Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- 7 - NÓGVIR VINNINGAR • Høvuðsvinningurin til Prix Føroyar 2005 er ein vika í studio. Mentamálaráðið og Atlantic Airways lata vinningin. • Listastevna Føroya - august 2006 - bjóðar vinnaranum av Prix Føroyar kappingini at spæla á Listastevnuni 2006. • Jelling Musikfestival saman við Atlantic Airways - mai 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá Atlantic Music Ev- ent. • NIBE-Festival saman við Atlantic Airways - juni 2005 - velur í minsta lagi ein bólk ella einstakling frá At- lantic Music Event. • Ólavsøkukonsertin 2005 - Vinnarin skal spæla á Ólavsøkukon- sertini. • G-Festivalurin - velur minst ein bólk frá At- lantic Music Event. • Musikhuset VEGA í Keypmannahavn bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í VEGA í 2005. • Summarfestivalurin 2005 - velur minst ein bólk frá Atlantic Music Event. • Nipiaa Rockfestival í Aasiaat í Grønlandi - august 2005 - bjóðar í minsta lagi einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla á r o c k f e s t i v a l i n u m 2005. • AIRWAVES í Íslandi - oktober 2005. Møgu- leiki verður latin upp fyri at fáa føroyskar bólkar at spæla á Air- waves 2005. • »Peace & Love Festi- valurin« í Svøríki bjóð- ar minst einum bólki ella einstaklingi frá Atlantic Music Event at spæla í Svøríki summarið í 2005. • »Popaganda« í Svøríki velir sær ein bólk frá Atlantic Music Event. • Storås Festivalurin í Noregi velir sær ein bólk frá Atlantic Music Event at spæla á sínum festivali í summar. 24 bólkar við fleiri enn hundrað tónleikarum og næstan hundrað ný- skrivaðum sangum hava kappast í Prix Føroyar 2005. Kapp- ingin hevur bjóðað alt frá søtum poppi og ágangandi rocki til sveimandi techno og livandi blues. Leygar- kvøldið skal vinnarin finnast PRIX Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tøl eru takksom. Kundu vendast og brúkast. Fyri og ímóti. Aftur og fram. Men tølini í Prix Føroyum boðað frá eini livandi og skapandi kapping, sum tykist hava størri undirtøku og týdning í føroyskum tónleiki enn nakrantíð áður. Tað eru gingnir góðir 3.600 dagar, síðani fyrsta kappingin í Prix Føroyum varð hildin. Árið var 1995, tíðin var tann reina kreppa, men skapandi spírar og gamlir rockarar veitraðu ikki við hvíta flagginum. Prix Føroyar var tað nýggja átakið hjá Norðurlandahúsi- num og samstarvsfeløgum, og áhugin hjá føroyskum tónleikarum var beinanveg til staðar. Eitt var Futti á ferð. Tað gjørdist til Prix á flogi. Kring landið við sjarmu og smílu. Og so tann stóra finalan í mentanarborgini í Havn – Norðurlandahúsi- num. Hjarnar, Moirae, Wolf- gang, Tinganest og onnur brillieraðu í teimum døg- um. Moirae vann – kapp- ingina. Men føroyskur tón- leikur hevði vunnið við tí nýggja og spennandi tiltaki- num, sum síðani hevur fingið føroyskar tónleikarar og bólkar at skriva og spæla egnar sangir – nógv meira enn tað var vanligt áðrenn Prixið – og skapt nógv størri umtalu, tilvitan og áhuga fyri føroyskum tónleiki – bæði heima og burturi. Síðani 1995 hava seks Prix Føroyar tónleikakapp- ingar verið. Eini 25 innleið- andi kappingar hava verið, og í hesum kappingum hava fleiri enn hundrað bólkar verið við. Teir fleiri hundrað tónleikararnir hava skrivað fleiri hundrað nýggjar sang- ir til kappingarnar. Nógv tøl. Men eisini nógvur góður tónleikur, nógv góð upplivilsi og nógv- ir møguleikar. Trupul dómarauppgáva Prix Føroyar 2005 byrjaði eitt leygarkvøld fyrst í febr- uar mánaði. Pallurin fyri tey innleiðandi umførini var aft- ur hesaferð Mentanarhúsið í Fuglafirði, sum fyri tveim- um árum síðani gav Prix-til- takinum eitt lyft. Fyrireikararnir høvdu valt 24 bólkar burtur úr teim- um stívliga 30 bólkunum, sum høvdu teknað seg til kappingina, og longu í fyrsta umfari vísti tað seg, at kappingin í ár fór at verða góð og hørð. Nógvir og fjølbroyttir bólkar við vælspældum tónleiki vóru við í kappingini, og tað var kanska ikki so løgið, at dómararnir fleiri ferðir komu í fokus, tá ið teir skulu loysa sera trupulu uppgávuna at taka dagar ímillum teir ymsu bólkar- nar. Teir útróptu favorittarnir stóðu seg væl í kappingini í ár, men longu í fyrsta um- farið kom eitt lítið yvirrask- ilsi, tá ið tað ikki eydnaðist Déjá Vu at koma víðari frá kappingini. Bólkurin, sum fyri tveimum árum síðani endaði nummar 2, fall á gáttuni, og teir meira frísku og svingandi bólkarnir, Lama Sea og GoGo Blues struku við teimum fremstu plássunum, meðan Déjá Vu tóktist koyra nakað í sama molli, sum fyri tveimum ár- um síðani. Til annað innleiðandi um- farið í Prixnum vóru tað teir báðir mest etableraðu bólkarnir, sum fóru avstað við sigrinum, meðan teir yngru og onkur meira ný- skapandi bólkur var við sviðusoð. Side Effect hevur trý tey seinastu Prixini verður mettur sum ein nýskandi og øðrvísi bólkur í føroyska tónleikaumhvørvinum, men hann er ongantíð sloppin inn í Prix-hitan, og aftur hesaferð stóð hann uttan- fyri, tá ið dómararnir høvdu talað. Hinvegin vórðu Makrel og All That Rain bodnir inn í hitan, og hesir báðir bólkar hava áður ver- ið við í Prix-finaluni – Ma- krel fyri tveimum árum síð- ani og All That Rain fyri fýra árum síðani. Teir tungu móti teimum ungu Tveir av tungu dreingjunum í føroyskum popptónleiki vóru við í triðja og fjórða innleiðandi umfari. Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen skuldu til Prix-próvtøku meira enn 20 ár eftir, at teir fóru at skriva sínar kendu poppsangir. Spurningurin var so, um teir framvegis standa mát í eini nýggjum ártúsund við eini ørgrynnu av skapandi føroyskum tónleikarum. Og tað gera teir. Bæði Eyðun og Terji – sum eina- ferð gingu undir navninum Eyðun & Terji – brynjaðu seg við nøkrum av bestu og mest garvaðu popptónleik- arum í landinum. Eyðun við Showmonnum og Terji við fleiri Føstufressum. Eyðun stóð fyrst fyri, og í einum umfari, har nógvur góður og melodiøsur popp- tónleikur, var Eyðun á topp- inum við nýggjum og fang- andi poppsangum. Eitt sindur av rock ´n roll og eitt sindur av søtum kærleiks- tónum, og so var Eyðun komin víðari saman við La- wetz, sum aftur hesaferð útmerkaði seg við svingandi popptónleiki. Terji Rasmussen var við í tí seinasta umfarinum, og har fekk hann kapping frá millum annað Kristleif Zachariassen og Braquet, sum var í finaluni fyri tveim- um árum síðani. Eisini Terji Rasmussen kláraði at spæla seg víðari í kappingini við væl spældum popprocki, og saman við honum kom Kristleif eisini víðari. Vísusangarin, sum hevur ment seg til ein frálíkan sangskrivara við egnum bólki, stóð seg væl ímóti teimum meira rock- kendu bólkunum. Braquet við gittarsnill- inginum Arna Zachariassen sum einum jokara varð ikki sendur víðari í kappingini, hóast bólkurin spældi kristiligan tónleik við lív og sál. Hálvfinala Hálvfinalan í Trongisvági var meira enn ein hálv finala, tí í hesari kapping vóru átta frálíkir bólkar, sum skuldu stríðast um trý pláss í fin- aluni. At Útvarpið og Sjón- varpið bæði sendu beinleið- is frá tiltakinum, gjørdi hesa seinastu innleiðandi kappingina til meira enn bara tað. Dómararnir høvdu aftur hesaferð eina næstan vón- leysa uppgávu at taka dag- ar ímillum bólkar, tónleikar- ar og tónleik. Hóast ágang- urin ímóti teimum var stór- ur, so høvdu summir dirvið til at standa fram og viður- kenna seg sín leiklut. Og teir dømdu Eyðun Nolsøe, Terja Rasmussen og GoGo Blues til at vera bestu bólk- arnar hetta kvøldið. Fjepparaskarar hjá teim- um ymsu bólkunum hildu seg vera við skerdan lut, og tað merkti eitt sindur av- dúkingina av úrslitinum, og ikki minst teir næstu dag- arnar í miðlunum. Nú er seinasta takið – tað stóra takið – fyri framman, og vinnarin av Prix Føroyum 2005 skal finnast í einum meldri av góðum føroyskum tónleika- undirhaldi, virðislønum og øðrum í Norðurlandahúsi- num leygarkvøldið. Tøl eru tolin. Tríggir bólk- ar spæla í 10 minuttir hvør, og so skal vinnarin finnast. Talið 1 verður hesaferð sum aðrar ferðir tað gylta, men aðrir bólkar sleppa sannliga eisini upp í tað stóra gildinum við vinn- ingum av ymsum slagi – ja, næstan uttan tal. TUNGIR DREINGIR STÓÐU STINNAST