Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Framsýning í Ribarhúsi Dagurin 20. apríl. Sulpicius, deyður umleið 1115. Háborin rómverji, sum saman við einum øðrum, Serilianusi, gjørdist kristin; teir vórðu hálshøgdir. TÍÐINDASKRIV Fuglafjarðar Kvøldskúli hevur framsýning av kvøl- dskúlaarbeiði í handverk/ list í Ribarhúsi í Fuglafirði frá dýrabiðjudegi 22. apríl til og við flaggdagin 25. apríl, allar dagar kl. 15-20. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu og hjálptu, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Jútta S. Jacobsen á Bakka, Glyvrar andaðist og varð jarðað. Tøkk til Meinhard Bjartalíð, prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravara. Tøkk til Jensinu og genturnar fyri vakurt spæl. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóhanna, Hans, Róland, Halgerð og Martin Esther Suðuroy var avlærd í skrivstovu- yrkinum tann 14. apríl og er fyrsti skrivstovunæmingur á kommunuskriv- stovuni í Vági ÚTBÚGVING 14. apríl 2005 var ikki sørt søguligur dagur, hildu tey á kommunuskrivstovui í Vági, og var tí eitt sindur gjørt burturúr, tá fyrsti skrivstovunæmingurin har var avlærdur. Esther Suðuroy hevur lokið prógv í skrivstovu- yrkinum innan fyrisiting. Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri, kundi handa Esther lærubræv, tá avvarð- andi, umsiting, og býráð savnaðust til lítla hugnaløtu í samband við dagin. Fyrsti skrivstovunæmingur á kommunuskrivstovuni Kirstin Strøm Bech (h.m.) handar Esther Suðuroy lærubræv á lítlari hugnaløtu á býráðsskrivstovuni í Vági hósdagin Tá postmaðurin seinasta mánadag skuldi koyra brøv í ein postkassa í Hamars- gøtu í Havn, varð hann heldur skakkur, tá ein kvør- kveggja fleyg av reiðrinum, hon hevði gjørt omaná postkassanun í vikuskift- inum. Tað vísti seg, at í reiðrinum vóru fýra egg. Møðgurnar Ragna og Elsba Jacobsen í Havn hava keypt klædnahandilin Seytjan við Áarvegin frá Nitu Søren- sen, ið hevur átt og rikið handilin. Handilin er settur í stand og letur upp leygardagin 30. apríl kl. 9.00. Navnið verður framvegis Seytjan, og klædnamerkini vera tey somu saman við nøkrum nýggjum merkjum. Eisini vera klæðir í stórum stødd- um at fáa. Ragna og Elsba keypt klædna- handilin Seytjan Leygardagin 30. apríl letur klædnahandilin Seytjan upp við nýggjum eigarum Kvørkveggja á postkassanum Postmaðurin helt fyri, at hendan for- rætt hava tey, sum bert hava post- boks ella e-post, ikki. Mynd. Jens Kristian Vang