Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 3 - Listarkvinnan Vígdis Petersen hevur gjørt nýggju AME-virðisløn- irnar, sum verða lætn- ar føroyskum tónleik- arum fyri fyrstu ferð leygarkvøldið Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað verður ein nýggj og spennandi virðisløn, sum verður latin á fyrsta sinni leygarkvøldið. Tað er spenn- andi, bæði tá ið hugsað verður um, hvørji fólkini verða, sum verða vald, og eisini tá ið hugsað verður um, at sjálv virðislønin verður avdúkað. Í útlandinum er tað van- ligt, at virðislønir verða lætnar innan filmsídnaðin, tónleikavinnuna og onnur mentanarlig øki. Hetta hevur ikki verið so vanligt í Føroyum, men leygarkvøldið fær føroyskur tónleikur sínar fyrstu ser- ligu virðislønir, sum verða lætnar til Altantic Music Event. 14 virðislønir skulu lætast fyri alt frá besta sangi og bestu fløgu til besta sangara og besta gittarspæalra. Leirlist Tá ið fólk skulu heiðrast við slíkum virðislønum er van- ligt, at tey fáa eitt prógv um hetta, og øll munnu kenna lítlu Oscar-stand- myndina, sum kanska er kendasta virðislønin av teimum øllum. AME-virðislønin er nú eisini skapað, og tað er før- oyska listarkvinnan Vígdis Petersen, sum arbeiðir nógv í Danmark, ið hevur gjørt virðislønina. Vígdis Petersen er leir- listakvinna, og hon hevur seinastu tíðina verið í Før- oyum og gjørt nyggju virðis- lønina. Hon hevur stillað út síðani 1982 og hevur mill- um annað havt serframsýn- ingar í Smiðjuni í Lítluvík og Bistrup Kirke. Ferðast víða Vígdis Petersen hevur ging- ið á Danmarks Design- skole, og hon hevur seinni eisini fingið útbúgving á Hans Christian Højers Tegneskole og Multimedia- instituttet. Hon hevur gjørt ferðir til Fraklands, Italia, Litava, USA, Spania og Týsklands í sínum listarliga arbeiði, men hon hevur eis- ini javnan verið heima í Før- oyum og stillað út hesi ár- ini. Og leygarkvøldið verður virðislønin, sum hon hevur gjørt til Atlantic Music Event, latin fyri fyrstu ferð. Tað er Føroya Sparikassi, ið er ein av stuðlunum hjá Prix Føroyum, sum hevur fíggjað nýggja nýggju virðis- lønina. VÍGDIS HEVUR SKAPAÐ VIRÐISLØNINA – Hetta er ein stuttlig uppgáva, og tað hugskotini og tankarnir koma, meðan eg arbeiði við verkinum. Virðisløin hevur reinan keramikk uttan glasur, sum kann benda á ein reinan tóna, hon minnir um ein metronom, hon hevur musiskar rørslur og onkrastaðni ber til at hóma tær linjurnar á einum nótablaði, sigur Vígdis Petersen, sum nú leggur seinastu hond á nýggju AME-virðislønina. Mynd: Jens Kr. Vang