Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 11 - 200 er fyrst og fremst ein tónleikabólkur, men teir eru ein bólk- ur við meiningum, provokatiónum og humor. Teir halda, at aðrir føroyskir tón- leikabólkar skuldu sagt meira bart út, hvat teir meina Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað byrjaði sum ein mót- mæli ímóti, at mest sum allir føroyskir rockbólkar sungu á enskum. Men mót- mæli vaks, gjørdist politiskt og provokerandi, og nú er tað mest sum landskent undir navninum 200. 200 er helst hvassasta fullveldisrøddin her á land. Vápnaðir við punktónleiki, nógvum meiningum og humor geyla teir um re- publikkina, sambandsmenn, javnaðarmenn og um danir. Millum sangirnar á nýggju útgávuni hjá 200 eru »Fjern den klud«, »Tað stóra bankaránið«, »Hin sam- bandsflokkurin« og »Sig ikki nei, Kaj«. Er 200 politikkur ella musikkur? – Vit eru fyrst og fremst ein tónleikabólkur, sum spælir eitt ávíst slag av tónleiki. Tað er relevant fyri okkara tónleikaslag at hava eina meining. Úttrykkið skal hóska til tónleikin, og vit royna at verða gjøgnum- førdir. Musikkurin sigur fokkjú, og tað siga orðini eisini, sigur Niels Arge Gal- án, sangari og gittarspæl- ari í 200. Vit eru ikki danskarahatarar Teir tríggir tónleikararnir í 200 – Niels Arge Galán, Uni Árting og Mikael Blak – eru bodnir at spæla til At- lantic Music Event, og hó- ast onkur vildi spurt, um teir eru borðbarir til harra og frú Føroyar í beinleiðis sjónvarpssending úr Norð- urlandahúsinum, so eru teir við, og tá ið teir eru við, ja, so eru teir ordliga við. Droyma tit um at fáa kjansin at spæla á onkrum donskum festivali í summ- ar? – Tað er altíð stuttligt at sleppa út at spæla. Eg síggi okkum ikki sum ein bólk til Nibe Festivalin, men kanska hasin íslendski festi- valurin kundi verið áhugað- ur, sigur Niels Arge Galán. Er tað meira legalt hjá 200 at vilja sleppa til Ís- lands heldur enn til Dan- markar? – Tað er ein nokkso typisk misskiljing, at fólk halda okkum vera danskarahatar- ar. Tað eru vit ikki. Vit hava allir verið í Danmark onkra tíð av okkara lívi, og vit hava einki ímóti danska fólkinum ella mentanini. Sambands- menn hava fingið toyggið í okkara tónleiki, og vit hava eisini okkurt skotið til danska forsætisráðharran, men vit eru ikki anti-danir. Rigga betur í andstøðu Er 200 ikki vónleyst ómo- dernað, tí fullveldið er ikki á dagsskránni í sama mun nú, sum tað var fyri nøkrum árum síðani? – Fullveldið er ein gongd, sum byrjaði fyri 120 árum síðani. Vit hava fingið eitt nýtt landsstýrið, sum hevur roynt at taka fullveldið av dagsskránni, men tú kanst ikki steðga eini gongd, sum hevur verið í so nógv ár. – Okkara tónleikur riggar í grundini betur í andstøðu, tí fyrr stuðlaðu vit einum fullveldislandsstýrið, men nú kunnu vit mótmæla og finnast at teimum, sum hava valdið. Okkara tónleik- ur passar betur sum pro- test enn stuðul, og vit eru eisini blivnir eitt sindur rá- ari á okkara nýggju fløgu, tí vit vóru eitt sindur for fittir. – Í USA skal forsetin helst bumba nøkur lond hvørt ár fyri at vísa sína styrki, men í Føroyum skulu vit altíð royna at finna eina semju Og 200 er onkrastaðni mitt ímillum? – Vit eru fjórða stats- valdið, baby. Modernaðir protestsangarar Teir í 200 halda seg verða annað enn bara eitt vanlig rockorkestur. – Vit síggja okkum sum protestsangarar, og vit hava alt ov fáar slíkar í Før- oyum. Vit høvdu Kára P og Frændur, men síðani hava tað mest sum ikki verið nakrir protestsangarar í landinum. Er tað ov lítið innihald í føroyskum tónleiki? – Við hvørt skal man tulka ov nógv, áðrenn mann skilir, hvat bólkarnir syngja um. Vit kalla ein spaka fyri ein spaka, og eg haldi, at bólkarnir kundu sagt meira bart út, hvat teir halda. – Tað er næstan soleiðis í føroyskum tónleiki, at tey einastu, sum siga sína meining beint út, eru 200 og Magni Christiansen. Humor er vápn Tekstirnir til tónleikin hjá 200 kunnu skiljast rættiliga provokerandi. Persónar í føroyskum politikki standa fyri skotum, og skotini eru hvørki ávaringarskot ella leysakrút. – Humor er eitt vápn hjá okkum. Tá ið vit til dømis siga, at ein politikari kanska er skápsbøssi, so er tað við einum glimti í eyganum og einum stórum smílu. Bak- grundin er alvorlig, men humor letur dyrnar upp, sigur Niels Arge Galán. – Men vit vilja heldur hava at fólk siga, av vit eru eitt gott orkestur, heldur enn at tey siga, at vit eru eitt stuttligt orkestur. Ein av kúlunum í seksløp- aranum hjá 200 er orðið »baby«, sum verður brúkt í næstan hvørjum sangi. Tað er næstan sum eitt slag av vørumerki hjá 200. – Tað er arvurin eftir Elvis. »Baby« er ein góð ífylla. Um tú ert trongdur upp í ein krók og ikki veitst, hvat tú skal siga, so kanst tú altíð siga »baby«. Tað er ein ordlig rock ´n roll klisjé. Og leygarkvøldið skulu teir óskikkiligu 200 spæla í tí fína showinum til allar føroyingar. Gud viti, hvussu tað spælir av... baby. – VIT ERU FJÓRÐA STATSVALDIÐ, BABY – Tað er næstan soleiðis í føroyskum tónleiki, at tey einastu, sum siga sína meining beint út, eru 200 og Magni Christiansen, sigur Niels Arge Galán, sangari í punkbólkinum 200