Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Teir átta bólkarnir, sum hava tryggjað sær pláss í semifin- aluni í Prix Føroyar kappingini, fáa vænt- andi sína søk fyri, tí eingin kemur sovandi til tey 3 finaluplássini. Til tess er støðið ov høgt og tónleikurin ov vælspældur og tón- leikararnir ov góðir PRIX-HUGLEIÐING Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo At spáa um framtíðina er altíð ringt. Og at gera seg klókan uppá, hvør av teim luttakandi í Prix Føroyar semifinaluni hevur møgu- leika at standa eftir millum teir 3 bólkarnar í finaluni, er heldur ikki lætt. Men lætt er helst at taka munnin ov fullan, tí í teim 8 semifinalubólkunum eru mangir av royndastu tónleikarunum í Føroyum, teir, ið mettir verða at standa millum teir fremstu, men eisini nýggir og evnagóðir spírar hava vunnið sær pláss í semifin- aluni. Futt í aftur ferðingina Prix tiltakið er helst ein av- leiðing - ein spíri - av tí, sum einaferð kallaðist Futti á ferð, sum FUT skip- aði fyri. Táverandi formað- ur felagsins, Fróði Vester- gaard, gjørdist seinni samskipari í Norðurlanda- húsinum og Prix Føroyar sá dagsins ljós. Tað eru í ár 10 ár síðani fyrstu prixkappingina. Før- oyskur tónleikur er nógv framfarin hesi árini, og eigur kappingin óivað sín lut í hesum. Tað eyðkendi fyrstu til- tøkini, at ferðast varð kring landið. Við óføra mentanarhúsinum í Fugla- firði datt hetta burtur. Men nú er aftur ferðing á skránni, og óivað fegnast eittnú suðuroyingar um tað, tí teir eru ikki áfastir við restina av Føroyum enn, og sleppa ikki lættliga til Fuglafjarðar. Men nú er semifinalan í Suðuroynni. Og á ein hátt er ein partur av sjarmuni við fyrstu ferð- andi tiltøkunum harvið komin aftur í aftur. Nýtt og roynt eldri Tey 8 nøvnini í semifinaluni 2005 hava hvør á sín hátt dygdir og vørumerki, sum hava livað og boðað frá góðsku, ella sum eru kom- in sum fok í hugaheim lurt- arans, vunnið sær sess, men sum enn eru spenn- andi og nýggj. Sermerkt er eisini, at í fleiri førum er talan um frontmenn, sum hava royndar og framúr tónleik- arar aftanfyri seg. Og nakrir ganga aftur í fleiri bólkum. Kremið í føroysk- ari tónleikadygd er savnað, tó ikki í einum og sama potti. Terji og Eyðun hava verið frammi í fremstu røð í mong ár, bæði saman og hvør sær. Stuttligt er á ein hátt, at hvør í sínum lag hava teir savnað tað, sum finst av úrvalstónleikarum í Føroyum. Terji við sínum gomlu føstufressavinum og Eyðun við Showmonn- um. Her hittast høvdingar við sínum generalum. Somuleiðis hevur Krist- leif nakarar av teim somu aftanfyri seg, eins og Uni við Go Go Blues. Her verða roynd nøvn samantvinnað við nýggj, men stór nøvn. Nøkulunda mitt í millum teir royndastu og teir nýggju, koma All That Rain, sum eru royndir - eisini í prixhøpi - og sum eru "útbygdir" við nýggjum sangara og frontmanni. Ikki millum gomlu garduna, ikki nýggir, men tó væl samanspældir, eftir at hava verið millum virkn- astu bólkarnar í nakað nógv ár nú. Somuleiðis standa Ma- krel sum nakað eitt sindur roynt, tó nokkso nýtt og enn í menning. Nýggju og spennandi nøvnini, sum skulu - og óiv- að eisini fara - at geva teim royndu ein skarpan gang, eru Lama Sea og Lawets. Báðir spennandi bólkar, ið tora og duga. Alt góð finaluevni, men tá avtornar, og semifinalu- bylgjurnar hava nátt hæddina, sleppa bert 3 nøvn at standa eftir. Hvørt tað verða tey nýggjaru, tey eldru ella hesi hvørt um annað, er tað neyvan nak- ar, ið við vissu torir at meta um. Men eitt skila- gott boð, sum eisini hevur verið frammi, er metingin um, at helst stendur onkur av teim royndaru seg væl allan teinin, meðan eisini onkur av teim yngru kreft- unum koma um málstrik- una. – UPPTAKT TIL SEMIFINALUNA – LAGT UPP TIL GÓÐA SEMIFINALU Hálvfinalan í Prix Føroyum er mannað við royndum tónleikarum sum Eyðuni Nolsøe og Terja Rasmussen, sum fara at kappast við yngri bólkar sum Lama Sea og Lawetz. Mynd: Jens Kr. Vang