Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-04-01, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

LLINI Í TRONGISVÁGI LEYGARKVØLDIÐ 2. APRÍL KL. 21.00 Kristleif Zachariasen - sang og kassagittar Rógvi á Rógvu - slagverk Arnold Ludvig - bass Heðin Ziska Davidsen - el-gittar Óli Olsen - tangentar »Fram um hinar framfør- arnar hetta kvøldið so hevði Kristleif eitt ríkt tekstunivers. Sorgblíðu tekstirnir hjá Kristleif dansaðu ein vakran vals við lekkrum tónum við slidegittara, harmoniku, akkustiskum bassi og jazzutum trummum.« - Sosialurin eftir 4. umfar Kristleif Zachariasen kom fram sum solistur – sing- er/songwriter, tey kalla – í kappingini, sum Hafnia Lounge skipaði fyri. Hann vann hesa tónleikakapp- ing, og síðani hevur hann bæði spælt nógv til tiltøk og givið fløgu út. Hesaferð fer hann at spæla saman við einum bólki, sum hann hevur spælt við í eina tíð. Talan er um tónleikarar, sum eru kendir frá nógvum øðrum samanhangum og hava drúgvar royndir. Samstarvið teirra mill- um byrjaði við útgávuni hjá Kristleif, Litleysir Blettir, og tað heldur síð- ani hildið fram. Nú fara teir eisini at royna seg í Prixnum. Tað er Kristleif Zachar- iasen, sum skrivar sang- irnar hjá bólkinum, og tónleikurin er ein blanding av poppi, fólkatónleiki og country. Kristleif Zachariassen kom víðari frá 4. umfari, tá ið Terji Rasmussen Band eisini kom víðari. 5. KRISTLEIF ZACHARIASEN Uni R. Debess - sang og gittar Rógvi á Rógvu - trummur Arnold Ludvig - bass »GoGo Blues komu, spældu og sigraðu. Uppá allar mátar vóru GoGo Blues í einum klassa fyri seg í Fuglafirði. Við teirra royndum og dygd- um vóru teir møguliga favorittar hetta kvøldið, men at teir skuldu vera so cool og borðreiða við einari so einastandandi framførslu, var eitt sera positivt yvirraskilsi.« - Sosialurin eftir 1. umfar Bólkurin GoGo Blues er ikki bara tann mest virkni blues-bólkurin í landinum, hann er eisini ein tann einasti veruliga virkni blu- es-bólkurin her á landi. Mannaður við trimum góðum tónleikarum hevur bólkurin verið nógv at hoyrt seinastu tíðina. Tveir av tónleikarunum eru royndir tónleikarar, meðan oddamaðurin er nakað feskari, hóast hann hevur gjørt sera nógv við tónleikin seinnu árini. Rógvi á Rógvu spælir trummur og Arnold Lud- vig spælir bass, og teir báðir tónleikararnir leggja ein sera góðan og trygg- an botn undir tónleikin hjá fólkinum. Síðani er tað uppgávan hjá Una R. De- bess at spæla gittar og syngja í bólkinum, og tað gera hann sera væl. Hann hevur næstan spesiali- serað seg í at spæla blues-tónleik, og tað ger hann bæði við orku og innihaldi. GoGo hevur ikki bara spælt blues-tónleik hjá øðrum, teir í bólkinum hava eisini skrivað tónleik sjálvir, og partur av hes- um er komin út á fløgu. GoGo Blues var við í 1. umfari og komu víðari saman við Lama Sea. 6. GOGO BLUES Terji Rasmussen - sang og akustiskan gittar Hjalti Joensen - el-gittar Rógvi á Rógvu - trummur Arnold Ludvig - bass Magnus Johannesen - keyboard og kór » Tað var ikki nakað nýtt »Eros« ella »Eg flýggji til tónleikin« millum løgini, og røddin hjá Terja hevur ljóðað betur. Hóast tað so var hetta nakað tað besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár. Tað var ikki nakað beinleiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, um Terji ikki fór at koma víðari.« - Sosialurin eftir 4. umfar Terji Rasmussen var við í bólkinum, sum vann fyrstu Prix Føroyar kapp- ingina í 1995. Tá var rockbólkurin Moirae tað stóra nummarið, men hann er síðani farin í søg- una. Nú er Terji Rasmussen viðaftur í Prixnum sum sangari í sínum egna bólki. Hann hevur havt onkra einstaka gestaupp- traðkan sum kórsangari, men nú verður tað við all- ari orku og egnu sangum, at hann leggur í vaðið aft- ur. Terji Rasmussen hevur fingið nakrar av teimum tónleikarunum, sum hann hevur spælt sera nógv saman við gjøgnum árini, at spæla saman við sær hesaferð. Tríggir av tón- leikarunum vóru við í til- tikna bólkinum Føstu- fressar. Terji Rasmussen hevur seinnu árini spælt javnan til konsertir og dansir kring landið, og tað hevur hann gjørt við sínum egna bólki. Terji kann framføra eina langa røð av kendum sangum, sum hann hevur skrivað gjøgnum árini, men til Prixið eru tað nýggir sangir at hoyra frá honum. Terji Rasmussen Band kom víðari frá 4. umfari, tá ið Kristleif Zacharias- sen eisini kom víðari. 7. TERJI RASMUSSEN BAND Eyðun Nolsøe - sang og gittar Kim Hansen - keyboard og sang James Olsen - trummur og sang Jóhannes á Rógvi Joensen - bass Jens Marni Hansen - gittar og sang »Vápnaður við fýra nýggjum sangum og ein- um framúr góðum bólki setti Eyðun Nolsøe seg heilt klárt á eina tón- leikaliga trúnu. Tað ber kanska til at seta spurn- artekin við nýskapan og yvirraskilsi, men tá ið tað snúði seg um tónleikaliga handverkið, var tað klassamunur millum Eyð- un Nolsøe og hinar bólk- arnar.« - Sosialurin eftir 3. umfar Eyðun Nolsøe er ein royndur og kendur tón- leikari í føroyskum popp- tónleiki. Hann hevur øll árini síðani 1983 spælt við bólkinum Frændur, sum hesa tíðina síðani má vera størsta føroyska navnið í tí heimliga tón- leikaheiminum. Eyðun Nolsøe hevur eisini roynt seg sum solistur og í samstarvi við onnur – millum annað í fleiri ár saman við Terja Rasmus- sen. Nú skal hann kapp- ast við Terja Rasmussen um eitt pláss í finaluni í Prix Føroyum. Eyðun syngur, spælir gittar og skrivar sangir- nar til Prix-framførsluna hesaferð. Afturat sær hevur ein tónleikararnar, sum vanliga manna bólkin Showmenn. Hetta eru royndir tónleikarar, sum eru væl og virðiliga sam- anspældir eftir ein hóp av framførslum síðstu árini. Eyðun Nolsøe spælir popptónleik við føroyskum tekstum. Eyðun Nolsøe var við í triðja innleiðandi umfari og kom víðari saman við Lawetz. 8. EYÐUN NOLSØE