Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. apríl 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Merkið Á Slættaratindi tú fosturlandið skoðar, við tign og tøgn – Á markusarmessu fyri seksti fimm árum – várt merki var vígt. Tann fyrsta viðurkenning úr Stóra Bretlandi kom. – Tøkk skulu tit fá. Í orrustu tit sigldu – vár fedrar av víkingarót – oyggjasynir – – tit bardust fyri land og fólk. Nú flaggið blaktrar á heimsins høvum – lat okkum fylgjast um merkið vit ei gloyma – í tøgn minnast. Viggo Olsen Nýggja nevnd í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag Hóskvøldið var nevndar- fundur í Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag. Á fundinum varð gjørt av at skipa fyri almennum fundum í vár og í heyst. Evni á fyrsta fund- inum sum verður í vár verður »Suðuroyarætlanin og framtíðin hjá Suður- oynni«. Ætlanin er at hava fundir í heyst, og sjálvt um evnini ikki eru løgd føst enn er greitt, at eitt evni verður »ungdómspolitikk- ur«. Annars skipaði nevndin seg eftir aðalfundin 7. mars við Mikkjal Sørensen sum formanni. Nevndin sær nú soleiðis út Mikkjal Sørensen, Porkeri, formaður Jacob H. Poulsen, Sumba, næstformaður Karin Strøm, Vágur, skrivari Eyðhild Poulsen, Vágur, kassameistari Marius Kjærbæk, Vágur, nevndarlimur Annebeth Abrahamsen, Porkeri, eykalimur Ebba Vágsheim, Vágur, eykalimur Seinasta heyst skrivaði Fróðskaparsetur Føroya út ritgerðarkapping við heit- inum »Dópur og navna- gáva«, inn komu fýra handrit. Jákup Reinert Hansen, sóknarprestur og Anfinnur Johansen, lektari hava mannað dómsnevndina, sum hevur viðgjørt tey inn- komnu handritini. Teir hava latið rektaranum á Fróð- skaparsetrinum niðurstøðu sína, og í hesum sambandi verður skipað fyri sam- komu á Setursskrivstovuni mikudagin 20. apríl klokk- an 13.30, har tey, sum hava latið inn, fáa virðislønir og viðurkenning fyri luttøkuna í ritgerðarkappingini. Samkoman verður á Setursskrivstovuni, J. C. Svabos gøtu 14, mikudagin 20. apríl klokkan 13.30. Mánadagin byrjar forsølan á www.billetnet.dk av at- gongumerkjum til kon- sertina við teimum trimum Eivør, Guðrun Sólju og Lenu í Keypmannahavn. Tað er kvinnublaðið Kvinna, sum skipar fyri forkunnungu konsertini, har tær tríggjar songkvinn- urnar fyrstu ferð eru á palli saman. Konsertin hevur fingið heitið 3 Havfruer, og síðani mars mánað hava lesarar í Føroyum havt møguleika at keypa at- gongumerki á heimasíðuni hjá blaðnum. Frá mánadegnum ber nú eisini til hjá lesarum uttan- landa at keypa atgongu- merki á donsku heima- síðuni. Í hesum sambandi hevur Kvinna gjørt ein bannara, sum sæst ovast á síðuni. Við at klikkja á bannaran, kemur nýggja h e i m a s í ð a n www.3havfruer.dk fram, sum Kvinna hevur gjørt til konsertina. Á nýggju heimasíðuni fæst alt at vita um sjálva konsertina, umframt at til ber at hoyra brot úr tónleikinum, sum verður á skránni. Bæði orkestrið og tónleikaskráin á konsertini eru sett saman til júst hetta høvið. Tað er Edvard Nyholm Debes, sum er kapellmeistari í orkestrinum, sum er sett saman av føroyskum og donskum tónleikarum og kórgentum. Í løtuni verða á leið 500 konsertplakatir hongdar upp ymsa staðni í Keypmannahavn, og mánadagin verða ikki færri enn 17.000 teldupostar sendir haldarum av tíðinda- tænastuni hjá www.bill- et.dk við tíðindum um konsertina. Konsertin 3 Havfruer verður í Falkoner Centr- inum í Keypmannahavn 4. juni. ave Forsøla til 3 Havfrýr byrjar Ritgerðarkapp- ingin Dópur og Navnagáva GRANSKING Fróðskaparsetrið fegnast um, at Jóannes Eidesgaard løgmaður á ferð síni í ES samveldinum hevur virkað fyri, at Føroyar og ES fáa møguleikar fyri samstarvi á útbúgvingar- og gransking- arøkinum. – Vit á Fróðskaparsetrin- um bjóða okkum fram at vera við til at menna og troyta hesar møguleikar fyri granskingarsamstarvi og útbúgvingarsamstarvi við ES samveldið, sigur Jóan Pauli Joensen, rektari í stuttari viðmerking. Fegnast um møguleikar fyri samstarvi við ES Uppi á Hálsi · Tel 35 46 80 Idé møblar sóknast eftir einum evnaríkum og miðvísum lærlingi, ið kundi hugsað sær útbúgving í okkara spennandi møblahúsi. Okkurt um teg Vit vænta av tær, at tú hevur handilsskúla- útbúgving og hevur hug at arbeiða við íbúðarinnrætting. Tú hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin. Okkurt um okkum Vit bjóða eitt spennandi starv í einum nútímans møblahúsi, ið setir tænastuna í hásæti. Arbeiðsviðurskiftini eru góð við skiftandi arbeiðstíðum innan fyri eina vanliga arbeiðsviku. Uppi í lærutíðini er eisini skúlagongd á Handelsfagskolen í Odder. Umsókn Send eina stuttorðaða lýsing, merkt lærlingur, til okkara skjótast gjørligt. Vit hava brúk fyri tær at byrja sum skjótast, men vit bíða gjarna eftir tí rætta. LÆRLINGUR til Idé Møblar Nr. 74 - 20. apríl 2005 15