fríggjadagur 1. apríl 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Janus Rasmussen
- sang og gittar
Jón Klæmint Hofgaard
- gittar og sang
Sakaris Emil Joensen
- bass og sang
Tróndur Herason
- trompet
William Souvy Olsen
- trummur
»Longu áðrenn teir byrj-
aðu at spæla, sást týði-
liga, at hesir ungu garpar
vóru livandi og fullir av
spæligleði. Lama Sea
vóru komnir fyri at undir-
halda og áhoyrararnir
fingu undirhald fyri allar
pengarnar. Teir spældu
ikki fyri sær sjálvum,
men fyri fólkunum úti í
salinum.«
- Sosialurin eftir 1. umfar
Lama Sea er ein bólkur,
sum er mannaður við
fimm ungum tónleikarum
í aldrinum frá 17 til 20
ár. Teir búgva allir í høv-
uðsstaðnum – Havn og
Hoyvík. Teir siga seg
spæla eina lívliga bland-
ing av funk-rocki, ið sum
fremsta endamál hevur,
at fólk skulu dansa og
hoppa.
Ljóðið er rættiliga skit-
ið og rátt, tí at teir ikki
nýta aðrar effektir enn
vanligt distortion og over-
drive. Bólkurin hevur
spælt saman í umleið trý
ár, men hevur fyri stutt-
um fingið ein trompet-
spælara, ið kryddar tón-
leikin við einum nýggjum,
serligum ljóði.
Bólkurin hevur áður
framført í millum annað
Margarinfabrikkini,
Vertshúsinum, Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði og
Studentaskúlanum í Hoy-
dølum. Harafturat eiga
teir tvey løg á fløguni
»Ampaljóð« hjá Sprenrex.
Lama Sea var við í 1.
umfari og kom víðari
saman við GoGo Blues.
ÁTTA BÓLKAR VERÐA VIÐ Í SEMIFINALUNI Í ÍTRÓTTARHØL
Høgni Reistrup
- sang
Ísak Sambleben
- bass
Høgni Fagraberg
- gittar
Sveinur Dam
- gittar
Halgir Arge
- trummur
Dávur Juul Magnussen
- trekkbasun
Tróndur Olsen Olsen
- fløtahorn og trompet
Jenny Old
- kór
» Hóast fólk høvdu havt
møguleikan at hoyra La-
wetz áður, so vóru teir
aftur hesaferð frískir og
frekir soleiðs mitt í tí
heila. Eftir meira vanligan
popp og rocktónleik frá
trimum bólkum framman-
undan blástu teir salin
um koll við sínum leik-
andi lætta tónleiki, og tað
var næstan sum at vakna
í onkrum sólføgrum suð-
urlandi, tá ið Lawetz setti
sólsellurnar til.«
- Sosialurin eftir 3. umfar
Bólkurin Lawetz er ikki
nýggjur í Prix-høpi. Teir
vóru við í Prix Føroyum
2003 og komu í hálvfinal-
una. Tónleikurin vísti seg
tó at vera ov glaður til
eitt finalupláss, halda teir
sjálvir.
Lawetz hava ikki spælt
nógv síðan seinasta Prix.
Orsøkin er tann, at
trummuspælarin er tón-
leikalesandi uttanlands,
og harafturat hava hinir
limirnir í bólkinum havt
nógv at gjørt við øðrum
projektum – eitt nú »Jó-
sef og ótrúliga litfagra
dreymakotið« og Páll-
FinnurPáll.
Fyri at vera við aftur í
ár, var bólkurin noyddur
at finna nýggjan trummu-
spælara. Valið fall á Halg-
ir Arge, sum áður hevur
spælt í Tangz.
Tónleikurin, ið Lawetz
borðreiddi við í Fuglafirði
og nú á Tvøroyri verður
poppur, soleiðis sum øll
elska hann - og elska at
hata hann. Dentur verður
lagdur á spæligleði og
áhoyrararóm.
Lawetz var við í 3. inn-
leiðandi umfari, og tá
komu teir víðari saman
við Eyðun Nolsøe.
3. LAWETZ
Ári Rouch
- sang og keyboard
Rasmus Rasmussen
- gittar
Rólant av Reyni
- gittar
Magnus Hansen
- trummur
Hergeir Staksberg
- bass
»Makrel vóru síðstir. Teir
høvdu boðað frá stílskifti.
Tyngri løg, sum vóru
djúp. Og long. Rútmiskt
koyrdi tónleikurin framúr.
Og teir sluppu sera væl
frá framførsluni, sum var
góð og uttan hóvasták.
Rein.«
- Sosialurin eftir 2. umfar
Rockbólkurin Makrel hev-
ur gingið sínar egnu leiðir
síðstu árini. Bólkurin hev-
ur verið serstakur í før-
oyskum tónleiki, og tær
báðar útgávurnar hjá
bólkinum hava víst ein
bólk, sum hevur funnið
sín egna stíl – harður,
men melodiøsur rocktón-
leikur við einum eyðkend-
um tóna.
Makrel hevur spælt til
nógvar konsert herheima,
og teir hava eisini verið á
ferð uttanlands. Teir hava
spælt í Íslandi, og tvær
ferðir hava teir verið á
palli á spælistaðnum
Vega í Keypmannahavn.
Makrel royndi seg til
Prix Føroyar fyri tveimum
árum síðani, og tá endað-
u teir sum nummar trý í
kappingini og fingu um-
vegis kappingina møgu-
leikan at spæla uttan-
lands.
Aftur í ár ætlar Makrel
sær uttanlands at spæla,
og okkurt er upp á tal til
páskirnar og aftur í
summar.
Makrel var við í 2. inn-
leiðandi umfari, og tá
komu teir víðari saman
við All That Rain.
4. MAKREL
Rókur Jákupsson
Jakobsen
- sang og gittar
Jens Tummas Næss
- bass og sang
Hans Ravnsfjall
- gittar og sang
Henning Nicodemussen
- trummur og sang
» All that Rain er ikki ný-
hugsan ella eksperiment,
men grundfestur rockur.
Og Rókur er nú einaferð
Rókur, hann kennist aftur,
tí slepst ikki undan, men
hann hóskar væl saman
við All that Rain, og sam-
an kemur burturúr ein
góð blanding av øllum tí
góða, sum hesir tónleik-
arar borga fyri – saman
og hvør sær.«
- Sosialurin eftir 2. umfar
Bólkurin All That Rain
varð stovnaður í desem-
ber mánað í 1999. Allir
teir tríggir upprunaligu
limirnir í bólkinum, høvdu
verið partur av Kjølum
frammanundan.
Fyrstu tíðina var tað
gittarspælarin
Jens
Marni Hansen, sum sang
í bólkinum, og hann er
eisini oddafiskur á tí
mesta av útgivnað tón-
leikinum hjá bólkinum.
Í august mánaði 2001
fór Jens Marni úr bólki-
num, og síðani hava
tríggir sangarar roynt
seg. Fyrst var tað nýggi
gittarspælarin
Hans
Ravnsfjall, sum sang og
spældi, síðani kom fyrr-
verandi sangarin í Týr, Pól
Arni Holm, upp í bólkin,
og síðstu mánaðirnar
hevur Rókur Jakobsen
verið sangari í bólkinum.
Hann hevur áður roynt
seg í eitt nú Tangz og MC
Hár.
All That Rain endaði
nummar tvey í Prix
Føroyum 2001, men teir
vóru ikki við fyri tveimum
árum síðani.
All That Rain spælir
rocktónleik, og nú eru teir
farnir at syngja á føroysk-
um burturav.
Teir vóru við í 2. inn-
leiðandi umfari og komu
tá víðari saman við Ma-
krel.
2. ALL THAT RAIN
1. LAMA SEA