mikudagur 20. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 74 - 20. apríl 2005
Hósdagin í farnu viku bóru oynd-
firðingar Gøtu Fíu til gravar. Hon
hevði seinastu tveir dagarnar ligið í
kistu í kirkjuni og nú liggur hon í
kirkjugarðinum á Línheyggi, mill-
um so mong, sum undan henni eru
farin. 88 ár fekk hon her niðri, tað
er væl longur enn tey flestu, henn-
ara ferð er á foldum er nú at enda
komin, meira tíð kemur ikki til
hana og nýggj ferð er byrjað.
Eg eri ikki í familju við Gøtu Fíu
ella Fíu í Langagarði, sum vit eisini
kallaðu hana. Og hví so skriva
minningarorð. Jú, svarið er einfalt,
Fía fyllir so vælsigna væl í lands-
lagnum av minnum, sum goymd
eru innan í mær og tað eru góð og
heit minnir, nú Gøtu Fía ikki er
longur okkara millum.
Fyri góðum hundrað árum síðan
var grundarsteinurin lagdur undir
eina húsarekkju í Oyndarfirði í
heilt nútímans stýli. Fyrst kom
Billustova, eitt fyrndarhús, sum var
flutt úr Sjóvartúni og norður á
Bakka. Síðan komu húsini hjá
Lenu, í Langagarði og á Gutta. Í
hvørji raðfylgju hesi trý seinastu
húsini komu veit eg ikki heilt. Tá ið
eg var smádrongur búðu fólk í
øllum hesum húsunum, Gøtu Fía er
tann seinasta frá hesum tíðarskeiði.
Okey, Heggi er komin aftur á stein-
arnar, nú býr hann aftur í barn-
dómsheiminum, hjá Lenu, men
hann var ikki har í sekstiárunum, tá
ið eg var smádrongur. Hann fiskaði
tá í Danmark.
Hendan húsarekkja lá sum eitt
bolverk og vardi fyri norðan í lítla
barnaheimi mínum, sum fyri innan
varð vart av Stórá. Eg búði ikki
niðri í bygdini, men her var eg mill-
um mong onnur børn, tað eygað var
vakið. Hesin heimur broytist við
tíðini, hús skifta snið og fella av,
men barnaheimurin er brendur
fastur og hann beri eg við mær inni
í deyðan og gerist eg nóg gamal, so
fer hann at livna enn meira upp-
aftur í barndøminum, tá ið eg
gloymi tykkum og flyti aftur í
barnaárini. Hví so er veit bara tann
góði Gud.
Gøtu Fía helt til í Langagarði, tá
ið hon giftist úr Gøtu til Oyndar-
fjarðar. Her ráddi hon. Hon kom
sum eitt frískt lot til bygdina eftir
kríggið, giftist i Langagarð við
Hjalmar Gaard, fekk fleiri børn og
hetta var teirra heim.
Tað vóru seks fremmandar konur
í Oyndarfirði, tá ið eg var smá-
drongur og tað var nakað serligt við
teimum. Eg veit ikki rættuliga hvat
tað var, men tær hoyrdu líkasum
ikki heilt til. Ella tær høvdu onga
familju av týdningi í bygdini og tær
komu við nýggjum siðum og tordi
betri at vera seg sjálvar millum
hinar kvinnurnar, sum vóru stýrdar
av aldargomlum vana. Og so
snakkaðu tær eitt sindur øvísi enn
oyndfirðingar, sum lógu avbyrgdir
uttan vegasamband og høvdu ment
sítt egna mál. Langomma mín,
Luffa í Hálvmørk var úr Havn og
hon tosaði við sínum fína havnar-
máli. Mýr-Anna tosaði á sínum
ráma suðuroyarmáli, Johanna hjá
Meinard Berg á sínum syngjandi
skopunnarmáli, Sólbjørg hevði sítt
eyðkenda hvannasundsmál og so
báðar gøtukonurnar Nora og Fía,
sum ikki høvdu tað dragandi gøtu-
málið, men sítt egna. Nú er bara
Nora eftir av teimum..
Gøtu Fía var einki undantak
millum avbygdakonurnar. Hennara
lætta lyndið gjørdi, at vit børn vóru
góð við hana. Hon var góð við okk-
um og hon vísti tað í verki. Hon
hevði nýggjar siðir við sær til
bygdina og millum annað, so
kókaði hon brystsukur og slikki-
pinnar, hvørs pinnar Hjalmar evn-
aði til úr sprekum. Tað eru heit
minnir, sum koma fram fyri meg
nú, tá ið eg minni meg aftur á, at vit
stóðu í gongini í Langagarði og
bíðaðu eftir at húsfólkið fór inn í
blikkið í spískamarinum og taldu
brystsukur niður í posa ella vit
fingu ein slikkupinn í hondina. Og
onkuntíð gjørdi hon brúnt bryst-
sukur og tá var var eyka gott og tíð-
indini um hetta fór sum rótasúpan
millum børnini og útselt var bein-
anvegin. Spískamarið leið seinni
svára lagnu. Nýggja tíðin kravdi
broytingar, hillarnar við góðgæt-
inum vóru tiknar niður og ein vesi-
kumma kom í staðin.
Gøtu Fía og langomma, also tann
úr Havn, sum reint genetiskt ger
meg til tann havnamann eg eri,
vóru ógvuliga væl. Tær funnu sam-
an so skjótt Fía kom til Oyndar-
fjarðar og hetta merkir, at Fía luttók
í øllum hátíðardøgum, føðingar-
døgum og øðrum sum vóru hildnir
í míni móðurætt. Og hon var vert-
skapsfólk, dugdi millum fólk,
dugdi at sita undir og var heil kná í
kortspæli, serliga Grewjass, sum
langomma elskaði. Spælarin var í
langommu og hevði hon verið á
lívið í dag, so hevði hon verid av
ídnastu bingodámum, tað er so vist.
Fía var álitiskvinna og inni í mín-
um barnaminni verður hon altíð
sett í samband við tá ið okkurt ser-
ligt var á vási, brúdleyp, stórir føð-
ingardagar, ervi og annað Fía var
høvuðskokkur, kókikona og vit
forbundu tað við okkurt deiligt, tá
ið hon fór í kokkamunderingina og
fór at stákast. Fía var høvuðskokk-
ur og ommusystir mín Jóna var
kaffikokkur, tað vóru líka sum tvær
avdeilingar høvuðsrættur og so tað
søta, men báðar umboðaðu tær
okkurt deiligt fyri okkum børn,
sum luttóku í fyrireikingunum og
fingu okkurt leskiligt, sjálvt um vit
ikki altið vóru boðin til háborðs.
Og so dugnaði hon barnakonum
eisini. Tað lá altí ein ófrættadámur
yvir bygdini, tá konur vóru komnar
at eiga og gleðin var stór, tá ið
barnagráturin og nýggja livið
hoyrdist. Og mitt í øllum hesum
rokanum kom Gøtu Fía út við
spannuni og avlopinum, ið var
fyrsta heim barnsins. Og Fía var
róligt og kendi ábyrgd og sissaði
tey kring seg.
Fía livdi ikki bara fyri seg og
síni, tað mugu hesi minningarorð
vera eitt tekin um. Hon hevur eitt
heitt pláss í mínum hjarta og eg
takki fyri tíðina og sýnir samkenslu
við tykkum mongu, sum eftir sita.
vinarliga
Jústinus Leivsson Eidesgaard
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Gøtu Fíu
til minnis
Minningarorð um mín
høgt elskaða abba
Eivind Eliasen
f. 12.09.1927 – d. 08.07.2004
8. juli 2004 var ein svárur dagur at koma ígjøg-
num.
Eg fekk boð frá mammu um, at abbi var vorðin
sjúkur og var farin á sjúkrahúsið. Síðan fekk eg at
vita, at abbi hevði fingið ein blóðtøpp, og at
læknarnir vóru noyddir at fáa hann suður til
Havnar.
Eg fór beina leið út á sjúkrahúsið og var har
saman við ommu og Eyðun-mamba. Sjálvt um
abbi ikki kom aftur til lívs, so var tað fyri meg ein
stór troyst at vera har og síggja hann fyri seinastu
ferð.
Abbi var bara tann besti abbi, ein kann ynskja
sær. Hann elskaði sína familju og ikki minst síni
abba-og langabbabørn. Tað vistu og sóu vit øll.
Hevði tú brúk fyri nøkrum, kundi tú bara fara til
abba. So skuldi hann nokk orna alt.
Tað tók abba sera meint, at okkara høgt elskaði
abbabeiggi, Líggjas, gjørdist sjúkur og lá til tað
síðsta. Teir vóru bara tveir og høvdu verið saman
um alt, búð lið um lið alt sítt lív.
Eingin hevði væntað, at abbi so brádliga var tikin
heim til Harran, og minni enn ein mánaða eftir fór
so abbabeiggi eisini heim til Harran.
Tað var sera tungt ikki at kunna vera til steðar til
jarðarferðina hjá abbabeiggja.
Sum flestu vita, skuldi systir mín giftast, og vóru
vit farin til Noregs, tá ið abbabeiggi andaðist. Tað
var ynski hjá honum, at vit fóru, og at brúdleypið
skuldi vera og ikki útsetast.
Í hesi sváru tíð leita mínir tankar fyrst til tín,
góða omma. Tú hevur tað so tungt, nú abbi ikki er
hjá tær longur. Má Harrin styrkja og verja teg
ígjøgnum hesa tungu tíð.
Og til tykkum, mamma, Eyðun og Magnus. Má
Harrin styrkja tykkum og familju tykkara.
Eisini til tykkum, Margretha, gumma og gent-
urnar. Má Harrin styrkja og verja tykkum ígjøg-
num hesa tungu tíð.
Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um
høgt elskaða abba mín og høgt elskaða abba-
beiggja mín, Eivind Eliasen og Líggjas Eliasen.
Magna
Faðir og synir. Magnus Eliasen í miðjuni. Maðurin til
vinstru á myndini er Líggjas og maðurin til høgru er
Eivind. Magnus gjørdist elligamal, meðan Líggjas og
Eivind doyðu við stuttum millumbili.
Hjalmar og Gøtu Fía
(Gaard) eru her
avmyndaði í Oyndar-
firði ein vakran dag