mikudagur 20. apríl 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 - 20. apríl 2005
7
Bowlinghøll í Leirvík
Arbeiðið upp á at
byggja eina bowling-
høll í Leirvík er farið í
gongd, og væntandi
verður klárt at bowla
í heyst
BOWLINGHØLL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Herfyri var farið undir at
grava út fyri eini bowling-
høll í Leirvík. Tað er Ólav-
ur Olsen í Leirvík, sum skal
byggja høllina beint oman
fyri
Statoil-støðina,
ið
Ólavur sjálvur eigur. Gong-
ur tað eftir ætlan, verður
klárt hjá eysturoyingum og
øðrum at fara at bowla í
Leirvík í heyst.
Gomul ætlan
Ólavur Olsen sigur, at tað
er ein gomul ætlan hjá hon-
um at byggja eina bowling-
høll, men hann hevur bíð-
að, tí hann hevði væntað, at
onkur annar fór í gongd
við eina líknandi ætlan.
- Eg ivaðist ikki í, at tá ið
høllin var komin í Havn, fór
tað ikki at ganga rúm tíð,
áðrenn onkur eysturoyingur
tók stig til at byggja eina
líknandi høll í oynni, men
so var ikki. Sjálvur hevði
leingi havt eina slíka ætlan,
og nú er hon so veruleiki,
greiðir Ólavur Olsen frá.
Bygningurin, ið Ólavur
Olsen letur byggja, verður
700 fermetrar stórur, og
hann fer at hava seks bowl-
ingbreytir. Ólavur Olsen
roknar við, at planeringin
av stykkinum, ið byggjast
skal á, verður liðug innan
fyri ein mánað, og síðani
verður farið í gongd við
sjálva byggingina.
Kostnaðarmikil íløga
At talan er um ein risiko-
íløgu, dylur Ólavur Olsen
ikki fyri. - Hetta er ein
kostnaðarmikil íløga. Alt í
alt kemur tað at kosta mær
einar fimm milliónir krón-
ur, men tað hevur gingið
væl við at fáa fígging, sigur
Ólavur Olsen, ið er einasti
íleggjarin í nýggju bow-
linghøllini.
Ólavur Olsen heldur, at
útlitini fyri at ein slík
bowlinghøll kann bera seg
eru góð. - Tað er skjótari
ella líka skjótt hjá øllum
eysturoyingum at koyra til
Leirvíkar at bowla sum til
Havnar, og harafturat kem-
ur norðoyatunnilin í næst-
um, og tá verður tað eisini
møguligt hjá norðoyingum
at koyra sær ein lítlan biltúr
til Leirvíkar, sigur hann.
Ólavur Olsen ímyndar
sær eisini, at tá ið høllin er
liðug, og bowlingin er
komin í gongd, fer at verða
skipað fyri kappingum í
samstarvi við bowlinghøll-
ina í Havn, og at man kann
fáa lagt lunnar undir eina
bowlingmentan í Føroyum.
Nú spakin er settur í, eru
fólk í Eysturoynni sera
spent upp á høllina, og alla-
staðnis har Ólavur kemur,
verður hann tráðspurdur av
fólki um ætlanina.
- Eg haldi, at ætlanin er
ógvuliga væl móttikin av
fólki, og somuleiðis hevur
kommunan allatíðina verið
ógvuliga positiv í fyrireik-
ingunum,
sigur
Ólavur
Olsen.
Bert bowling í fyrstu
atløgu
Spurdur um hann eisini fer
at hava poolborð og annað í
høllini, soleiðis sum vit
kenna tað aðrastaðnis, sigur
Ólavur Olsen, at tað verður
tað ikki í fyrstu atløgu, men
pláss er í høllini fyri tí, um
so er.
- Í fyrstu atløgu fara vit at
konsentrera okkum um
bowlingina, men tað er ikki
óhugsandi, at tað verður
víðkað um virksemi í fram-
tíðini. Í høllini verða sjálv-
sagt eisini borð, sum fólk
kunnu sita við, men av tí at
kafeteria og kiosk er í
Statoil-støðini 10 metrar
frá bowlinghøllini, verður
eingin kafeteria í høllini.
Ístaðin kunnu fólk, ið skulu
bowla, keypa tað, ið tey
hava tørv á, inni á Statoil-
støðini, sigur Ólavur Olsen.
Bæði Rútmiska kórið
í Hetlandi og Havn-
arkórið fara í næst-
um á vitjan í Het-
landi
KÓR Á
KONSERTFERÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er vorðið alsamt meiri
vanligt, at føroysk kór fara
á konsertferð í okkara
grannalondum.
Næsta
mánaðin fáa hetlendingar
vitjan av tveimum før-
oyskum kórum.
Økt
mentanarsamstarv
Síðst í hesi vikuni hevur
Rútmiska Kórið í Hoy-
dølum tvær ferðir konsert í
Hetlandi. Fyrra konsertin
verður fríggjakvøldið í
Yell, og á hesi konsertini
luttekur eisini ein violin-
bólkur og eitt kór, ið nevn-
ist Mid Yell Choir.
Leygarkvøldið
hevur
kórið konsert í Lerwick.
Hesaferð verður framførsl-
an í einari kirkju, Lerwick
Methodist
Church,
og
eisini á hesari konsertini
fara lokalar tónleikakreftur
at luttaka. Millum annað
verður eitt hetlendskt ung-
dómskór við á konsertini.
Í komandi mánað fer
Havnarkórið
eisini
at
leggja leiðina til Hetlands,
har kórið fer at hava eina
konsert. Hon verður í Ler-
wick á einum stað, ið verð-
ur nevnt Lerwick's Isles-
burgh Community Centre.
Hesar báðar konsert-
ferðirnar eru ein partur av
økta mentanarsamstarvin-
um millum Føroyar og
Hetland. Davie Gardner, ið
umsitur tónleikamál í Het-
landi, sigur við blaðið
Shetland News, at tað er
ein náttúrlig gongd, tá ið
búskaparliga samstarvið
millum londini er vaks-
andi, at mentanarsamstarv-
ið eisini verður økt. Hann
vísir á, at føroysk kór eru á
sera høgum støði, og tí
kunnu hetlendsku áhoyrar-
arnir
vænta
sær
eina
ógloymandi tónleikaupp-
living, sum hann málber
seg í Shetland News.
Føroysk kór á vitjan í Hetlandi
Seinni í hesu vikuni fer Rútmiska Kórið í Hoydølum at hava tvær konsertir í Hetlandi
Tað er her beint oman fyri Statoil-støðina í Leirvík, at nýggja bowlinghøllin verður bygd
Mynd: Regin Bjarnastein