mikudagur 20. apríl 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- 12 -
Rockbólkurin heldur
fast um sín sermerkta
kvæðarock, og áhugin
fyri bólkinum uttan-
lands er støðugt vaks-
andi. Seinni í ár kemur
ein nýggj fløga frá
bólkinum, og næsta ár
ætlar bólkurin aftur at
fara at ferðast meira
við sínum tónleiki
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Rockbólkurin Týr hevur ver-
ið ein tann mest virkni før-
oyski bólkurin í útheiminum
seinnu árini. Teir hava
spælt í londum sum Russ-
landi, Týsklandi, Íslandi,
Svøríki, Noregi og Dan-
mark, og tónleikurin hjá
teimum røkkur so víða, at
ummæli eru at finna í tíðar-
ritum í øllum hugsandi
londum kring heimin, og tey
hava enntá við sær, at sølu-
fløgan hjá bólkinum er
rættiliga fitt uttanlands.
Nú um dagarnar kom tað
fram, at fløgusølan hjá Týr í
USA er vaksandi, eftir at
teir hava fingið umrøðu á
eini internetsíðu har, og áð-
ur hava eisini týskarar og
norðurlendingar í stórum
tali keypt innspælda tón-
leikin hjá Týr.
Byrjaði í Prixnum
Tað var nakað heilt fyri seg,
tá ið rockbólkurin Týr, sum
eingin kendi nakað til, var
við í Prix Føroyum í 2001.
Bólkurin spældi til eitt
innleiðari umfar í Suðuroy,
og tað endaði við, at fólk
tóku saman á gólvinum, tá
ið serstaka útgávan av
Orminum Langa rungaði í
seigari rocktakt.
Tað gjørdist byrjanin til
ein spennandi føroyskan
bólk, sum hevur verið sera
virkin í útlandinum og tykist
verða betri fyri enn nakran-
tíð áður, nú bólkurin arbeið-
ir við nýggjari fløgu og hev-
ur sett kuffertini til síðis í
eina tíð.
Týr skal spæla næstu
fløguna hjá sær inn í danska
Hansen Studio í heyst, og
hetta er sama studio, sum
bólkurin spældi sína sein-
astu – og nógv bestu –
fløgu inn fyri tveimum árum
síðani.
Frambrot við
Eiriki Reyða
Við útgávuni Eric The Red
fekk tónleikurin hjá Týr eitt
slíkt frambrot, at talan alt í
einum gjørdist um rocktón-
leik í altjóða flokki.
Við týðuliga íblástrinum
frá føroyskum kvæði og
norðurlendskari gudalæru
fann bólkurin ein stíl, sum
eingin annar bólkur í heimi-
num hevur. Samstundis
vóru greiðir referansur til
klassiskar rockbólkar sum
Black Sabbath og Led
Zeppelin.
Útgávan Eric The Red
hevur verið ummæld í nógv-
um tíðarritum og heimasíð-
um uttanlands, og ummæl-
ini hava verið sera góð. Eis-
ini her heima hava verið
rósandi orð til bólkin, og
tónleikarin Petur Mohr
Reinert helt í sínum umm-
æli, at Eric The Red er nógv
tann besta fløgan, sum
nakrantíð er komin út í Før-
oyum.
Hugsa um
næstu útgávuna
Týr hevur ikki ferðast so
nógv í ár, sum bólkurin hev-
ur gjørt undanfarin ár, men
tað er eitt val, sum mann-
ingin í bólkinum hevur gjørt.
Teir arbeiða við at gera
nýggjan tónleik til næstu út-
gávuna, og tað er fyrst og
fremst har, orkan verður
løgd í løtuni. Men teir eru
altíð sinnaðir at hava onkra
framførslu, og teir vera við
til Atlantic Music Event
leygarkvøldið. Har fáa teir
eisini møguleikan at vísa
seg fram mótvegis nógvum
útlendskum tónleikagest-
um, og tað er funnin fress-
ur.
Týr lovar, at næsta tón-
leikurin á næstu fløguni hjá
bólkinum, fer at líkjast tí,
sum Týr er kent fyri, men
teir ætla eisini at royna
nakað nýtt og flyta seg eitt
sindur á nýggju fløguni.
Løgini til tónleikin eru før-
oysk og norðurlendsk, og
teir fara sum vant at syngja
á bæði føroyskum og ensk-
um. Harafturat siga teir, at
teir eisini ætla at syngja á
onkrum øðrum norður-
lendskum máli, og tað er
nakað nýtt hjá Týr. Triðja
fløgan hjá Týr kemur út í
vetur, og næsta ár ætla teir
sær at spæla meira í út-
landinum aftur.
KVÆÐINI ROCKA SUM ONGANTÍÐ FYRR
Guðrun Sólja Jacobsen
er eitt tað kendasta
føroyska tónleikanavn-
ið í Danmark, og hon
hevur longu fingið boð
til ein danskan festival
í summar
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eitt av týðandi hugskotun-
um við Atlantic Music
Event er at vísa føroyskan
tónleik fram mótvegis út-
heiminum, og her er Guðr-
un Sólja Jacobsen ikki í
nakrari truplari støðu, tá ið
tað snýr seg um Danmark.
Hon er gjøgnum kapping-
ina Stjørna eitt kvøld blivin
eitt kent navn í donskum
tónleiki, og meðan onnur
føroysk nøvn droyma um at
fáa ein kjans á einum
donskum festivali gjøgnum
Atlantic Music Event, so
hava boð longu verið eftir
Guðrun. Hon skal nevniliga
verða við á Jelling Musik-
festival, sum verður hildin
síðst í mai mánaði.
Guðrun syngur javnan til
konsertir í Danmark, og
hon hevur síðani gjøgnum-
brotið í Danmark givið tvær
fløgur út á danska markn-
aðinum – tað er ikki geran-
diskostur hjá føroyskum
tónleiki.
Røddin í fokus
Guðrun Sólja Jacobsen hev-
ur eina framúr góða rødd,
og tað er stóra styrkin í
hennara framførslum. Hon
kann hugtaka og fanga fólk í
øllum aldri, og hóast upp-
gávurnar hjá henni stund-
um hava virkað ovurhonds-
stórar – frammanfyri tús-
undtals fólki og beinleiðis
sjónvarpi í Danmark – so
hevur hon als ikki verið
nervað av hesum og hevur
hvørja ferð havt eina pro-
fessionella og innliga fram-
førslu.
Fyrst í juni mánaði skal
Guðrun verða við á eini
stórari føroyskari konsert í
Keypmannahavn. Konsertin
gongur undir navninum
Tríggjar Havfrýr, og saman
við Guðrun fara eisini Lena
Anderssen og Eivør Páls-
dóttir at syngja til hesa
konsert.
Men fyrst verður tað
uppgávan í Føroyum, har
eisini fólk úr øðrum norður-
londum kunnu sleppa at
hoyra føroysku songkvinn-
una.
GUÐRUN GONGUR UNDAN Í DANMARK