atlantic
Music Event er at vísa før-
oyskan tónleik fram mót-
vegis útlandinum, og við
teimum mongu gestunum
hesaferð, er ein góður
møguleiki at gera tað hjá
bólkunum
leygarkvøldið,
sigur Fróði Vestergaard.
NÓGV ÚTLENDSK EYGU OG OYRA FYLGJA VIÐ
– Eitt endamál við Prix Føroyum og nú Atlantic Music Event er at vísa føroyskan tónleik fram mótvegis útlandinum, og við teimum mongu gestunum
hesaferð, er ein góður møguleiki at gera tað hjá bólkunum leygarkvøldið, sigur Fróði Vestergaard, samskipari av Prix Føroyum