Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 8 - Er originalitetur at ljóða líka sum tónleik- urin, ið er frammi í tíðini og verða saman- líknaður við útlendskar bólkur, men er tað ikki ori- ginalt at verða líknað- ur saman við seg sjálvan fyri 15 árum síðani. Terji Rasmus- sen spyr tað relevanta spurningin Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri 10 árum síðani var Terji Rasmussen í fyrstu Prix Føroyar finaluni og vann kappingina saman við bólkinum Moriae. Nú stendur hann aftur har – í finaluni – og skal royna at endurtaka kynstrið. Í kjakinum, sum hevur verið um kappingina, hevur Terji millum annað fingið skotið í skógvarnar, at hann líkist sær sjálvum fyri 15 árum síðani, og at hann ikki er nóg originalur. – Hvat er tað at vera ori- ginalur. Er tað at spæla tónleik, sum er frammi í tíðini, og verða samanlíkn- aður við útlendskar bólkar, men er tað ikki, at tú líkist tær sjálvum fyri 15 árum síðani. Allir bólkarnir í Prix- num verða líknaðir saman við aðrar bólkar uttan eg og Eyðun Nolsøe. Vit líkjast bara okkum sjálvum, men tað er opinbart ikki origin- alt, sigur Terji Rasmussen. Royna at brúka alt positivt Saman við Eyðuni Nolsøe hevur Terji Rasmussen ver- ið skotskiva í einum hørðum kjaki um, hvørjir bólkar hava uppiborið eina Prix-finalu meira enn aðrir. – Nógv fólk hava grenjað, men prátið er als ikki í for- hold til tað, sum alt snýr seg um. Tað verður tosað um umælarar her og der, men eg havi enn einki um- mæli sæð av tónleikinum í Prixnum. – Tað hava verið nógvar meiningar um tónleikin og tónleikararnar, men eingin hevur veruliga greinað tón- leikin hjá bólkunum, heldur Terji Rasmussen. Hóast hann og hansara tónleikur hevur verið fyri atfinningum, so er hann ikki fallin í fátt. – Eg veit væl, at tá ið tú stingur nøsina fram, so kanst tú fáa ein frammaná. Men eg havi altíð roynt at venda slíkum til nakað posi- tivt, og eg ætli mær eisini at vera eitt sindur sjálv- ironiskur til finaluna, sigur Terji Rasmussen. Góðir við sínar sangir Í kjakinum um Prix Føroyar hevur verið tosað um list- arligt úttrykk samanborið við gott handverk, og tað er eisini nakað, sum Terji hevur sína hugsan um. – Onkur heldur, at okkara tónleikur er handverk fram um listarligt úttrykk. Men eg kann bara siga, at eg eri góður við mínar sangir, og teir hava allir nakað at siga fyri meg. Tað er sum eitt barn, sum tú uppfostrar og ert góður við. Sangirnir hjá mær eru mínar heilagu kýr, sigur hann. – Sjálvt um ein sangur sum »Nummar« er ein for- ferdiliga marra, so havi eg virðing fyri honum, tí hann var skrivaður í eini ávísari tíð, tá ið eg var í einum ávísum stemningi, og fólk hava tikið hann til sín. Terji Rasmussen fer leygarkvøldið at spæla sínar nýggjastu sangir, og hann hevur síðani hálvfinaluna broytt skránna hjá sær eitt sindur, so at tað eisini verður nakað nýtt at hoyra frá honum. HVAT ER ORIGINALITETUR? – Eg veit væl, at tá ið tú stingur nøsina fram, so kanst tú fáa ein frammaná. Men eg havi altíð roynt at venda slíkum til nakað positivt, og eg ætli mær eisini at vera eitt sindur sjálvironiskur til finaluna, sigur Terji Rasmussen. Mynd: Jens Kr. Vang Terji Rasmussen - sang Hjalti Joensen - gittar Anrold Ludvig - bass Rógvi á Rógvu - trummur Magnus Johannesen - ljómborð Ólavur Olsen - flygelhorn Tann stóri sangskrivarin, sum áður hevur vunnið Prix Føroyar, er nú við í fremstu røð í kappingini. Terji spælir melodiøsan rocktónleik saman við monnum, sum hann hev- ur avrikað nógv saman við áður. Gott show og sterkur tónleikur. »Tað var ikki nakað bein- leiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, um Terji ikki fór at koma víðari.« – Sosialurin eftir 4. umfar í Prixnum 1 - TERJI RASMUSSEN BAND Føroyski bluesbólkurin GoGo Blues hevur seinnu árini verið sera virkin í føroyskum tón- leiki, men nú bíða uppgávur í útlandinum, og tað tykist sum bólkurin rættiliga hevur fingið luft undir veingirnar Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyskur bluestónleikur er eitt sjáldsamt fyribrigdi, men seinastu árini hevur ungi tónleikarin Uni Reinert Debess verið undangongu- maður á hesum øki. Hann fekk tíðliga áhuga fyri bluestónleiki, og hann hevur skrivað nógvan bluestónleik, sum hann framførir saman við hinum tónleikarunum í GoGo Blues. Nú er bólkurin komin all- an vegin í finaluna í Prix Føroyum, og tað er eitt flott avrik, tá ið hugsað verður um, hvussu tøtt kappingin hevur verið í ár. Spentur um kapping Og at talan er um eina kapping, ávirkar eisini Una. – Eg hugsi als ikki um, at eg leygarkvøldið skal spæla frammanfyri beinleiðis sjónvarpi og útvarpi. Tað nervar meg als ikki, tí eg hugsi ikki um tað, tá ið eg standi á pallinum. Men tað vísir seg at verða ógjørligt at slíta seg leysan frá spenninginum, sum kapp- ingarelementið hevur við sær, sigur Uni Debess. – Eg blívi yvirspentur av, at tað er ein kapping. Eg eri longu væl nøgdur við tað, sum eg havi fingið burtur úr Prix Føroyum, men eg kann ikki lata verða við at blíva spentur, tá ið eg skal kappast í tónleiki, sigur hann. Umráðandi at fáa tónleikin út Uni Debess heldur, at Prix Føroyar tænir einum góð- um endamáli hjá honum og øðrum føroyskum tónleik- arum. – Hóast hetta er ein kapping, og øll vilja vinna, so er tað týdningarmesta, at eg kann koma út við mín- um tónleiki og spæla hann fyri nógvum fólki, og tað havi eg longu fingið møgu- leikan til. Tí eri eg væl nøgdur, óansæð hvat hend- ir leygarkvøldið, sigur Uni Debess. Hann kann lova, at tað verður bluestónleikur á skránni leygarkvøldið, men um hann fer at spæla somu sangir, sum hann hevur spælt í teimum innleiðandi kappingunum, visti hann ikki endaliga at siga, tá ið vit tosaðu við hann í vikuni. Tá var onkur venjing eftir, og avgerðin um sangirnar var ikki endalig. Út at ferðast GoGo Blues kann á Atlantic Music Event leygarkvøldið GOGO BLUES Á Uni R. Debess - gittar og sang Arnold Ludvig - bass Rógvi á Rógvu - trummur Føroyskur bluestónleikur í altjóða klassa. Ungi og evnaríki Uni Debess er 2 – Hóast hetta er ein kapping, og øll tónleiki og spæla hann fyri nógvum f óansæð hvat hendir leygarkvøldið, s