Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2005 3 Ráfiskakeyparafelagið: Proformasølur størsti einstaki trupulleikin hjá flakavinnuni – Lønarvøksturin hevur verið stórur og hevur ávirkað úrslitið sera nógv, men størsti einstaki trupulleikin hjá føroysku flaka- vinnuni er proforma- sølurnar, staðfestu limirnir í Ráfiska- keyparafelagnum á aðalfundi felagsins fríggjadagin AÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroya Ráfiskakeyparafel- ag hevur havt aðalfund og formaður felagsins seinastu árini, Egil Olsen, er ikki longur í nevndini. Á fundinum boðaði hann frá, at hann sum nevndar- limur í átta ár, harav tvey tey seinastu árini sum for- maður, nú ynskti at gevast í nevndini. Tveir av nevndarlimun- um stóðu fyri vali, Egil Ol- sen og Egil Johansen, sum tók við afturvali. Nýggjur í nevndini fyri Egil Olsen er Andrias F. Hansen, sum í dag er framleiðslustjóri á virkjunum hjá Sandoy Seafood. Hinir nevndarlimirnir í Føroya Ráfiskakeyparafel- ag eru Meinhard Jacobsen, Petur H. Mohr og Páll Gregersen. Proformasølur og lønarvøkstur Frásøgnin hjá formannin- um í Ráfiskakeyparafel- agnum snúði seg í stóran mun um truplu støðuna í flakavinnuni. - Í 2003 høvdu flaka- virkini eitt vánaligt ár, og samanlagt høvdu virkini einki yvirskot. Í farna ári er støðan versna, og fyribils metingar siga, at virkini samanlagt fáa eitt hall, sum kann tátta í 45 miljónum krónum. Víst verður á, at lønar- vøksturin hevur verið stór- ur, og hevur hetta ávirkað úrslitið sera nógv. Onnur viðurskifti, sum fallandi fiskaprísir, gjaldoyraviður- skifti og smáfallandi fiskur, hava eisini ávirkað støðuna skeivan veg. Kjakið á aðalfundinum hjá Ráfiskakeyparafelagn- um var merkt av ymiskum spurningum í samband við "fiskapakkan", sum hvarv – og um russisku skipini, sum taka ímóti føroyskum upsa. - Størsti einstaki trupul- leikin hjá føroysku flaka- vinnuni er proformasølur- nar, staðfestu limirnir í fel- agnum. Ætlandi var nýggja nevndin í Føroya Ráfiska- keyparafelag saman á fundi í gjár og skipaði seg, men hesin fundur hevði ikki verið, tá ið blaðið fór til prentingar. Formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag, Harry Benjaminsen, heldur, at tey, sum fáa fasta løn á virkjunum kring landið, eitt nú formenn, heldur skuldu fingið tímaløn við einum minni ískoyti um mánaðin. - Her er veruliga pen- ingur at spara hjá fleiri virkjum, sigur hann ARBEIÐI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo - Nú lønarsamráðingar eru aftur, eru arbeiðsgevararnir enn einaferð farnir at tosa um, at lønirnar eru so høgar hjá vanliga arbeiðaranum. Hetta er sama møsn, sum núverandi formaður í ar- beiðsgevarafelagnum hevur arvað frá fyrrverandi for- manninum, eins og hetta eru meiningar hjá umsitingini í Vinnuhúsinum, sum jú er hin sama sum undanfarin ár. Tað er Harry Benjamin- sen, formaður í Tofta Ar- beiðsmannafelag, sum eis- ini hevur verið stjórnarlim- ur í Føroya Arbeiðarafelag, ið eigur hesi orðini og reisir henda spurning. Lønarposin Hann vísir á, at samráðing- ar við arbeiðsgevararnar jú er ein spurningur um løn, eftirløn, lívstrygging og onnur rættindi fyri arbeið- arafjøldina. - Tað er sjálvandi avger- andi fyri arbeiðaran, at hann fær so nógv í lønarposan sum gjørligt fyri tað arbeiði, hann ger. Arbeiðsgevarin vil hinvegin, at arbeiðarin ger so nógv sum gjørligt fyri so lítið sum tilber. Harry vísir á, at tey seinnu árini hevur tað tí- verri verið soleiðis, at ar- beiðarafeløgini hava verið í verkfalli fyri at fáa ein lítlan part av sínum krøvum gingin á møti. - Hetta er sjálvandi ikki bert skuldin hjá teimum, men eisini um vantandi vilja hjá arbeiðsgevarunum at loysa eina trætu um løn í sátt og semju. Formaðurin í Tofta Ar- beiðsmannafelag heldur, at tað hevði tænt báðum pørt- um best til samráðingarnar hesaferð, um spælt varð út við reellum krøvum um løn, eftirløn og onnur viðurskifti í sáttmálanum. - Best hevði verið, um báðir partar vístu vilja til at loysa sáttmálaspurningin í góðum og siðiligur anda, so vit sluppu undan einum stríði hesaferð. Tá hevði nýggi formaður arbeiðs- gevarans veruliga víst, at dugur var í honum – og at ein nýggj tíð var byrjað! Yvirbygnaðurin Harry sigur, at sum ar- beiðari kann hann ikki góðtaka, at tað altíð verður lagt eftir teimum tímaløntu – at tann tímalønti fær ov nógva løn og harvið ger, at vit ikki eru kappingarførir við onnur lond. - Eg haldi, at arbeiðsgev- ararnir heldur skuldu hugt at, um yvirbygnaðurin ikki er ov stórur og dýrur. Men eg veit, at teirra svar er, at neyðugt er at hava fleiri formenn og fastlønt fólk. Og formaðurin í Tofta Arbeiðsmannafelag heldur fram: - Mín meining er, at vit á fleiri arbeiðsplássum hava alt ov nógv ópruduktiv fólk í føstum starvi – við fastari løn. Tað sigur seg sjálvt, at vanligi arbeiðarin noyðist at bløða fyri, at hesi skulu fáa sína løn. Míni ráð eru at hava færri fastlønt fólk, tí hesi skulu hava løn, sjálvt um einki arbeiði er í nakrar dagar, meðan arbeiðarin tá er við hús við ongari løn frá arbeiðsgevaranum. Harry heldur, at tey, sum fáa fasta løn, eitt nú for- menn, heldur skuldu fingið tímaløn við einum minni ískoyti um mánaðin. - Her er veruliga pening- ur at spara hjá fleiri virkj- um, leggur hann aftrat. Einki verkfall Formaðurin í Tofta Ar- beiðsmannafelag sigur seg vóna, at samráðingarnar, sum nú eru byrjaðar millum arbeiðarar og arbeiðsgevar- ar, fara at ganga væl. - Eg vóni ikki, at neyðugt verður við verkfalli, men at báðir partar – tá ið komið er undir land – kunnu vera nøgdir við at hava fingið okkurt positivt burtur úr, sigur Harry Benjaminsen. Tveir vinnulívsmenn "kaffipráta" í Norðurlandahúsinum, fv.: Egil Olsen, sum ikki ynskti afturval í nevndina í Ráfiskakeyp- arafelagnum og Hans Andrias Joensen, sum er annar maðurin aftanfyri virksemið hjá Thor í Hósvík Mynd: Vilmund Jacobsen Tímaløntu gjalda fyri føstu lønirnar - Eg vóni ikki, at neyðugt verður við verkfalli hesaferð, men at báðir partar – tá ið komið er undir land – kunu vera nøgdir við at hava fingið okkurt positivt burtur úr, sigur Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðs- mannafelag, sum her situr í trucki hjá Fiskamarknaði Føroya Mynd: Vilmund Jacobsen