Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 74 - 20. apríl 2005 Dagføra fót- bóltsvøllin Klaksvík: Nú skal alt gerast fyri at fótbólts- vøllurin og kringum- støðurnar við Djúpu- mýru lúka altjóða krøv. Tí eru nú sett upp nýggj skýli við beinkj- um til skiftisleikararnar í sambandi við fótbólts- dystir í Klaksvík. Hetta eru skýlið til íalt 13 persónar, ið eru bygd eftir teim fyriskipanum hjá UEFA, ið setir minstukrøv til vallir og ítróttarøki ídag. Í Føroy- um er tað Fótbóltssam- bandið ið umsitir hesar fyriskipanir. Í farnu viku arbeiddu menn frá vegadeildini í kommununi við at leggja hall á, umframt at leggja graslíki á heilt inn undir beinkirnar, soleið- is at vøllurin verður í einum, heilt út í skýlini, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu. sb. Planeringin byrjar Havn: Nú kunnu tey, sum eiga tey 300 fer- metra stóru grundøkini í Hoyvíkshaganum suður, søkja um at sleppa at planera. Áðrenn tey sleppa tað, eru nakrar treytir, ið skulu lúkast. Umframt sjálva umsóknina skal eisini latast inn ein pla- neringstekning við øll- um neyðugum upplýs- ingum. - Byggisamtakið, J&K Petersen ger planerings- arbeiðið, um hetta skal gerast áðrenn útstykk- ingin er liðug. Hetta er tí, at einki annað felag sleppur inn á byggiøkið fyrr enn alt er avhandað, verður upplýst. sb. Gera klárt til stevnu Runavík: Eitt, sum serl- iga kappróðrarfólk síggja fram til, eru tær mongu summarstevnur- nar kring landið. Hesar verða hildnar á mongum ymiskum støð- um, og nú eru tey í Runavík og bygdunum nærhendis eisini til reið- ar at fara undir fyrireik- ingar av ársins stevnu. Eystanstevnan 2005 verður hildin vikuskiftið 10. til 12. juni. Til tað eru minni enn tveir mánaðir eftir, so at tey sum gleða seg til hesa stevnuna, tørva ikki at bíða so leingi aftrat. sb. Um 800 fólk á konsert Eiði: Um vikuskiftið var ítróttarhøllin á Eiði karmur um tvær sera ymiskar konsertir sama kvøld. Leygarkvøldið var fyrst høvi at fara til eina kórkonsert, har trý ym- isk kór luttóku, og seinni um kvøldið var høvi at fara til eina konsert við fleiri ymiskum bólkum. Við ta fyrru konsert- ina vórðu seld umleið 400 atgongumerki, og til ta seinnu konsertina vórðu seld nøkurlunda sama tal av atgongu- merkjum. Innkomni peningurin fer allur til eina missiónsferð til Kina í summar. Tey, ið ikki høvdu møguleika at sleppa til ta fyrru konsertina, kunnu bara hyggja í skránna hjá Sjónvarpi Føroya, tí hon varð nevniliga tikin upp á band, og verður send seinni. sb. Nú eru skýli sett upp við fótbóltsvøllin í Klaksvík Jósvein Østerø úr Klaksvík var við Bars- skor hósdagin í farnu viku. Hann hevði eitt arbeiði, hann skuldi gera í Mikladali, men ætlaði sær innaftur fríggjakvøldið. - Bars- skor er eitt gott skip, sigur hann SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Mikladalur-Klaksvík: Leið 56 millum Klaksvík og Kalsoynna er ikki til longur. Í dag byrjar eitt nýtt tíðarskeið fyri samferðsl- una í Kalsoynni, nú strand- faraskipið Sam fer at røkja hesa rutuna í framtíðini. Við fleiri fráferðum dag- liga er nú gjørligt hjá kals- oyingum at sleppa bæði til Klaksvíkar og somuleiðis beinleiðis inn á meginland- ið sum ferðafólk - og eisini sum bilførarar í egnum bili. Ein teirra, sum hevur verið mangan túrin við tí 76 ára gamla Barsskor, sum nú er lagdur, er Jósvein Østerø úr Klaksvík. Hann hevur havt manga góða ferðina við Barsskor til Kalsoynna, og fór enn eina slíka ferð hósdagin í farnu viku. Hesaferð fór hann ikki sum ferðandi, men sum arbeiðsmaður, tí hann hevði eitt arbeiði at gera í oynni. - Jú, Barsskor hevur ver- ið eitt deiligt skip. Men tað er líkasum at tíðin er farin frá honum, sigur Jósvein. Neyðug umvæling Hósdagin í farnu viku fór Jósvein norður til Mikla- dals, har hann hevur eitt arbeiði at gera. Hóast henda bygdin ikki telist millum tær størstu í landinum, so hevur fólkið í bygdini kortini megnað at tikið eitt stórt tak við at byggja og reka fráhalds- húsið í Mikladali. Tað er Mikladals Sóknar Fráhaldsfelag sum eigur hetta húsið. Tað verður brúkt til mong ymisk enda- mál, bæði hjá felagnum sjálvum og til útleigan til samkomur av ymiskum slagi. Men eitt slíkt hús slítist eisini av tíðarinnar tonn og av nýtslu, og tí er neyðugt við millumbilum at gera ábøtur á tað og skifta út tað, ið er farið. Tað var júst í hesum ør- indum at Jósvein fór til Mikladals henda seinna- partin hósdagin í farnu viku. Tíðin var komin til, at gera onkrar ábøtur á hetta stóra húsið, nú summarið og ferðafólkini standa fyri framman. Óhugsandi er ikki, at rift verður um hetta húsið í summar, nú ferðasam- bandið er blivið so gott við meginlandið, eftir at Sam er settur í sigling millum Syðradal, Klaksvík og Leirvík í dag. Klárt til summarið Hetta húsið hjá fráhalds- felagnum er rættiliga væl útgjørt til legur og tílík endamál, men tað krevur so hinvegin, at tey eisini verða hildin viðlíka. - Í dag verður helst til tað, at eg fari at bróta kaminuna í húsinum niður. Tað verður tað fyrsta, sum eg fari í holt við, sigur Jósvein Østerø, nú vit fáa orð á hann á dekkinum umborð á Barsskor. Hetta er bara fyrri part- urin av einum heldur størri arbeiði. Næsta stigið er at flyta ein ketil, sum hevur likið í eina tíð. - Hann hevur likið, og úrslitið av hesum hevur verið, at undirsløg og annað eru rotnað. So nú fara vit at flyta kaminuna útum, sigur Jósvein, sum hugaligur ætl- ar sær undir hetta arbeiðið. Og hann veit sum er, at við einum slíkum arbeiði fylgja mong onnur smærri arbeiði. Men tey verða gjørd so hvørt. - Tað er neyðugt at húsið er í góðum standi, til summargestirnir byrja at koma, sigur Jósvein, sum kann átaka sær vanligt fyrifallandi arbeiði innan timbur, rør og jarn. Eitt gott fartoy Jósvein hevur sjálvur ferð- ast mangar ferðir við hesi farleiðini. Og hann sigur tað sama sum so mong onn- ur: Barsskor hevur verið eitt deiligt skip. - Skipið er vælegnað at sigla um fjørðin við, eisini tá hann fyrr kom norður til Trøllanesar. Har var mang- an brim og ikki altíð var so gott veður - men Barsskor var eitt gott fartoy, eisini til slík støð. Hinvegin so dugir Jó- svein eisini at síggja, at tíðin er farin frá Barsskor til hesa siglingina, tí onnur krøv verða sett til slíkan flutning ídag. Hann er ein teirra, sum hevur havt nógvar góðar túrar við Barsskor. Serliga minnist hann aftur á tann serstaka hugn- an tað var, tá nógv fólk vóru samankomin og prátið gekk millum ferðafólkini. Men nú er henda sigl- ingin hjá Barsskor søga. Og nú skal so finnast ein annar hugni umborð á Sam. Ferðafólk Jósvein er væl kendur í Mikladali, og er somuleiðis væl kendur innanveggja í húsunum hjá Mikladals Sóknar Fráhaldsfelagi. Eitt árið herfyri skipaðu Jósvein og konan soleiðis fyri at hetta húsið var opið fyri teim ferðandi, og har fólk bæði kundu fáa sær ein bita at eta og gista. - Har kom nógv fólk, skal eg siga tær. Og tað kom eisini fyri, at fólk ynsktu at gista har. - Eg fari so ikki at hava opið har í summar. Men um tað kann blíva til nakað seinni, - tja, tað veit eg ikki, sigur Jósvein at enda. Vit hava staðið og prátað á dekkinum umborð á Barsskor, og áðrenn vit reiðiliga sansa tað, minkar motorurin ferðina, tí nú eru vit komin til Húsar. Jósvein hevur okkurt við- føri og nakað av amboðum við sær í land, og so fer hann til bussin, ið skal føra hann norður til Mikladals. - Hesaferð verður steðg- urin ikki so langur. Tí eg ætli mær innaftur í annað- kvøld, sigur hann. – Hesa ferð steðgi eg stutt Ein túrur við Barsskor Sosialurin var við Barsskor hósdagin í farnu viku, tá hann legði frá landi í Klaksvík kl. 13:20. Við vóru ikki nógv ferðafólk - einans tvey, umframt umboðini fyri blaðið.Vit hava áður tosað við skiparan umborð, Sigmar Høgnesen og við tað eina ferðafólkið, Jo- hannu Mariu Isaksen. Lesið samrøðurnar við hesi bæði í Sosialinum nr. 72 og nr. 73. - Hesaferð steðgi eg ikki so leingi. Eg fari inn aftur í annaðkvøld, sigur Jósvein Østerø - Mynd: Bárður Lydersen Jósvein hevur havt mangar góðar túrar við Barsskor. - Hann er eitt gott skip, sigur hann, meðan hann rindar fyri enn ein ferðaseðil Mynd: Bárður Lydersen