mikudagur 20. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2005
9
UTTAN ÚR HEIMI
Velja fransmenn at
vraka ES-grundlóg-
ina, kann tað fáa Tony
Blair at útseta fólka-
atkvøðuna í Bretlandi
ES-GRUNDLÓGIN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Síðani valstríðið í Bretlandi
byrjaði, hevur Tony Blair,
forsætisráðharri, gjørt sítt
ítarsta fyri at halda spurn-
inginum um ES-grundlóg-
ina burturi frá valstríðnum.
Hann hevur lovað bretum,
at teir skulu sleppa at taka
støðu til grundlógina næsta
ár, og tí heldur hann onga
orsøk vera til at tosa um
hana nú.
Men
tann
óvæntaða
harða
mótstøðan,
sum
grundlógin fær í Fraklandi,
kann geva Blair trupulleik-
ar, heldur blaðið The
Guardian. Tær seinastu
meiningakanningarnar
sunnan fyri Ermasund hava
víst, at fransmenn ætla sær
at vraka grundlógina á
fólkaatkvøðuni 29. mai, og
hendir tað, kann franska
úrslitið noyða Blair at út-
seta fólkaatkvøðuna í Bret-
landi. Tað hava keldur í
stjórnini
eisini
váttað,
skrivar The Guardian.
Jack Straw, uttanríkis-
ráðharri, segði við ITV-
sjónvarpið sunnudagin, at
eitt bretskt nei til grund-
lógina er ein bretskur
trupulleiki,
meðan
eitt
franskt nei er evropeiskur
trupulleiki.
Tann konservativi and-
støðuflokkurin
leggur
stjórnina undir at tosa við
tveimum tungum, tá tað
snýr seg um ES-grund-lóg-
ina. Teir konservativu hava
gjørt greitt, at flokkurin
tekur ikki undir við grund-
lógini, og teir hava boðað
frá, at teir ætla sær at end-
urskoða bretsku treytirnar
fyri ES-limaskapinum, fáa
teir stjórnarvaldið. The
Guardian væntar, at nú
verður ES-grundlógin kort-
ini drigin upp í valstríðið.
Svartur roykur
Tann fyrsta dagin kom einki burtur úr pávavalinum í Rom, og tí var roykurinm, sum kom upp úr skortsteininum á
Vatikaninum, svartur. Tey serkønu vænta, at tað fer at taka minst tríggjar dagar, áðrenn eftirmaðurin hjá Jóhannesi Páll
páva verður funnin
Mynd: Reuters
Margot Wallstrøm
ætlar sær ikki at taka
við, tá Gøran Persson
leggur frá sær sum
formaður í svenska
javnaðarflokkinum
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Svenski javnaðarflokkurin
hevur brúk fyri onkrum,
sum kann fáa teir rýmdu
veljararnar at venda aftur,
og nógvir sviar halda, at
ES-kommiserurin Margot
Wallstrøm er tann, sum
kann loysa ta uppgávuna.
Hon er fyrrverandi menta-
mála- og almannamálaráð-
harri og er yvirhøvur væl
umtókt ímillum sviar.
Men Margot Wallstrøm
hevur ongan hug at taka við
eftir Gøran Persson.
– Eg ætli mær at fullføra
ta uppgávuna, sum stjórnin
hevur givið mær. Tað er
týdningarmikið fyri Evropa
og fyri Svøríki og svenska
javnaðarflokkin, segði hon
við Aftonbladet í gjár.
Margot Wallstrøm kom í
Ríkisdagin í sjeytiárunum
um somu tíð sum Mona
Salin og Anna Lindh, og
líka síðani hava tær verið
umrøddar sum komandi
formenn í javnaðarflokkin-
um. Men so er ikki longur.
Mona Salin hevur spilt
sínar møguleikar við fíggj-
arligum óskili, Anna Lindh
er deyð, og nú sigur Margot
Wallstrøm nei takk.
Onnur, sum kunnu koma
upp á tal, eru Per Nuder,
fíggjarmálaráðharri, Thom-
as Bodstrøm, løgmálaráð-
harri og Ulrica Messing,
samferðslumálaráðharri,
men eingin teirra hevur tað
flogið, sum Margot Wall-
strøm hevur, skrivar Afton-
bladet.
Hon vil ikki taka við
Bretska fólkaatkvøðan
verður kanska útsett
Óttast Røkke
Í norska ráfiskakeypara-
felagnum eru tey ikki so
fegin um, at felagið
Aker Seafoods hjá Kjell
Inge Røkke ætlar at
keypa tvær fiskivinnu-
fyritøkur og fleiri fiski-
loyvi í Norðurnoregi.
Trygve
Myrvang,
stjóri í ráfiskakeypara-
felagnum,
sigur
við
Sunnmørsposten, at tað
er óheppið, at eitt felag
fær so nógv fiskirætt-
indi. Hann væntar, at
Aker Seafoods var ov
stóran leiklut í norður-
norsku fiskivinnuni, og
at tað fer at skerja kapp-
ingina. Trygve Myrvang
er samdur við formann-
inum í norska trolarafe-
lagnum, Eivind Volstad,
sum heldur, at Aker Sea-
food fær næstan einkar-
rætt til fiskivinnuna í
Norðurnoregi,
verður
ætlanin veruleiki.
Men hesum er Svend
Ludvigsen, fiskimála-
ráðharri, ikki samdur
við teimum í. Hann vísir
á, at fær Aker eafoods
loyvi at fullføra ætlan-
ina, fær felagið níggju
prosent av toskakvotun-
um. Er tað einkarrættur,
so eru tað fleiri fyri-
tøkur, sum hava einkar-
rætt í Noregi, sigur ráð-
harrin.
Ætlar at játta
seg sekan
Zacarias
Moussaoui,
sum er tann einasti í
USA, sum er ákærdur
fyri at hava verið við til
at skipa fyri atsóknini at
World Trade Center og
Pentagon tann 11. sep-
tember í 2001, fer at
játta seg sekan.
Sambært
blaðnum
Washington Post hevur
Zacarias
Moussaoui
kunnað
amerikonsku
stjórnina um, at hann
ætlar at játta seg sekan í
ákæruni. Enn er ikki
avgjørt, nær málið kem-
ur fyri rættin, men verð-
ur tað staðfest, at hann
hevur sálarligar trupul-
leikar, kann málið koma
fyri rættin longu í hesi
vikuni.
Zacarias Moussaoui
er franskur ríkisborgari,
men hann er ættaður úr
Marokko. Hann bleiv
tikin í 2002. Tá játtaði
hann seg sekan í at hava
verið uppi í atsóknini
árið fyri, men seinni tók
hann játtanina aftur.
Lenin heldur
100 ár afturat
Líkið av gamla sov-
jetska leiðaranum Lenin
er so væl varðveitt, at
tað kann halda minst
100 ár afturat.
Higartil hevur líkið av
Lenin hildið í 80 ár.
Seinastu tíðina hava
serfrøðingar kannað tað
balsameraða líkið. Tað
bleiv eisini gjørt í fjør,
og tá fekk Lenin nýggj
klæðir, men tað hevur
hann ikki fingið hesa-
ferð.
Jurij
Denisov-
Nikolskij, sum hevur
staðið fyri arbeiðinum,
sigur við russiskar fjøl-
miðlar, at líkið er í so
góðum standi, at tað
kann halda minst 100 ár
afturat, verður tað hildið
við líka.
Lenin doyði í 1924, og
eftir boðum frá KGB-
stovnaranum
Feliks
Dzjersjinskij bleiv líkið
balsamerað og lagt í eina
glaskistu,
so
russar
skuldu
fáa
høvi
at
minnast mannin, sum
grundlegði Sovjetsam-
veldið. Tað kunnu teir
framvegis gera tríggjar
tímar um dagin.
Sleppa ikki
til USA
Amerikonsku myndug-
leikarnir hava ein lista
við nøvnum á fólki, sum
ikki sleppa at flúgva til
USA, og nú standa
31.000 nøvn á listanum.
Teir seinastu seks mán-
aðarnar
eru
12.000
nýggj nøvn komin á
listan, men myndugleik-
arnir siga, at listin er
framvegis ikki fullkom-
in.
Tann sokallaði "No
fly"-listin hevur fleiri
ferðir fingið nógva um-
røðu.
Einaferð
kom
fram, at senatorurin Ed-
ward Kennedy stóð á
listanum,
og
seinni
frættist, at enski fólka-
sangarin Cat Stevens
eisini stóð har.
Fleiri evropeisk flog-
feløg hava havt ilt við at
góðtaka tann ameri-
kanska listan, men her-
fyri noyddist tað niður-
lendska KLM at sanna,
hvat tað kann bera í sær.
Júst sum eitt flogfar hjá
felagnum var komið til
Kanada, fekk tað boð frá
amerikonsku myndug-
leikunum um at venda
aftur til Amsterdam, tí
tveir brøður úr Saudi-
arabia vóru ímillum
ferðafólkini. Tað vísti
seg, at teir høvdu gingið
á sama flogskiparaskúla
í USA sum menninir, ið
rændu flogførini 11.
september í 2001. KLM
-flogfarið mátti tí aftur
til Amsterdam við teim-
um báðum monnunum,
skrivar Washington Post.