Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 74 - 20. apríl 2005 Vinarliga nýti blokkbókstavir Undirritaði Navn Bústaður Bygd/býur Ynskir eintak/tøk av bókini Á skatturin, skatturin! Bókin kostar 190 kr. + postgjald. B Í L E G G I N G A R S E Ð I L Bílegg skattin nú! CHARLES ADAMS Á skatturin, skatturin! Søgan og søgur um, hvussu skattur hevur ávirkað samfeløg kring heimin Týtt: Óli Breckmann Á skatturin, skatturin! FORLAGIÐ PLINKUR CHARLES ADAMS Á skatturin, skatturin! Søgan og søgur um, hvussu skattur hevur ávirkað samfeløg kring heimin Týtt: Óli Breckmann Á katturin, skatturin! FORLAGIÐ PLINKUR CHARLES ADAMS Á skatturin, skatturin! Søgan og søgur um, hvussu skattur hevur ávirkað samfeløg kring heimin Týtt: Óli Breckmann Á katturin, skatturin! FORLAGIÐ PLINKUR Klipp! Til: FORLAGIÐ PLINKUR c/o Blaðdeildin P.O. Box 3208 110 Tórshavn Verður sent ópostað, móttakarin rindar postgjaldið 296 Dýra biðidagskvøld bjóða dalbingar til kvøldsetu í Eiriksgarði. Minsta bygdafelagið í Sandoynni er avgjørt ikki ringast fyri við fólki, sum dugir at fortelja og at skipa fyri lívligum sangi. Fríggjakvøldið verður Eiriksgarður latin upp klokkan sjey, smurt breyð verður at fáa, og so er bara at seta seg at njóta upplest- ur, sang og søgur. Hetta er fyrsta kvøld- setan í Dali í ár. Seinni verða tær meira lagaðar til útlendskar gestir, myndaðar rundan um føroyskt ulla- arbeiði. Rokkur og karðar eru frammi, og gestirnir sleppa at royna seg. Eisini eru gomul føroysk barna- spøl á skránni, og sjálvandi eisini sangur og dansur. Fyrsta kvøldsetan í ár verður fríggjakvøldið, og fyrsta kvøldsetan við rokki og skjaldrum verður 24. juni. Fyrsta avlopið hjá Kalli 400.000 kr. vóru eftir á botnlinjuni hjá Kall í ársroknskapinum fyri 2004. Hetta er fyrsta ferðin í fýra ára livitíðini, at Kall hevur avlop, og sagt verður, at hetta eisini er í tráð við tær ætlanir, sum eru lagdar. Í tíðindaskrivi sigur fel- agið, at nettosølan í fjør vaks við 47%. Samlaða talið av GSM-kundum hjá felagnum er nú 10.300, og svarar hetta til á leið ein fjórðing av teimum, sum eru á marknaðinum. Talið av fastnet-kundum hjá Kalli er 5.100. Við árslok í 2004 vóru 16,5 fulltíðarstørv í Kalli. -jm Kvøldseta í Dali Søgurnar koma til Fuglafjarðar Nú vita sandoyingar, hví orknoyingar ikki skulu venda bakið til sjógvin, tá teir stinga fliður. Og hvussu tað bar til, at maðurin við ljótastu fótum í Hetlandi slapp undan dómi, tá hann drap skattainnkrevjaran. Søgusigararnir úr Orkn- oyggjum, sum hava vitjað í Sandoynni, fara nú til Fuglafjarðar Tveir vælkendir menn í søguheiminum eru á vitjan í Føroyum. Tom Muir úr Orknoyggjum, og Law- rence Tulloch úr Hetlandi. Báðir hava í nógv ár ferðast á søgufestivalir at siga frá. Mánamorgunin komu teir í land av Norrønu, og við sær høvdu teir hvør sítt stóra savn av søgum. Ikki at teir bera mappur og bøkur við sær - tí søgur, ein ikki minnist, kennir ein ikki nóg væl til at fortelja, halda teir. Tú fær teir ikki at siga frammanundan, hvørjar søgur teir fara at siga. Tær koma í somu løtu, teir standa framman fyri áhoyr- arunum. Mánakvøldið søgdu teir frá á Keldu í Skálavík, har eini 45 fólk vóru komin at lurta - og fleiri eisini sjálvi at siga frá. Vilhelmina Larsen úr Dali segði frá um mannin, sum varð eftir á kópalátrin- um. Fríðhild Petersen úr Skopun fortaldi um skilið, tá prestur kom norð at for- telja, hvat hann helt um teir nýkomnu pinsarnar. Laura Joensen tók burtur úr sjónleiki sínum um Jó- honnu Mariu Skylv eina søgu um prestakonuna, sum vildi sleppa undan at eiga børn. Og yngsti áhoyrarin Jónatan Petersen, 8 ár, helt seg framat við eini lítlari grikskari søgn. Teir báðir gestirnir úr oyggjunum fyri sunnan fara mikukvøldið til Fuglafjarð- ar at siga frá. Og nei - tað ber ikki til at fáa at vita frammanundan, hvørjar søgur verða at hoyra! Men tað er sannlíkt, at fleiri teirra verða úr savnin- um, sum hevur livað á mannamunni í Orknoyggj- um og Hetlandi gjøgnum øldir. Og tað sýnist sum tað ikki altíð hevur verið so langt millum Føroyar og grannarnar sunnanfyri. Sagnaverurnar eru tær somu. Kóparnir kunnu fara úr haminum, og gongur tú fram við einum vatni, kann tú hitta nykin. Men at fáa hesar verur livandi, skulu listir til. Frá- sagnarlistir. Og tær eru skjótar at varnast hjá hes- um báðum ferðandi søgu- sigarunum. Tom Muir og Lawrence Tulloch fara at siga søgur á bókasavninum í Fuglafirði mikukvøldið klokkan 8. Kvenna- kór Kópa- vogs í Christians kirkjuni KONSERT Sunnudagin 24. apríl verður ein konsert Christianskirkjuni við Kvennakóri Kópavogs. Kórið var stovnað 2002 og hevur 35 limir. Á ferðini til Føroya eru 30 kvinnur við. Kórið hevur árliga várkonsert og er við til onnur tiltøk. Skráin er blandað, við sangum á m. a. før- oyskum, kinesiskum, sponskum og latíni. Hjúnini Natalia og Julian Hewlett stjórna og spæla undir. Nú tað várar og lombini so smátt koma til verðina eru Óðalstíðindini aftur at fáa til keyps. Sum áður er inni- haldi í blaðnum á tremur við greinum um jarðarbrúk og tí hartilhoyrandi. Í blaðnum hesu ferð eru samrøður við fólk, ið hava skil fyri epla- velting og verður griett frá ymiskum snildum til tess at fáa sum mest burturúr. Eyðun á Rógvi greiður frá í grein síni um hannsara stríð fyri rættvísi og um hvussu hann bleiv noyddur at fara heilt til Hægstarætt fyri at fáa eina komunu at viðurkenna eitt endur- gjaldskrav fyri ognartøku. Greinin nemir við trupul- leikan tá komunur gera seg inn á rættindi borgaranna og at borgarin ikki eigur at lata sær lynda, tá tað bíður ímóti grundleggjandi rætt- indum sosum ognarrættin. Kári P. Højgaard, ting- maður fyri Sjálvsstýris- flokkin legið fyrr í ár fram uppskot á løgtingi, um broy- ting í matrikullógini. Við sínum uppskoti vildi Kári gera tað einfaldari at selja og keypa jørð. Uppskoti hevði gjørt tað einfaldari hjá fólki, serliga á bygd at skipa síni viðurskiftir eftir egnum tørvi, uttan at skulu verða bundin av umsitingarligum fótonglum sum ein gomul og avolda matrikullóg hevur at bjóða uppá. Uppskoti hjá Kára fall og var ikki sam- tykt á hesum sinnið, men tíðarinnar rák og kravið um betri viðurskiftir á bygd og útoyggj fara ikki at loyva eini áhaldandi óbroyttari støðu. Les meira um hetta á nógv annð í blaðnum. Tað er Føroya Óðalsfel- ag, ið gevur út Óðalstíðindi og kemur blaðið út tvær ferðir um árið, um várið og um heystið. Blaðið kostar kr. 40,- í leysasølu, men allir limir felagsins fáa blaðið ókeypis. Óðalstíðindi aftur at fáa