Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 10 - Tað er gamal prixsiður, at vinnarar frá undan- farna kappingarárinum koma á pall við enda- liga prixumfar, final- una, ella sum nú AME. Og hesaferð eru tað Gestir, ið koma á pall AME 2005 Dagfinn Olsen Til ber at tosa um óbodnar gestir, men bólkurin Gestir er í hvussu er boðin, tá AME verður leygarkvøldið. Gestir, vinnarabólkur frá Prix Føroyar 2003, eru sjálvskrivaðir gestir, tá At- lantic Music Event fer av bakkastokki leygardagin. Tað er gamal prixsiður, at vinnandi bólkurin seinast er við til finalutiltakið, og hesaferð eru tað altso Gestir, ið koma á pall í hes- um leiklutinum. Finalan hesaferð er jú ikki skipað sum rættilig finala, men við eini rúgvu av teim- um á palli, ið verða mettir sum góðir tónleikagestir, umframt teir bólkar, sum komu sær víðari úr semifin- aluni. Stilt Men bólkurin Gestir hevur leiklutin sum vinnari fyri tveimum árum síðani og tessvegna luttakari nú, og mong eru óivað forvitin eftir at vita, hvat bólkurin hevur at bjóða. Tað hevur nevni- liga í meginpartin av hesum tveimum árunum verið sera stilt kring vinnararnar. Teir spældu til tiltakið Atlantic Music Event í Vega í Keyp- mannahavn saman við Eivør og Makrel. Og har hevði bólkurin eina sera góða framførslu, sum av røttum kann benda hugan hjá fleiri tann vegin, at Gestir ikki eru "lidnir sum poppsang- arar", ella hvat slag teir velja at leggja seg eftir, hó- ast kvirt hevur verið kring teir. Tiltakið í Vega var sera væleydnað og tá tiltakið í Norðurlandahúsinum er av sama slag, bara størri, har útlendskir tónleikakønir eis- ini eru til staðar - eins og í Vega - so er gott í væntu. Og eisini Gestir kunnu vænta sær vinning av ferð- ini, tí hóast talan er um heldur kvirran bólk - her meint so, at lítið hevur verið at frætt frá teimum - so hava teir. Eins og øll onnur luttakandi, møguleika at bergtaka og vinna sær sess á onkrum festivali uttanlands. Og sigast kann um Gest- ir, at eisini tá okkurt hoyrist til teirra, so eru teir stillir. Teir duga at larma, óivað so, men tónleikastílurin hevur í hvussu er verið av tí stillara, ella seina, slag- num, har tað eisini hevur verið ein snildi at skapa eitt huglag. Eins og vit t.d. síggja, at Makrel eisini eru óførir til. Spennandi Hvussu er og ikki, so eru hesir stillu, sveimandi rock- tónleikararnir á ein hátt fjaldir í einum tónatámi av onkrum duldarfullum. Tón- leikurin leggur upp til hug- lagskendar løtur og við at hava verið burtur úr ljósríp- unum á pallinum í so langa tíð, uttan heilt at hava verið burtur, so hava Gestir lagt upp til eina spennandi løtu fyri eygu og oyru, tá teir aftur eru at síggja og hoyra leygarkvøldið, tá AME verð- ur í Norðurlandahúsinum. VINNARAR FASTIR GESTIR Kristleif Zachariassen hevur eftir stuttari tíð víst seg sum ein frálík- an sangara, tónleikara og ikki minst sang- skrivara Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað vóru tey fægstu, sum kendu Kristleif Zacharias- sen sum tónleikara fyri tveimum árum síðani, men nú telist hann upp í rúgvuna av tí mest spennandi og áhugaverda í føroyskum tónleiki. Kristleif Zachariasen kom fram sum solistur – sing- er/songwriter, tey kalla – í kappingini, sum Hafnia Lounge skipaði fyri. Hann vann hesa tónleikakapping, og síðani hevur hann bæði spælt nógv til tiltøk og givið fløgu út. Hann hevur í sambandi við fløguupptøkuna fingið sær sína egna bólk, og hes- um bólki hevur hann spælt saman við síðani. Tað hevur styrkt munandi um tónleikin hjá Kristleif, tí frá at vera einsamallur á pallinum, hevur hann nú nakrar framúr góðar tónleikarar afturat sær. Arnold Ludvig, Rógvi á Rógvu og Óli Olsen leggja ein góðan og tryggan botn hjá Kristleif at framføra á. Førkar seg til tað enska málið Kristleif Zachariassen er ikki bara sangari og tónleik- ari, hann er eisini ein góður sangskrivari, og hann skriv- ar allar sangirnar, sum hann framførir. Fyrsta út- gávan hjá honum kallaðist Litleysir blettir, men síðani er tann broyting henda, at Kristleif er farin at syngja meira á enskum. Tónleikurin er ein bland- ing av poppi, fólkatónleiki og country, og ummælarin hjá Sosialinum var hugtikin, eftir at Kristleif hevði spælt til innleiðandi kappingina í Prixnum. »Fram um hinar framfør- ararnar hetta kvøldið so hevði Kristleif eitt ríkt tekstunivers. Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif dans- aðu ein vakran vals við lekkrum tónum við slidegitt- ara, harmoniku, akkustisk- um bassi og jazzutum trummum.« Hóast eina góða fram- førslu í hálvfinaluni gjørdist tað ikki pláss fyri Kristleif í finaluni í Prixnum, men hann hevur nú fingið kjansin at spæla til tiltakið og vísa føroyingum og útlendingum sítt tónleikaunivers. KRISTLEIF VAKS SEG STÓRAN