mikudagur 20. apríl 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- 14 -
Deja Vu verður eisini
millum bólkarnar, sum
fær møguleika at vísa
fyri føroyskum og út-
lendskum áhoyrarum
alt tað teir duga. Og
tann 23. apríl kemur
fløgan hjá DejaVu út.
Hetta er sama dag,
sum Atlantic Music
Event er í Norður-
landahúsinum
AME 2005
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Deja Vu vunnu sær ikki
sess í semifinaluni, og
gjørdi hetta kanska ein part
av lurtarum og/ella fjeppar-
um bilsin. Men sum navnið
so rámandi ber boð um, so
koma teir nú sterkt aftur í
aftur.
Limirnir sleppa at vísa á
palli fyri føroyingum og út-
lendingum, hvat teir hava
at bjóða. Og so leggja teir
eisini sama dag, tann 23.
apríl, nýggju fløgu sína
fram. Ein fløga, sum er
millum tær dýraru í før-
oyskari fløgusøgu, hvat
framleiðslu viðvíkur.
Deja Vu spælir flottan
tónleik. Tónleik, sum í støð-
um kanska kann sigast at
hava symfonisk drøg. Í øll-
um førum skal ein næstan
seta seg væl tilrættis og
hava alt hjá sær, ið ein
heldur seg hava brúk fyri,
innan ein setir seg at lurta.
Tónleikurin er ofta stillur,
tykist venda inneftir, skapar
hugalig hugløg, vakurt,
stilt, kanska mediterandi,
um ein er til slíkt.
Og um lesarin ikki heilt er
samdur í hesi - kanska
fátæksligu - lýsing av tón-
leikinum, so er óivað breið
semja um, at tað í øllum
førum er ringt at vakna og
gera morgunfimleik aftur
við Deja Vu. Og tað hevur
sjálvandi heldur ongantíð
verið meingingin.
Her er heldur talan um
flottan og vælspældan tón-
leik. Og Deja Vu hevur tí-
betur verið í upptøkuhølun-
um og eisini fingið kønar
hendur at hjálpa sær tøkni-
liga.
Fløgan
Tann 23. apríl kemur fløgan
hjá DejaVu út. Deja Vu eru í
Norðurlandahúsinum
við
einum sølubási, umframt at
fara á pall. Fløgan er ein
sera stór, flott og dýr ætl-
an, sum hevur verið longi
ávegis.
-13 løg eru á fløguni og
ein bóklingur er við, ið telur
heilar 156 síður. Í bóklingi-
num eru m.a myndirnar,
sum limirnir í Deja Vu eisini
hava havt á framsýning.
Alt, t.v.s. tekstir, myndir og
tónleikur, er býtt í kapitlar,
so talan er um eina heildar-
uppliving, sigur Flóvin E.
Viderø úr Deja Vu.
Og tað sum hevur verið
at hoyra av fløguni ber boð
um, at hetta av sonnum er
eitt verk, sum er vert at
leggja oyru til, tí góðskan á
spæli og ljóði er sera høg.
Deja Vu hava gjørt sær
ómak og eisini brúkt nógvan
pening, nakað meira enn
300.000 krónur.
Niclas Johannesen og
Jón McBirnie hava fram-
leitt og Óli Poulsen hevur
blandað ljóð og hesi nøvn
borga eisini fyri góðsku. Og
góðska er tað eftir øllum at
døma, sum Deja Vu leggur
fram tann 23. apríl.
DEJA VU KOMU AFTUR
Høgni Lisberg hevur
seinastu tvey árini
roynt seg á egnum
veingjum, og hann er
um at verða klárur við
sínari næstu fløgu
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Høgni Lisberg kom fram í
føroyskum tónleiki sum
trummuspælari í bólkinum
Clickhaze, sum í nøkur ár
var nakað av tí besta og
mest spennandi, sum før-
oyskur
tónleikur
kundi
bjóða.
Men eftir at bólkurin
gavst at spæla, hevur
Høgni Lisberg roynt seg so-
list. Hann skrivar, spælir og
syngur sínar egnu sangir,
og tað hevur longu ført
hann út í heim at spæla og
taka upp.
Fyrsta útgávan hjá hon-
um kom í november mánaði
2003, og tann næsta er á
veg.
Høgni Lisberg hevur verið
í Lundgaard Studio í Dan-
mark og tikið upp, og fløg-
an hjá honum verður ljóð-
blandað av Luc Van Acker í
Belgia. Hetta arbeiðið er
um at verða liðugt nú, og
um stutta tíð verður nýggja
fløgan hjá Høgna tí at fáa.
Jens L. Thomsen er aftur
hesaferð nærmasti sam-
starvsfelagin hjá Høgna
Lisberg, men afturat teim-
um eru eisini aðrir føroyskir
tónleikarar við á útgávuni –
millum annað Hans Poul-
sen, Allan Tausen og Jana
Hjalgrímsdóttir.
Spælir burturi
og heima
Síðani fyrsta útgávan hjá
Høgna Lisberg kom á gøt-
urnar, hevur hann spælt til
nógvar konsertir í Føroyum
og uttanlands.
Hann hevur millum annað
verið á konsertferð í Sveis,
sum eydnaðist sera væl, og
sum gav honum góðar kon-
taktir í tónleikalívinum har.
Nógvar internetsíður og
tíðarrit hava eisini ummælt
fløguna hjá Høgna Lisberg,
og hann hevur fingið nógv
góð orð fyri sín tónleik.
Seinasta ummælið stóð at
lesa í blaðnum Loop.
– Røddin hjá Høgna Lis-
berg gevur tær eina heita
kenslu av tryggleika. Tón-
leikurin hjá honum er
stundum so vakur, at tú
sært ein mynd fyri tær av
eini livandi og blómandi ong
við seyðafylgi, skrivar um-
mælarin hjá Loop.
Og hesar myndir kunnu
hoyrast í Norðurlandahúsi-
num leygarkvøldið.
TRUMMUSPÆLARIN SUM GEKK EGNAR VEGIR