Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 74 - 20. apríl 2005 Høgni Hoydal setir nú danska integra- tiónsmálaráðharran- um fyrispurning um trupulleikan, sum hevur tikið seg upp í Føroyum um arbeiðs- og uppihaldsloyvi POLITIKKUR Tíðindaskriv frá Norðuratlantsbólkinum Seinastu tíðina hevur ósemja valdað millum før- oysku løgregluna og Inn- lendismálaráðið um ar- beiðsbýtið í samband við málsviðgerðir av arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Ósemjan snýr seg um, hvørt tað er løgreglan ella Innlendismálaráðið, sum eigur at umseta tey tilmæli til danskt, sum verða send Útlendingastýrinum. Tá talan er um danskt málsøki, setir føroyski fólkatingslimurin Høgni Hoydal nú danska inte- gratiónsmálaráðharranum fyrispurning um, hvørji stig skulu takast fyri at finna eina loysn. Norðuratlantsbólkurin metir málið vera álvarsamt, tí ósemjan millum føroysku myndugleikarnar hevur við sær, at umsøkjarar ikki fáa svar ella skulu ígjøgnum óneyðuga drúgva bíðitíð. Høgni spyr um arbeiðs- og uppihaldsloyvi Áttandi og seinasti fyrilesturin í røðini, sum Fróðskaparsetrið og Føroya Fróðskaparfelag hava skipað fyri um myndlar og tøl, verður hóskvøldið FYRILESTUR Jákup Mørk Hesaferð er tað Eyðfinn Magnussen, adjunktur á Náttúruvísindadeildini, sum hevur fyrilestur við heitinum »Føroya Banki – eitt vakstrarparadís hjá fiski« Í tíðindaskrivi, sum er sent miðlunum, verður sagt, at flestu føroysku sjó- menn hava ein serlig tokka til Føroyabanka. Hetta kemst helst av, at her hava teir ofta fingið góðan fong. Serliga er tað tann stóri toskurin, bankatoskurin, teir eru glaðir fyri. Føroya- banki er eitt serstakt øki. Rákið á Bankanum er so- leiðis háttað, at sjógvurin í stóran mun heldur seg inni á Bankanum. Á hendan hátt er Føroyabanki ein sjálv- støðugt vistfrøðilig skipan, har umhvørvið hevur sett síni serstøku eyðkenni á fleiri fiskasløg og aðrar liv- andi verur, ið eru á Bank- anum. Kendasta av hesum er helst Bankatoskurin. Tað hevur leingi verið kent, at toskurin á Føroyabanka veksur óføra skjótt. Ja, so skjótt, at hann telist millum skjótast vaksandi toska- sløgini í heiminum. Hví veksur banka- toskurin so skjótt? Men hví veksur toskurin á Føroyabanka so skjótt? Er tað okkurt serligt við bankatoskinum, ella er tað umhvørvið á Bankanum, sum skapar tann góða vøksturin? Hetta eru 2 áhugaverdir spurningar, ið greiða eigur at vera fingin á. Um tað er okkurt serstakt við umhvørvinum, sum er orsøkin, átti hetta eisini at sæst aftur hjá hinum fiskasløgunum, ið finnast á Bankanum. Vit kundu tí væntað, at øll fiskasløgini á bankanum vaksa skjótt. Vakstrarlagið hjá botnfiskinum kannað Men er hetta nú soleiðis? Fyri at fáa greiðu á spurn- inginum, er vøksturin hjá 14 ymiskum fiskasløgum á Bankanum kannaður. Vøksturin er síðani saman- borin við, hvussu hesi fiskasløgini vaksa aðra- staðni í heiminum. Sama- nberingin fevnir um úrslit frá 62 ymiskum kanningum frá 35 ymiskum økjum. Og her smæðist Føroyabanki ikki burtur í millum. Fyrilesturin Fyrilestrinum byrjar við at lýsa umhvørvið á Bank- anum. Komið verður inn á vøksturin hjá toskinum, og hvat tað er, sum stýrir vøkstrinum hjá fiski, og hvørja ávirkan kynsbúning- in hevur á vøksturin. Vakstrarlagið hjá teimum 14 Føroyabanka-fiskasløg- unum verður víst og mett verður um vøksturin sam- anborið við aðrastaðni. At enda verður komið inn á hvønn týdning dýpið á Bankanum hevur fyri vøksturin hjá fiskinum. Eyðfinn Magnussen er útbúgvin kandidatur í lívfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn í 1993. Síðani 1994 hevur hann starvast sum adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Tey fyrstu árini arbeiddi hann eisini á Fiskirannsóknar- stovuni, har hann tók sær av yvirlitstrolingunum á Føroya banka. Paradís hjá fiski HETLANDSFERÐ Næsta ár hevur Føroya Postfelag 30 ára stovning- ardag. Í hesum sambandi setti nevndin í Postfel- agnum sær fyri at skipa fyri onkrum serligum til lim- irnar. Tá fundarskráin hjá fel- agnum varð løgd tilrættis var komið eftir, at dagarnir frá 22. til 25. apríl í ár vóru frídagar, og at hetta passaði væl til túrarnar, Norrøna siglir til Hetlands. Flog- leiðin hjá Atlantsflog til Aberdeen var annað upp- lagt evni fyri einum felags- túri. Gjørt var av geva lim- unum eitt gott tilbið uppá hesar túrar. Nú freistin er farin vísir tað seg, at nærum 150 fólk fara avstað. Serliga er tað túrurin til Hetlands, sum hevur havt stóran áhuga. Ikki færri enn 115 hava tekna seg til hendan túrin, so tað er óhugsandi, at slík fjøld av postfólki ikki fara at síggjast aftur í gøtunum í Lerwick. Limir hjá Føroya Postfelag innrás í Hetlandi Í døgunum 17. - 19. mai skipar Tilhaldið í Tórs- gøtu fyri skeiði við heit- inum Gullárini: Lívs- gleði og lívsgóðska. Endamálið við skeiðn- um er at skifta orð um, hvussu lívsgleði og positivur hugsunarháttur kunnu læra okkum at duga betur at ganga mót- brekkurnar í gerandis- degnum og styrkja persónmenskuna á rætt- an hátt. Eisini skifta vit orð um lívið og teir mongu møguleikarnar, ið vit hava, bæði áðrenn og aftaná pensjónsaldurin. Skeiðið er ætlað kom- andi og verandi pensjón- istum í Tórshavnar kommunu. Somuleiðis er skeiðið ein liður í polit- iska málsetninginum á eldraøkinum hjá Tórs- havnar kommunu, sum er at kunna komandi og verandi pensjónistar um rættindi, møguleikar og viðurskifti teirra. Undirvísarar verða: Eyðvør Mortensen, 46 ár, sosialráðgevi og deildarleiðari á økis- deildini í Tórshavn. Eyð- vør hevur starvast á al- mannastovuni síðani 1989. Elsa Zachariasen, 68 ár, sjúkrarøktarfrøðingur. Elsa hevur verið leiðari í nógv ár í heimarøktini í ymsum kommunum í Danmark. Hon hevur drúgvar undirvísingar- royndir í kommuni- katión, heilsu, lívs- góðsku, lívsgleði, dem- ensskipan, og so er Elsa eisini útbúgvin látur- instruktørur. Wanja Petersen, 48 ár, sjúkrarøktarfrøðingur og leiðari í Tilhaldinum, síðani tað lat upp 12. mars 1998. ave Skeið: Gullárini: Lívsgóðska/lívsgleði Vinastuldur Tú leit í mínu eygu, og skelvandi eg sá; øll heimsins háðan og hevjan í tínum eygnabrá. Fuglur tíðliga á veingjum tú sveimar í býnum. Eins og ljóðføri í sangum í hjarta mínum. Drepandi dapurt, óhugnaligt. Helvitsliga vakurt, dugnaligt. John Torkilsson Den der er blevet klog på nogen han ikke først havde kært, har aldrig levet. Citat Grundtvig Tað verður Eyðfinn Magnussen, sum hevur seinasta fyrilesturin í røðini um myndlar og tøl