mikudagur 20. apríl 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- 9 -
spæla seg til onkra fram-
førslu á útlendskum palli,
men
skuldi
tað
ikki
eydnast, so verður bólkurin
hóast tað nógv á ferð
seinni í ár.
Í mai mánaði skulu teir til
Grønlands at spæla, og í
juni verða teir eina viku í
Hetlandi.
Frá 9. juli til 20. august
fara teir at spæla ymsa-
staðni í Kanada. Har fara
teir fyrst og fremst at
spæla á festivalum kring
stóra norðuramerikanska
landið, og í løtuni hava teir
fngið kjansin á heili fimm
festivalum.
– Tað verður sera spenn-
andi at fara til Kanada og
fáa møguleikan at promo-
vera okkara tónleik har. Vit
fáa møguleikan at hitta fólk
persónliga, og tað verður
spennandi at vita, hvat tað
kann føra við sær, sigur Uni
Debess.
Á VEG Á FLOG
frontmaður, men hann
verður væl stuðlaður av
einum tí besta botninum í
føroyskum tónleiki. Bólk-
urin hevur nógvar spenn-
andi
uppgávur
fyri
framman í útlandinum.
» Við teirra royndum og
dygdum vóru GoGo Blues
møguliga favorittar hetta
kvøldið, men at teir
skuldu vera so cool og
borðreiða við einari so
einastandandi framførslu,
var eitt sera positivt
yvirraskilsi.«
– Sosialurin eftir 1. umfar
í Prixnum
2 - GOGO BLUES
vilja vinna, so er tað týdningarmesta, at eg kann koma út við mínum
fólki, og tað havi eg longu fingið møguleikan til. Tí eri eg væl nøgdur,
sigur Uni Debess.
Mynd: Jens Kristian Vang
– Eg havi upplivað tað,
sum at ein lítil bólkur
av fólki hevur roynt at
framt karaktermorð
móti ávísum tónleikar-
um, sigur Eyðun Nols-
øe um harða kjakið,
sum hevur verið um
Prix Føroyar kapp-
ingina
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eyðun Nolsøe hevur verið
rættiliga í miðdeplinum í
Prix Føroyar tónleikakapp-
ingini í ár. Hann hevur
vunnið sær pláss í finaluni
við góðum og væl spældum
popptónleiki, men sam-
stundis hevur hann verið
ein av teimum, sum hevur
staðið í skotmálunum hjá
ávísum ummælarum og
viðmerkjarum, sum halda,
at onnur enn teir royndu
tónleikararnir
áttu
at
sloppið í Prix Føroyar final-
una.
– Eg eri kløkkur av tí
harða tónanum, sum hevur
verið í kjakinum um Prix
Føroyar. Eg hevði ikki rokn-
að við, at ein ávísur skarði
av fólki fór at vera so nega-
tivur, sigur Eyðun Nolsøe.
– Tað er smakleyst, at
hesi fólkini ikki kunnu virða,
at onnur hava ein annan
smak fyri tónleiki og skulu
siga øllum, hvat er góður
tónleikur, og hvat er vána-
ligur tónleikur. Tað er látur-
ligt.
Áttu at sissa seg
Tað var serliga eftir hálvfin-
aluna í Suðoroy, at kjakið
um tónleik og tónleikasmak
blussaði upp á kjaktorgum
og í miðlunum. Ávísir um-
mælarar vóru eirindaleysir
móti teimum royndu tón-
leikarunum í kappingini og
vildu hava yngri og meira
progressivar kreftir fram.
– Tað er áhugavert, at
tónleikur hevur fylt so nógv
í miðlunum, og at øll hava
eina meining um Prix Før-
oyar, men eg havi upplivað
tað, sum at ein lítil bólkur
av fólki hevur roynt at
framt karaktermorð móti
ávísum tónleikarum, sigur
Eyðun Nolsøe.
– Tað er ringt at kappast
um tónleik, og tað er eingin
av bólkunum, sum hevur
dømt seg sjálvan víðari, tí
haldi eg, at mann átti sissa
seg eitt sindur og havt ein
meira hampuligan tóna
mótvegis hvørjum øðrum.
Eyðun Nolsøe angrar tó
ikki, at hann fór við í Prix
Føroyar tónleikakappingina
fyri fyrstu ferð í ár.
– Tað hevur verið sera
stuttligt at verið við, og eg
eri glaður fyri, at eg kom í
finaluni, tí eg kendi meg als
ikki vísan í, at eg yvirhøvur
fór at koma víðari frá tí inn-
leiðandi umfarinum, sigur
hann.
Øðrvísi
til stór tiltøk
Eyðun Nolsøe hevur fyri-
reikað seg væl til finaluna í
Prixnum leygarkvøldið, og
hann hevur skift eitt sindur
út í programminum hjá
sær.
– Vit hava skift onkran
sang út og hava roynt at
finna tað besta programm-
ið til finaluna, sigur hann.
Eyðun Nolsøe heldur, at
tað er øðrvísi at spæla, tá
ið alt verður sent beinleiðis
í útvarpi og sjónvarpi.
– Eg havi verið við til nøk-
ur stór tiltøk, sum hava
verið send í sjónvarpi áður,
men tað er ikki nakað, sum
eg eri vanur við, og tað er
eitt sindur øðrvísi at spæla
til eitt slíkt tiltak. Eg havi
hug at blíva eitt sindur ner-
vøs, men tað skal nokk
ganga.
– Eg havi stórar forvænt-
ningar til tiltakið leygar-
kvøldið. Tað er eitt stórt og
spennandi tiltak, og tað er
stuttligt, at føroyskur tón-
leikur nú hevur fingið sínar
virðislønir, sigur Eyðun
Nolsøe.
KLØKKUR AV TÍ HARÐA TÓNANUM
Eyðun Nolsøe
- sang og gittar
Johannus á Rógvu
Joensen
- bass
Kim Hansen
- ljómborð
James Olsen
- trummur
Jens Marni Hansen
- gittar
Ein av bestu føroysku
poppkomponistunum
nakrantíð roynir seg við
nyggjum sangum fyri
fyrstu ferð í Prix Føroy-
um. Melodiøsur og væl
spældur tónleikur, sum
fangar eina breiða áhoyr-
arafjøld. Ein blanding av
góðum poppsangum og
søtum kærleikstónum.
» Tað ber kanska til at
seta spurnartekin við ný-
skapan og yvirraskilsi,
men tá ið tað snúði seg
um tónleikaliga hand-
verkið, var tað
klassamunur millum
Eyðun Nolsøe og hinar
bólkarnar.«
- Sosialurin eftir 3. umfar í
Prixnum
3 - EYÐUN NOLSØE
– Eg eri kløkkur av tí harða tónanum, sum hevur verið í kjakinum um Prix Føroyar. Eg hevði ikki roknað við, at ein ávísur skarði av fólki fór at
vera so negativur. Eg haldi, at tey áttu at sissa seg, sigur Eyðun Nolsøe.
Mynd: Álvur Haraldsen