Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 20. apríl 2005 11 Reyðikrossur: – Vit eru ovfarin Telefontænastan hjá Føroya Tele hevur savnað 700.000 kr inn fyri Reyðakross at stuðla Tsunami- ofrunum HJÁLPARARBEIÐI Tíðindaskriv frá Reyðakrossi Tað stóra arbeiði, sum Føroya Tele hevur staðið fyri við at skipa okkum eina telefon- tænastu, har fólk kunnu stuðla okkum við at ringja tlf. 90 56 56 og so stuðla við kr. 100,- kann helst ikki í úrsliti samanlíknast við nakað slíka tæn- astu í øðrum londum. Í dag kunnu vit rokna við, at vit fá meira enn Kr. 700.000 til hjálpararbeiði gjøg- num hesa tænastu. Tað var longu í nov. 2003, at fólk frá Før- oya Tele søgdu okkum um møguleikarnar, og fóru tey tá beinan veg í holt við at fyrireika hetta teknist og rokn- skaparligt, og longu sama árið var tænastan ein realitetur. Eitt át eftir gjørdist neyðugt við hesum møguleika, nevniliga eftir 26.12.04. Samstundis gjørdi Føroya Tele eisini møguleika fyri at far- telefonir kundu ringja hjálp inn. Fyritøkur og al- mennir stovnar skip- aðu fyri kunning um henda møguleika. Tá nú roknskapar- tølini fyri tiltakinum TSUNAMI fyriliggja, gevur henda innsavn- ingin 700.000,- krón- ur. Fyri tey vanlukku- raktu takka vit. PS: Um alt gongur eftir vild, rokna vit at hava samlaða krónu- talið viðv. TSUNAMI innsavningini klárt til 10. mai 2005. Tummas Jacbsen Hoyrdi tíðindi um rástevnu, sum samkynd skulu hava í Føroyum í august í ár. Í kjakinum um samkynd, hevur tað ferð eftir ferð verið ført fram, hvussu illa viðfarin tey samkyndu eru í Føroyum, og tessvegna noyðast tey at flýggja av landinum. Havi undrast á, at allir føroyingar stilltig- andi góðtaka slíkar ákærur móti sær. Eg eri sera ósamdur í, at eg, saman við landsmonnum mínum, fari illa við teimum samkyndu og ynski at mótmæla, í hvussu so er mína vegna: eg havi ikki farið illa við nøkrum samkyndum, og eg havi kent fleiri samkyndar. Men í hesum málinum, eins og í so nógvum øðrum, verða tingini vend á høvdið. Tá ið vit tosa um samkynd, so eru tað tvey ting vit tosa um: Tað eina er samkyndir persónar, og hitt er samkyndur liviháttur. Og her verður oftast blandað ímillum, so at um tú ikki kanst góðtaka ein sam- kyndan livihátt, ja so ert tú fíggindi hjá teimum sam- kyndu - og hetta er púra skeivt. Hetta er sama fyri- brigdi, sum teir rúsmisnýt- arar, eg kenni, sum hava ein livihátt, sum eg ikki taki undir við, men fyri tað eri eg góður við teir. Eg taki ikki undir við, at samkynd- ur liviháttur er normalur, men fyri tað havi eg ikki gjørt nakað ringt ímóti nøkrum samkyndum - tvørturímóti. Eg ivist ikki í, at onkur samkyndur upp- livir, at onkur tekur frá- støðu frá honum, men hetta eru fordómar, sum øll kenna til. Tað er ikki øðr- vísi enn tað, sum eg ofta havi upplivað, vegna míni trúarsjónarmið; men fyri tað haldi eg meg ikki vera illa viðfarnan. Vit mugu seta tingini í rætt perspek- tiv, og eg vil sláa fast, at samkynd ikki eru illa við- farin í Føroyum. Men tann stóri trupul- leikin er, at samkynd vilja normalisera teirra livihátt, og tey krevja av mær og samfelagnum, at vit skulu góðtaka samkynt parlag at vera líka normalt, sum maður og kona; og gera vit ikki tað, so siga tey seg vera pínslarváttar, sum noyðast at flýggja av land- inum. Ein samkyndur liviháttur er ónormalur, men tað merkir ikki, at eg dømi tann samkynda; eg dømi heldur ikki rúsmisnýtaran, tí at eg sigi, at ein liviháttur, sum er stýrdur av alkoholi er ónor- malur. Men tað er púra burtur- við at rættvísgera tað, sum er skeivt, við at siga, at tað er normalt. Tað er eitt fakta, at eitt samlív millum tveir menn ella millum tvær kvinnur er ónormalt. Tað verður ofta ført fram, at tað eru teir trongskygdu kristnu fundamentalistar- nir, sum hava skuldina av, at tað er so óliviligt í Føroy- um hjá teimum samkyndu. Hetta er skeivt, tí vit kristnu fundamentalistar gera tað ikki óliviligt í Føroyum fyri samkynd, men vit eru iva- leyst orsøkin til, at tað ikki verður roknað at vera normalt. Bíblian lærir okkum, at menniskjan er skapt í Guds mynd. Gud signaði okkara fyrstu foreldur og segði: "Nørist, vaksið í tali, fyllið jørðina og gerið tykkum til harrar hennara, ráðið yvir fiskunum í sjónum, fuglun- um undir himli, og yvir hvørjum dýri, ið á jørðini rørist!" Jesus sigur í Jóh. 10,10: "Tjóvurin kemur bert at stjala og drepa og forkoma; Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð." Alt, sum hevur við Gud at gera, veksur og nørist. Hugsi tykkum til hvussu oyðandi tað hevði verið, um toska- stovnurin valdi at vera sam- kyndur! Tað er júst hesa myndina, sum Satan roynir at pilka við gjøgnum sam- kyndan livihátt. Hann er komin fyri at stjala og drepa og forkoma. Sam- kyndur liviháttur stjelur nøringina, sum Gud hevur lagt í menniskja, eins og fosturtøka drepur tað lív, sum varð til, gjøgnum teir eginleikar, Gud legði í menniskja. Eg vil undir- strika, at tað eru ikki teir samkyndu persónarnir, sum eru fíggindar Guds, men Satan er fíggindi Guds, og hann villeiðir menniskja at trúgva lygnini, so at tað, sum í Guds eygum er ónor- malt, skal roknast av menn- iskjum at vera normalt. Men samkyndur liviháttur verður ongantíð normalur, um so menniskjuni liva 1000 ár afturat. Tað er og verður ónormalt. Men Gud elskar øll menniskju, eisini tey sum eru samkynd ella tey, sum synda. Soleiðis elska eisini tey kristnu øll menniskju, eisini tey sam- kyndu. Men tað ger ikki samkyndan livihátt nor- malan - als ikki. Vit mugu skilja ætlanina aftan fyri tað, sum hendir í okkara samtíð. Tað er ein bardagi millum Guds ríki og myrkursins ríki. Gud gav Sín son at frelsa heimin og leiða menniskjuni aftur til Guds. Satan berjist fyri at myrkrið skal valda, so hann kann gera til einkis Guds ætlanir fyri menniskj- unum; og til tað er sam- kyndur liviháttur ætlaður menniskjum: at ræna mannaættina, so Guds ætl- an gerst til einki. Kæru føroyingar! Latið okkum liva í kærleika til hvønn annan, líka mikið hvønn livihátt hvør einstak- ur hevur, men latið okkum samstundis ikki vera dárar, og gera tað, sum er ónor- malt, normalt. Tað er bert Gud, sum kann signa okkara land, og geva framgongd og vøkst- ur. Tí mugu vit geva Hon- um rætt í øllum. Samkyndur lívsstílur er ránsveiða Satans! Vegna Føroya Pedagogfelag Jarvin F. Hansen, formaður Sum flest øllum kunnugt, so varð eina lærari í fjør settur sum leiðari fyri Frí- tíðarskúlan á Tvøroyri, hóast lógin greitt ásetur, at pedagogur skal røkja hetta starv. Felag okkara hevði ferð eftir ferð víst á, at talan var um lógarbrot, men meiri- lutin í býráðnum á Tvøroyri vildi kortini fremja eina starvssetan, sum teir áttu at vita, var í beinleiðis stríð við lógina. Landsstýrismaðurin gjørdi eina jánkasliga roynd at steðga nevndu lóg- arbrotum, men tá á stóð, bakkaði landsstýrismaðurin fyri harðrendu framferðini hjá Tvøroyrar Býráð. Felag okkara kærdi málið inn fyri Løgtingsins Um- boðsmann, og umboðs- maðurin hevur nú givið bæði Tvøroyrar Kommunu og Almanna- og Heilsu- málaráðnum eina rættuliga álvarsliga átalu fyri hand- faring teirra av málinum um setan av leiðaranum fyri frítíðarskúlan. Kann ein býráðsmeiriluti bróta galdandi lóg uttan at hetta fær fylgjur? Álitið hjá umboðsmannin- um er óhugnaligur lestur. Vit kunnu staðfesta, at Tvøroyrar Kommuna m.a. hevur brotið: - reglurnar um hoyring, - reglurnar um notat- skyldu, - reglurnar um grundgev- ing. Umboðsmaðurin fer so langt sum at staðfesta at: Hendan málsviðgerð hevur verið so óforsvarlig, at umboðsmaðurin kann ikki annað enn geva kommununi eina sera álv- arsliga átalu fyri handfar- ingina av hesum málinum. Ein so harðliga átala verður bert givin, tá talan er um heilt grov brot á gald- andi lógarreglur. Vit hoyra nú, at eingi útlit tykjast vera fyri, at komm- unan og borgarstjórin vilja virða niðurstøðuna hjá um- boðsmanninum. Borgar- stjórin hevur verið frammi í fjølmiðlunum har hann segði seg framvegis hava sína egnu fatan av galdandi lóggávu, sjálvt um Al- manna- og Heilsumálaráð- ið, Umboðsmaðurin og helst allir løgfrøðingar eru á einum máli um, at bert persónur við pedagogút- búgving kann setast í starv sum leiðari fyri Frítíðar- skúlan. Hetta er greitt ásett í lógini og kann ikki mis- skiljast. Ein kann so spyrja seg sjálvan, um slík lógarbrot ikki eiga at fáa fylgjur. Vit kunnu tíverri stað- festa, at einki er sum bendir á, at hetta óhugnaliga mál fær nakrar fyrlgur fyri teir persónar, sum tilvitað ella ótilvitað hava brotið gald- andi dagstovnalóg, tí eingin av hinum býráðslimunum hava gjørt viðmerkingar til umrødda mál, og tí mugu vit helst ásanna, at býráðs- limirnir taka undir við borg-arstjóranum. Leikluturin hjá formann- inum og næstformannin- um fyri sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð Eftir, at umboðsmaðurin hevur almannakunngjørt álit sítt hava vit fingið upp- lýst, at formaðurin og næst- formaðurin fyri sosialu nevnd hava boðað býráð- num frá, at aðrir leiðarar eru spurdir, um førleikan hjá tí limi okkara, sum søkti nevnda leiðarastarv. Sambært notati frá nevndarformanni og næst- formanni fyri nevndini, skuldu hesir leiðarar hava boða frá, at teir ikki mettu umsøkjaran vera egnaðan sum leiðara. Hetta var við øðrum orð- um ein partur av tí grundar- lag, sum býráðið tykist hava bygt sína avgerð á. Vit hava nú fingið prógv um, at talan var um bein- leiðis skeivar upplýsingar, tí formaðurin fyri sosialu nevnd hevur nú váttað, at eingin annar leiðari varð spurdur um førleikan hjá limi okkara, sum søkti nevnda starv. Hvussu ber tað til, at nak- ar kann hava álit á persón- um, sum geva slíkar skeivar upplýsingar, og hvat er endamálið við slíkari fram- ferð? Hugsa hesir menn ikki um tær menniskjaligu avleiðingar slík framferð hevur við sær? Hevur landsstýrismaður- in ikki skyldu at bera so í bandi, at borgarar land- sins ikki verða fyri van- býti ? Vit kunnu út frá hesum máli staðfesta, at lands- stýrismaðurin so dyggiliga hevur svikið skyldur sínar í hesum málinum. Umboðsmaðurin stað- festur, at landsstýrismaður- in bakkaði fyri harðrendu støðuni hjá Tvøroyrar Kommunu. Hetta mál hevur víst okk- um, at Almanna- og Heilsu- málaráðið og landsstýris- maðurin ikki hava dirvi ella vilja at skera ígjøgnum tá á stendur, og tað er rættuliga óhugnaligt at ímynda sær, at slíkt skal kunna koma fyri í einum samfelag sum okkara. Vit ætla ikki at sleppa málinum, tí um slík mál ikki verða liðugt viðgjørd, so er vandi fyri at lands- stýrismaðurin eisini í øðrum málum fer at bakka, bert mótstøðan er hørð nokk, sjálvt um talan er um greitt lógarbrot. Hvussu er við rættar- trygdini í Føroyum ? Hetta mál setur av álvara spurnartekin við rættar- trygdina hjá vanliga før- oyska borgaranum. Er tað veruliga soleiðis, at ein harðrend býráðssam- gonga skal kunna tvinga vilja sín ígjøgnum, uttan atlit til galdandi lóg og rætt ?? Ein kann spyrja seg, hvør verður tann næsti, sum fer at kenna sviðan av einari býráðs-avgerð, sum er bygd á greitt lógarbrot, og har býráðslimirnir hvørki vísa virðing fyri lóg ella teimum menniskjlaigu avleiðing- um, ein tílík avgerð altíð vil hava. Hvar skal borgarin so fara fyri at varðveita síni rættindi? Vit mugu ásanna, at landsstýrismaðurin við almannamálum ikki hevur megnað at vart borgaran móti slíkari viðferð, og tá er rættartrygdin av álvara í vanda. Frítíðarskúlin á Tvøroyri – eitt skúladømi um fyrisitingarligt óskil