Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 13 - Limirnir í Makrel sleppa at lata makrel- dósina upp leygar- kvøldið og borðreiða við tí, ið teir einaferð kallaðu stinkandi Ma- kreli. Men kanska er í veruleikanum nú meira talan um eina luksus- vøru, ið er á hædd við kaviar...? Í øllum førum er dósin við Makreli nú ein perfekt bland- ing AME 2005 Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Makrel vann sær pláss í semifinaluni í Prix Føroyar kappingini, men slapp ikki millum teir 3 bólkarnar, sum komu sær víðari til AME at kappast um pláss í Lundgaard studios. Men teir sleppa við til AME og tað er at fegnast um. Og tað gera mong óivað, eftir tí kjakinum at døma, sum tók seg upp eftir semifinal- una, har ein stór fjeppara- fjøld kom undan kavi. Makrel sleppur, sum onn- ur við teimum, at føra fram sín tónleik og at kappast um pláss á festivalum. Og kanska onkur útlendskur tónleikakønur er, sum gerst púra bergtikin, Makrel hava í hvussu er onki ímóti at svimja út um føroysku land- grunnarnar og royna seg við fremmandar strendur. Makrel ella kaviar Makrel hava tikið seg nógv fram og hava eisini vunnið sær eina breiðari fjeppara- fjøld. Makrel stinkaði eina- ferð, tað var fyrsta útgáv- an, men hvørt teir hava hug at provokera ella annað, ella bara at spæla rock, so er eydnast at finna inn á ein veg, har teir sjálvir stýra. Effektfulla guitarljóðið er undir kønari leiðslu og er tamt niður á eitt støði, har tað hoyrist, at tamarhald er á. Og sangurin, eisini við effektum, er betri og ný- skapandi, hugvekjandi og kanska stuttligur, tí hesi kórtólini kennir ein kanska best frá lættari spælandi bólkum (- kanska sum tá tveir vinmenn spæla country á eini barr í Vestur- jútlandi, ella okkurt tílíkt). Í stuttum er dósin við Makreli nú ein perfekt blanding. Og fólk er farið at dáma teir og fara óivað at geva teimum sama status sum kaviar og annað luks- us. Luksus AME verður leygarkvølið og Makrelurin verður ein av luksusvørunum, tá føroying- ar fara at vísa, hvat borð- reiðast kann við, tá 12 av teim bestu skulu á pall at vísa, hvar føroyskur tónleik- ur er; hvat hann kann bjóða og um súpanin stendur mát við útlendskar uppskriftir, um hon er ov tunn, ov beisk, ov røst ella bara ov føroysk - ella kanska júst so føroysk, at hon kann brúk- ast. MAKREL Á LUKSUS GALLAVEITSLU Eivør er ein av stóru føroysku stjørnunum, ein sum sæst aftur á altjóða himmalhválvi- num. Hon er sjálvandi við, tá AME verður leygarkvøldið í Norð- urlandahúsinum AME Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir er ein av stjørnunum á føroyska tón- leikahválvinum. Og hon er ein av teim bjørtu og kasnka tann, ið sæst best á altjóða hválvinum. Hon hevur roynt sínar veingir nú í nøkur ár. Sum flytifuglur tók hon dik á seg og fór til Íslands og har hava tey síðani borið hana á lógvum. Tað nýggjasat er, at Eivør er við í íslendskum doku- mentarfilmi, har stjørnur verða lýstar, og Eivør har saman við bjørk og øðrum. Síðani hesin sangfuglur fór av føroysku rókini fyri at royna sítt flog, hevur ging- ist væl úti í heimi.Seinasta dømi er fløgan og sam- starvið DR Big Band. Prix Og Eivør er ein teirra, ið hevur nýtt Prix Føroyar til lopfjøl. Hon vann Prix Før- oyar saman við Clickhaze og tað hevur gingist væl, eisini nú hon hevur roynt seg á egnum beinum seinnu árini. Leiðin hevur longu gingið víða og føroyingar fingu seinast at smakka av sam- starvinum við canadiu- mannin Bill Bourne. Fløg- una hjá Bill og Eivør tóku føroyinga til sín. Eivør er sangfuglur, ið spennir víða, og at hon er við, tá tað besta í føroysk- um tónleiki skal á pall, er óivað ein sjálvfylgja hjá teimum flestu. EIVØR VIÐ TIL AME