mikudagur 20. apríl 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- 15 -
Bestu føroysku
tónleikararnir
skulu leygarkvøld-
ið heiðrast til At-
lantic Music
Event. Samanlagt
verða 14 virðis-
lønir lætnar til
føroyskan tónleik
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakr-
antíð verða tey bestu í
føroyskum
tónleiki
heiðrað við virðisløn-
um, tá ið Atlantic
Music Event verður
leygarkvøldið. Nýggja
virðislønin verður latin
í 14 ymiskum bólkum,
og fólk kring landið fáa
ávirkan á ein part av
virðislønunum.
Tað eru fyriskiparar-
nir av Prix Føroyum,
sum hava tikið stig til
virðislønirnar, og lista-
kvinnan Vígdis Peter-
sen hevur gjørt ein
serliga virðisløn, sum
vinnararnir fáa.
Tað er tónleikavinn-
an í Føroyum, sum er
komin við uppskotum
um, hvør skal hava
tær ymsu virðislønir-
nar. Upptøkuhøli, út-
gevarar og onnur hava
stillað tónleikarar inn,
og burtur úr hesum
innstillingum er eru
trý uppskot til hvønn
bólk.
Virðislønirnar verða
ikki lætnar til tann,
sum hevur verið best í
føroyskum
tónleiki
yvirhøvur, men hinveg-
in fólk, sum hava mar-
kerað seg á onkran
hátt seinastu tvey
árini.
Bara kvinnur
sum sangarar
Nógvir ymiskir tónleik-
arar eru í uppskoti, og
tað er eingin ávísur
tónleikari, sum hevur
lagt seg omaná allar
bólkarnar, sum tað av
og á ber til at uppliva í
útlondum.
Tað er merkisvert,
at tríggjar kvinnur eru
í uppskoti sum besti
sangari. Her sleppa
menninir als ikki fram
at, tí Lena, Eivør og
Guðrun Sólja eru í
uppskoti.
Hesar
tríggjar hava rættiliga
gjørt vart við seg sein-
astu tvey árini, og tær
skulu seinni í ár syngja
á somu konsert í
Keypmannahavn.
Besta lagið hesi ár-
ini skal veljast millum
My Lady hjá Lenu And-
erssen, Forelskaður
Sjónleikari hjá Páll
Finnur Páll og Jose-
phine hjá Teiti Lassen.
Alt góðir sangir, sum
hava
verið
nógv
spældir í útvarpinum.
Bestu tónleikararnir
skulu eisini finnast, og
her er talan um teir,
sum vanliga eru eitt
sindur í bakgrundini,
men sum nú skulu
dragast fram í ljósið
og heiðrast.
Fólk hava fram til
hóskvøldið at atkvøða
fyri teimum, sum tey
halda hava uppiborið
heiðurin í teimum
ymsu bólkunum. Og
allar
avdúkingarnar
verða leygarkvøldið á
Atlantic Music Event.
TEY BESTU SKULU HEIÐRAST
AME-
VIRÐIS-
LØNIRNAR
Samanlagt 14 virðisløn-
ir verða lætnar til Atlan-
tic Music Event. Fólk
hava ávirkan á nakrar av
virðislønunum, og her
skulu tey atkvøða ímill-
um uppskot frá føroysku
tónleikavinnuni – útgev-
arum, studio og øðrum.
Hinar
virðislønirnar
verða lætnar uttan al-
menna atkvøðugreiðslu.
Besta lag:
Lena: My Lady
Páll Finnur Páll: Forelsk-
aður Sjónleikari
Teitur: Josephine
Besti sangari:
Eivør Pálsdóttir
Lena Anderssen
Guðrun Sólja Jacobsen
Besti bólkur:
Déjá Vu
GoGo Blues
Makrel
Besta fløga:
Lena: Can't Erase It
Salt: Salt
Teitur: Poetry and Aero-
planes
Besti gittarspælari:
Mikkjal Hvannastein
Niclas Johannesen
Rasmus Rasmussen
Besti bassspælari:
Johannus á Rógvu Joen-
sen
Arnold Ludvig
Mikael Blak
Besti trummuspælari:
Rógvi á Rógvu
Brandur Jacobsen
James Olsen
Besti ljómborðsspælari:
Kim Hansen
Magnus Johannesen
Finnur Hansen
Harafturat verða aðrar
virðislønir eisini lætnar:
Besti húsi
Best átak uttanlands
Besti produsari
Herðaklappið
Mest spælda lag
Mest seljandi bólkur
Teitur Lassen er í uppskoti til besta lagið og bestu fløguútgávuna seinastu tvey árini.
Mynd: Jens Kristian Vang