fríggjadagur 1. apríl 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sjónvarpið fer leygar-
kvøldið at senda bein-
leiðis frá hálvfinaluni í
Prix Føroyum. Hetta
er fyrsta umfarið í
hesum Prixnum, sum
veruliga verður dekk-
að í sjónvarpinum
Í LUFTINI
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fimm tímar við tónleiki,
kapping og spenningi. Tað
fer Sjónvarpið at bjóða
hyggjarum sínum leygar-
kvøldið. Maratonsendingin
frá hálvfinaluni í Prix Føroy-
um byrjar klokkan 21.00,
og sambært skránni skal
hon varða heilt til klokkan
02.00 sunnumorgunin.
Átta bólkar skulu á pallin
at spæla, og tónleikurin hjá
øllum hesum átta bólkum
verður varpaður út í før-
oysku stovurnar. Síðani
verður bíðað eftir avgerðini
í kappingini, sum kemur
tíðliga á náttini.
Hetta er fyrsta kappingin
í hesum Prixnum, sum
Sjónvarpið av álvara dekkar
á sjálvum skíggjanum.
Sjónvarpið hevur havt onk-
ur smærri innsløg frá inn-
leiðandi kappingunum, men
Prix-sendingarnar,
sum
plagdu at verða, hava ikki
verið gjørdar hesaferð.
Netvarp
Ístaðin hevur Sjónvarpið
roynt at framleitt netvarp
– tað hava verið innsløg
framleidd til at taka niður á
telduna umvegis internetið.
Hetta hevur verið ein
nýggj roynd at gera tilfar til
fremsta málbólkin í Prix
Føroyum – tey ungu. Men
nú kunnu eisini tey tilkomnu
uttan skjótt internetsam-
band síggja Prix-framførsl-
ur.
Sjónvarpið hevur seinnu
árini sent beinleiðis frá
sjálvari finaluni í kappingini,
og tað fer Sjónvarpið eisini
at gera í ár. Men haraftur-
at fáa fólk so eisini hálvfin-
aluna, har átta bólkar
kappast um trý finalupláss,
beinleiðis á sjónvarps-
skíggjan.
Útvarpið hevur verið við
til øll tey innleiðandi umfør-
ini, og manningin hjá Út-
varpinum verður aftur á
staðnum, tá ið hálvfinalan
verður í Suðuroynni leygar-
kvøldið. Útvarpið byrjar eis-
ini at senda klokkan 21.00.
SJÓNVARPIÐ SENDIR BEINLEIÐIS
Tað verður Jonhild
Andreasen Nielsen, ið
setir Prix Føroyar til-
takið, tá semifinalan
fer av bakkastokki í
Trongisvági leygar-
kvøldið
PRIX 05
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tá semifinalan í Prix Føroy-
ar kappinigini 2005 fer av
bakkastokki í Trongisvági
leygarkvøldið, verður tað
Jonhild Andreasen Nielsen,
ið setir tiltakið.
Jonhild er varalimur í
Tvøroyrar Býráð, og er inni
í løtuni. Hon er m.a for-
kvinna í mentanarnevndini
hjá býráðnum.
Men Jonhild er eisini
kend songkvinna og hon var
við til fyrtsu prixkappingina
í 1995. Tá var tað saman
við bólkinum JúMen, so
hon er ikki ókend í prixhøpi.
Síðani hevur hon roynt
seg í ymsum høpi, m.a. við
tveimum fløgum saman við
manninum Knút H.. Niel-
sen. Hesar ganga undir
heitinum Anno. JúMen er
eisini kent fyri sína útgávu
av Meg minnist eina Mynd
á eini av útvarpsfløgunum.
Í dag er hon virkin í bólki-
num Blanding og í Suðuroy-
ar Gospelkóri.
JONHILD SETIR PRIX-TILTAKIÐ
Bæði Útvarpið og Sjónvarpið senda beinleiðis frá hálvfinaluni í Prix Føroyum leygarkvøldið.
Mynd: Jens Kr. Vang
FUT LEGGUR AFTURAT
Fríggjakvøldið skipar FUT fyri konsert í TB-
húsinum, har nakrir av bólkunum, sum hava
verið við í Prixnum í ár, spæla
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Suðuroyingar fáa ovmikið av livandi tónleiki at lurta eftir
um vikuskiftið.
Leygarkvøldið spæla átta teir bestu bólkarnir í Prix
Føroyum í hálvfinaluni, sum verður í ítróttarhøllini í
Trongisvági, men longu fríggjakvøldið kunnu fýra aðrir
bólkar hoyrast á palli.
Tað er Føroya Undirhaldstónleikarafelag (FUT), sum
skipar fyri konsertini. Fýra bólkar, sum vóru við í innleið-
andi umførum í Prixnum í ár, men sum ikki komu víðari,
fara at spæla á konsertini.
Bólkarnir eru Paradox, EGR2PLZ, Side Effect og SIC.
FUT er ein av fyrireikarunum av Prix Føroyum, og kon-
sertin fríggjakvøldið verður eitt slag av upptakt til
spennandi kappingina leygarkvøldið.
ARNOLD OG RÓGVI ÚT Í EITT
Teir tríggir bólkarnir, sum Arnold Ludvig og
Rógvi á Rógvu spæla við, skulu á pallin beint
eftir hvønn annan
Tveir av tónleikarunum til Prix-hálvfinaluna hava mun-
andi meira at gera enn hinir.
Arnold Ludvig og Rógvi á Rógvu eru við í trimum Prix-
bólkum, og lutakastið lagaði seg soleiðis, at hesir bólk-
arnir skulu spæla beint eftir hvønn annan.
Fyrsti bólkurin hjá teimum báðum fyrrverandi Føstu-
fressunum er Kristleif Zachariassen, síðani kemur
GoGo Blues og so Terji Rasmussen.
Rógvi á Rógvu og Arnold Ludvig hava møguleikan at
koma í sjálva finaluna í Prix Føroyum við einum ella fleiri
bólkum – ja, teir kunnu í grundini koma at spæla í øllum
finalubólkunum.
TEIR ROYNDU SPÆLA SÍÐST
Lutakastið til hálvfinaluna í Prix Føroyum lag-
aði seg soleiðis, at Terji Rasmussen og Eyðun
Nolsøe spæla seinast av teimum átta bólkun-
um
Lutakastið til hálvfinaluna í Prix Føroyum var miðskeiðs
í hesum mánaðinum, og tað fall soleiðis út, at teir báðir
mest royndu luttakararnir í kappingini skulu spæla sein-
ast á kvøldinum.
Terji Rasmussen Band er nummar 7 og Eyðun Nolsøe
nummar 8 av teimum 8 bólkunum.
Teir ungu tónleikararnir í Lama Sea skulu spæla fyrst,
síðani koma All That Rain, Lawetz, Makrel, GoGo Blues
og síðani Terji og Eyðun.
Jonhild Andreasen Nielsen setir
Prix Føroyar tiltakið, tá
semifinalan verður í Trongisvági
leygarkvøldið
Mynd: D. Olsen