Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hanna Lisberg Tórshavn, 18.04.05 Í gjár hoyrdi eg um ta áhugaverdu kanning av eini flættu. Eg kom at hugsa um, hvussu tað hevur ávirkað okkum klinikkassistentar tá í tíðini. Sum ung var eg 4 ár hjá tí einasta tannlækna í Føroy- um, O. Kaaber. Her hugsi eg um handfaring av amalgan – blanding av metalli og kyksilvuri, sum vit gjørdu til hvørja tannfylling í lógvanum – vit eltu so saman við tumlinum, settu á ein spatil – t.v.s. tannlæknin sjálvur nam ongantíð við blanding- ina. Hevur hetta – ella kann hetta hava havt ávirkan á okkum? 10 Nr. 74 - 20. apríl 2005 Í sambandi við at nýggja miðlahúsið varð latið upp fyri almenninginum fríggjadagin var eisini nýggj bók avdúk- að. Bókin, sum ber heitið "Tinghellan" , er partur av orða- skiftinum í Sosialinum undir sama heiti. Bókin er 160 síður og fevnir um nógvar av greinunum, sum hava staðið í Tinghelluni í blaðnum seinastu trý árini. Tað var í apríl 2002, at Tinghellan fyri fyrstu ferð sá dag- sins ljós. Endamálið við hesum nýggja kjakforum í Sosialinum var at menna samfelagsliga orðaskiftið ella rættari lyfta ein part av tí upp á eitt hægri støði við eitt nú at fáa vælskrivandi fólk kring Føroya land at tríva í pennin og leggja seg út í orðaskiftið. Tað er altíð tungt at fáa slíkt bygt upp, men við góðum fólkum ber nógv til. Kári á Rógvi, advokatur, sum hevur verið ein av fremstu við- merkjarunum í Føroyum seinastu árini, varð ein av upp- havsmonnunum til Tinghelluna og hevur síðani eitt lið av viðmerkjarum og journalistum verið partur av Ting- helluni. Her kunnu vit m.a. nevna Boga Eliasen, Hera á Rógvi og Finnboga Ísakson. Eisini samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen hevur verið við til at leggja lag á. Tinghellan sum tjakforum í blaðnum er skipað á tann hátt, at vit hvønn leygardag hava eina analysu – greining – av týðandi samfelagsmáli saman við journalistiskum grein- um, kronikk, klummu og viðmerkingum. Vit hava valt at seta hol á einstøk evni í eini heilari Tinghellu ella vit hava viðgjørt fleiri evni í somu Tinghellu. Ætlanin við bókini, sum nú er útkomin, er at savna nógv av hesum tilfarinum, sum framvegis er aktuelt og bjóða tað fram til eitt nú skúlar og undirvísingarstovnar eins og onnur. Eisini kann hon vera hent hjá politikarum, vinnu- lívsfólki og øðrum, sum hava brúk fyri at fylgja við og luttaka í samfelagstjakinum. Tað er Óli Petersen, sum hevur teknað búmerkið til Ting- helluna og er tað eisini partur av bókini. Hetta búmerki sýnir tvey andlit, annað dimt og hitt ljós. Tey tykjast og minna ikki sørt um yin og yang ímyndirnar. Hetta er sera beinrakin tulking av kjarnuni í almennum kjaki og ikki minst ætlanini við Tinghelluni. Kjak elvir til mótkjak. Væl skrivað grein elvir til aftursvar. Grein og aftursvar elva til umhugsunar hjá báðum pørtum og soleiðis heldur ringrásin fram. Ongin vinnur kjakið. Greining, hugskot og kjak føra við sær áhaldandi tilgongd. Hinvegin og henda- vegin skrivar annar av ritstjórunum, Kári á Rógvi í bókini. Hann vísir á, at veruliga nyttan av Tinghelluni verður tó ikki hissini tankar. Fær Tinghellan nakran týdning verður tað, tí hon byrjar tilgongd, har fleiri skilafólk taka til pennin, seta orð á sínar egnu tankar og seta í gongd aðrar tankar hjá sær sjálvum og øðrum. Tað skal vera okkara vón, at henda bók kann gerast ein av súlunum undir tí samfelagsliga orðaskiftinum í Føroyum og fyri at fleiri av hesum slag skulu gerast veruleiki kom- andi árini eisini, so er neyðugt, at tey mongu í samfelag- num, sum hava nakað uppá hjartað og duga at seta orð á tað, gerast ein náttúrligur partur av Tinghelluni í Sosial- inum. Gott orðaskifti. DAGSINS MEINING Sosialurin Fyrsta tinghellubókin av bakkastokki VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Heri Ziska Tað er eftirhondini dagligur kost, at ein hoyrir leiðandi menn bæði innan ítrótt og politik siga "vit eiga ikki at hugsa um at gerast heims- meistarar, tað eru vit for smá til", og tað særir mina tjóðskapar kenslu hvørja ferð eg hoyri sovorið tvætl! Undirritaði lurtaði eftir einum orðaskiftið í tingin- um fyri góðum mánað síð- ani og har var fleiri ferðir ført fram av politikarum frá ymiskum flokkum, at vit eiga ikki at hugsa um at blíva best, men heldur kenna okkara pláss, og sikta lægri við okkara ambitiónum. Eisini hoyrdi eg nýliga ein formann í einum sersambandið siga, at oyggjaleikir eru har vit hoyra heima, tí í størri kappingum kunnu vit ikki gera okkum galdandi. Um vit hyggja at ítróttin- um, sum undirritaði veit meir um enn politik, so er tað stuttligt at síggja før- oyska ungdóm, og saman- bera við danskan og enskan ungdóm sum undirritaði eisini hevur havt møguleika fyri at eygleiga. Her er myndin heilt klár. Tað er næstan óhugnaligt at síggja hvussu evnaríkur tann før- oyski ungdómurin er í mun til ungdóm í Danmark og Bretlandi. Ein miðal hampa føroyskur tannáringur er nógva ferðir meira evna- ríkur tá tað kemur til ítrótt enn ein danskur ella enskur javnaldri. Hví so er dugir undirritaði ikki at siga, men kundi hugsa mær at tað hevur okkurt, við okkara tætta samband við eina fan- tastiska náttúru, at gera. Hví er tað so at leiðandi menn í Føroyum (havi ikki hoyrt nakra kvinnu sagt at vit onki nytta) hava tørv á at siga at vit ikki kunna? Hvat er tað sum ger tað so týdningarmikið at endur- taka ferð eftir ferð at vit ikki kunna verða við mill- um tey bestu? Ein ungur Føroyingur fór til Svøríki at kappast í ein- ari rennikapping. Hann kappaðist móti javnaldrum úr stórum londum har í frælsur ítróttur er partur av mentanini, og har umstøð- urnar eru nógvar ferðir bet- ur enn tær eru í Føroyum. Hvat gjørdi hann? Hann gjørdist nummar tvey í hesi kapping. Helst gjørdist úr- slitið so gott tí at hann trúði meir uppá síni evnir enn okkara leiðandi menn! Ein ung kvinna luttók í para olympisku leikunum. Hon gjørdi ikki mætari enn at vinna eitt broncumerkið í kapping við tey bestu úr øllum londum í øllum heiminum. Hví gjørdi hon tað? Tað var óiva tíð at hon hevði meira trúgv uppá evnini hjá Føroyingum enn okkara leiðandi menn. Eitt lið av føroyskum monnum kappast við heim- sins bestu tjóðir í fótbólti. Teir hava (heldigvís) ikki acceptera at vit onki kunna, og tí onki nytta, so hvat gera teir? Jú, teir geva heimsmeistarum og stórum londum skarpan gang hvønn tann einasta dyst! Og hetta er innan liðítrótt har statiskikkur (eins og okkara leiðandi menn) sigur at vit ikki kunna! Ein ung kvinna dámar at syngja. Hvørja ferð hon roynir okkurt nýtt er tað ein óbetinga success. Tað sýnist sum tað ikki er nakað mark fyri hvussu langt hendan kvinna kann røkka. Gott hon ikki lurtar eftir okkara leiðandi monnum! Ein bólkur av ungum monnum hevur roynt nakað nýtt innan tónleik, og tað er stór success har teirra tónleikur verður spældur, og teir koma langt upp á hitlistar í teimum londum teir royna seg í! Gott teir heldur ikki lurtaðu eftir okkara leiðandi monnum. Ein ungur maður er í løtuni við at sláa sítt navn fast innan tónleik, og her gongur eisini einans framá! Enn eitt dømi um ein evna- ríkan føroying sum heldig- vís ikki lurtaði eftir okkara leiðandi monnum. Ein kundi nevnt nógv fleiri dømir, men tað er ikki málið við hesum stubba. Tað sum er eyðsýnt er at tað sýnist ikki sum tað er nakað mark fyri hvat í før- oyingar kunna náða um teir trúgva uppá egin evnir. Hvat er so til ráða at taka? Her heldur undirrit- aði at okkara leiðandi menn eiga at viðurkenna hvussu ómetaliga evnaríkan ung- dóm teir hava at arbeiða við og eiga at geva teimum møguleikan fyri at vísa hvat teir eru mentir í staðin fyri áhaldandi at fortelja teimum at vit (føroyingar) kunna ikki gerast heims- meistara! Tí "VIT KUNNA GERAST HEIMSMEIST- ARAR" og ein tann størsta forðingin fyri at vit kunnu náða hetta er tað aftur- vendandi tvætli frá okkara leiðandi monnum um at "vit kunnu ikki". "JÚ!, VIT KUNNU!". Jú, Vit kunnu! Harra P. Weihe, granskari